Fornfrøðilig rundvísing niðri á Bakka

Í sambandi við tær fornfrøðiligu rannsóknirnar, sum eru gjørdar av útgrevstrinum niðri á Bakka á Velbastað, bjóðaði Tjóðsavnið limum í Sólarmagni eina sonevnda rundvísing í útgrevstrinum, har fornfrøðingarnir, við Helga Michelsen savnsvørði á odda, greiddu frá mongum av tí, sum tey høvdu funnið og skrásett síðan rannsóknararbeiðið byrjaði í 2014.

Spurningur kann av sonnum verða settur við, hví hesar rannsóknir ikki eru framdar fyrr. Svarini eru helst fleiri: Framkomin tøkni lættir munandi um arbeiðið, og kann fyri rættiliga vist siga, um okkurt áhugavert undir mold er at fara eftir. Serliga verður her hugsað um eitthvørt mannaskapt, ella okkurt, sum er komið at liggja har av mannaávum, er at finna.

Eisini verður staðið, har grivið verður niðri á Bakka – ella niðri á Kirkjugarðsfløtti, sum tað verður nevnt í staðanavnasavninum hjá Sólarmagni, sum Jóannes Danielsen í Búðini tók stig til at fara undir at savna í 1912 – mett at vera fyri so stórari náttúruoyðing frá sjónum, at umráðandi er at fáa rannsóknirnar gjørdar, fyrr heldur enn seinni.

Mánadagin 13. juli høvdu limir í Sólarmagni á Velbastað og Kirkjubø høvi at verða kunnaðir nærri um rannsóknirnar niðri á Bakka. 35 limir høvdu boðað frá luttøku, so neyðugt var at hava tvær rundvísingar, ið hvør vardi í umleið ein tíma.

Til ber at siga, at søgan endurtekur seg, tí tað var í sínari tíð – longu í 1898 – at ungmannafelagið Sólarmagn fekk í lag at seta á stovn eina forngripagoymslu í Føroyum, sum í dag er Tjóðsavnið, og er ein av okkara týdningarmiklu almennu mentanarstovnum.

Útsýni frá Á oman á Bakka.

Á Velbastað hava fólk altíð vitað um gamla kirkjugarðin niðri á Bakka, men tað hevur ongantíð verið møguligt at sagt við vissu, hvussu gamal hesin kirkjugarður mundi vera. Søgan um kirkjugarðin niðri á Bakka hevur vanliga verið sett í samband við svartdeyða, sum herjaði í Føroyum umleið 1350 og legði nógvar búsetingar oydnar.

Rannsóknirnar niðri á Bakka stuðla uppundir, at búseting hevur verið á staðnum longu fyrst í landnámstíðini, t.e. onkuntíð í tíðarskeiðinum 765-905, ella longu áðrenn tað. Funnin eru brend byggkorn undir einum av grundarsteinunum í einari lítlari grótkirkju ella bønhúsi, sum hevur staðið miðskeiðis í kirkjugarðinum.

Á myndini síggjast grundarsteinarnir undir lítlu kirkjuni ella bønhúsinum.

Tað ber ikki til at siga enn við vissu, um kirkjan kann vera frá sama tíðarskeiði ella nakað seinni. Møguliga fæst nærri at vita um hetta, tá farið verður undir at grava í og undir kirkjugólvinum. Tó eru ábendingar um, at kirkjan ella bønhúsið hevur verið har tíðliga í landnámstíðini, tí nakrir fornlutir, sum eru funnir í kirkjugarðinum – ein hálvur myntur, sum er sligin í Chester í Onglandi í árunum 910-915, og ein gyltur fingurringur, sum helst hevur sín uppruna á evropeiska meginlandinum – bera boð um hetta. Hetta fortelur, at handilssamband og møguliga annað samskifti hevur verið millum Føroyar og bretsku oyggjarnar um hetta mundi.

Rannsóknirnar niðri á Bakka á Velbastað eru av á hesum sinni, men verða væntandi tiknar upp aftur næsta summar. Helgi Michelsen savnsvørður sigur, at útgrevsturin verður gjørdur í tann mun fígging er til tað, og higartil hevur Tjóðsavnið fíggjað arbeiðið av vanliga rakstrinum og teirri árligu játtanini, ið savnið fær á løgtingsfíggjarlógini. Tað stóra arbeiðið liggur í at gera alt tilfar av týdningi, ið funnið verður, greitt til greiningar og tulkingar, eitt nú við at skilja lívrunnið tilfar frá tí mineralska, fyri at fáa tíðarfestingar gjørdar so neyvar sum til ber, og betur at undirbyggja møguligar tulkingar av tí, sum funnið verður fram til.

