Aligast ríma B

Aligast ríma B. variantur verður eisini nevnd Gortru ríma. Uppskriftin, sum stendur í Kvæðabók 1. Bind, sum Jóannes Patursson legði til rættis, er frá Tróndi bónda Pæturssyni á Trøð í Skálavík. Tó eru ørindini 12, 23 og 24 komin frá øðrum kvøðarum. Niðurlagið, sum Tróndur hevði til hesa rímuna er: “Saðla mær ørs hin fríða… til hóvar lati eg ríða. Heyk og hund gevi eg tær, saðla mær ørs hin fríða. Fram, fram, ærlig mann, til hóvar lati eg ríða.”

1. Karlamagnus droymdi,
/- / Saðla mær ørs hin fríða /-/
tað honum illa sámdi.

/-/ til hóvar lati eg ríða.
Heyk og hund gevi eg tær, saðla mær ørs hin fríða.
Fram, fram, ærlig mann, til hóvar lati eg ríða. /-/

2. Karlamagnus droymdi svá
at hann skuldi at stjala gá.

3. Hví man slíkt í dreymi bera,
at eg skal ein tjóvur vera?

4. Tað man so mangt í dreymi bera,
tað man ikki alt av sonnum vera.

5. Karlamagnus heitir á sveinar tvá:
Bið Aligast fyri meg inngá.

6. Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,
tá var Aligast inn for borð.

7. Tá var Aligast inn for borð:
Mín náðigi harri hevur sent mær orð.

8. Tú skalt mær tann saðilin stjala,
frú Gortra arvaði eftir sín faðir.

9. Skal eg hann stjala, skalt tú hann hava;
sjálvur skalt tú við mær fara.

10. Aligast reið so tvistur,
tað rørdist ei kleyv á kvisti.

11. Karlamagnus reið sum harðast,
tað skulvu bæði torpar og garðar.

12. Tað plaga so allir tjóvar at gera,
at skróla, tá teir fara til ferða.

13. Karlamagnus múrin breyt,
Aligast ígjøgnum kreyp.

14. Tá teir komu at lofts lið,
allar ringdu gullbjøllur við.

15. Tá teir komu at lofts lemm,
allar ringdu gullbjøllur í senn.

16. Vaknaði drottning, í lofti lá:
hví ringja vára gullbjøllur svá?

17. Hetta eri eg, Heming, tín hestasvein,
eg komi at tváa tín gangara rein.

18. Tváa hann rein og gyrð hann svá,
í morgin skulu vit ríða á.

19. Í morgin at ríða til tinga,
Karlamagnus at binda.

20. Frú Gortra hoyrdi í songum lá:
eg vildi, mín bróðir lýddi hará.

21. Hann gav henni  høgg á kinn,
blóð dreiv niður á skarlaksskinn.

22. Hann sló hana við fingurgull,
Karlamagnusar handska full.

23. Ikki fekk Jøttrik tíð at sjá,
at Karlamagnus undir hans songum lá.