Helgi Michelsen savnsvørður á Tjóðsavninum greiðir frá útgrevstrinum.

Útseta tiltøkini til seinni í ár

Nógvu og greiðu fráboðanirnar frá heilsumyndugleikunum um covid-19-smittuvandan hava fingið okkum í nevndini í Sólarmagni at útseta tey bæði tiltøkini, ið vit høvdu sett á skrá sunnudagin 8. mars (aðalfundurin) og 10. mars (125 ára haldið) til seinnni í ár.
Nevndin

Limabræv – februar 2020

Í ár verður okkara góða bygdafelag, Sólarmagn, 125 ár. Felagið varð stovnað í Kirkjubø 10. mars 1895. Vit fara í tí sambandi at hátíðarhalda dagin við at hava opið hús í nýumvældu felagshúsinum á Skarðasteini á Velbastað sjálvan føðingardagin, tá øll eru vælkomin á gátt at síggja nýumvældu hølini og njóta eina hugnaløtu við ymiskum tiltøkum á skránni.

Sunnudagin 8. mars 2020 kl. 16 verður ársaðalfundur. Umframt føstu skránna á aðalfundinum við formansfrágreiðing og vali av nevndarlimum, fer Jenny Petersen stjóri á Tjóðpalli Føroya at siga frá støðuni hjá leiklistini í Føroyum í dag. Hon fer eisini at tríva í ymiskt, sum hon minnist og veit um av sjónleiki, sum hevur verið í Sólarmagni.

Týsdagin 10. mars kl. 19 verður hátíðartiltak í Sólarmagni fyri bygdafólkunum og øðrum innbodnum, har høvi verður hjá øllum at síggja nýumvældu hølini og fáa ein kaffimunn. Á skránni verða røður, framløgur og tónleikur.

Hóskvøldið 27. februar kl. 19.30 hittast tey, ið hava hug at kunna seg meira um staðanøvn á Velbastað og vera við til at seta staðanøvnini inn á teldutøkt kort, sum Havnar kommuna hevur útvegað til endamálið.

1. juni, 2. hvítusunnudag, verður farið útferð suður í Hálvdanshús, sum er sunnanvert Kambin. Hálvdanshús er eitt gamalt vakhús frá sjórænaratíðini, sum kirkjubøingar hava bygt uppaftur fyri nøkrum árum síðan.

Eitt vikuskifti í juni er ætlanin at hava eitt felagstiltak við tónleiki og grill.

Tiltøkini verða nærri lýst á Facebook-síðuni hjá Sólarmagni og á heimasíðuni solarmagn.fo, har meira fæst at vita um felagið og virksemið í felagnum.

Limir, sum ikki hava fasta flyting og sum ikki hava goldið limagjald fyri 2020, fáa eina serliga áheitan um at gjalda limagjald.

Í sambandi við umvælingina av húsinum hevur felagið fingið góðan fíggjarligan stuðul frá kommununi og alifyritøkuni Luna. Fyri stuðulin frá kommununi er húsið umvælt bæði uttan og innan. Fyri stuðulin frá Luna hava vit keypt nýggj borð, nýggjan køk, nýggj wc, nýggjan komfýr og uppvaskimaskinu. Felagið hevur harumframt gjørt íløgu í aðra henta útgerð, so sum stórskíggja og teldu, umframt at ætlanin er af seta upp nýggjar ljóskuplar í felagshølinum. Heitt verður í tí sambandi á limirnar um at stuðla felagnum eftir førimuni við einari peningaupphædd. Limagjald og stuðul kunnu flytast á konto felagsins í BankNordik: 6460 4211342.

Við felagskvøðu

Limagjaldið fyri 2020!!!

Heitt verður á limirnar um at gjalda limagjald fyri 2020. Mælt verður til at limirnir tekna fasta árliga flyting í peningastovni. Limagjaldið er 200 kr um árið, og skal rindast á konto 6460-4211342 í Bank Nordik!