Fyrilestur um fornan útgrevstur

Sunnudagin 2. apríl skipaði Sólarmagn fyri væleydnaðum limafundi, har Helgi D. Michelsen fornfrøðingur og savnsvørður á Fornminnissavninum helt fyrilestur um fornfrøðiliga útgrevsturin niðri á Bakka á Velbastað.

Umframt at greiða frá útgrevstrinum og tí, sum har var komið undan kavi har, greiddi Helgi frá nýggju tøknini, ið nú meira verður brúkt til fornfrøðiligar rannsóknir, eitt nú at skanna lendi við geo-radara og at taka loftmyndir av lendinum úr drónu, áðrenn farið verður í holt við at grava og eisini so hvørt grivið verður.

Nýggja tøknin ger serliga skrásetingararbeiðið munandi lættari, skjótari og neyvari. Nógvar myndir verða tiknar og settar saman, og síðan rokna telduforritini út hæddir og frástøður, og úrslitið verður, at útgrevsturin kann verða endurgivin trídimensjonelt út øllum hugsandi vinklum. Eisini ber til at leggja eftirgjørt ljós á myndina, soleiðis at møguligir skuggar gerast sjónligir og kunnu avdúka mynstur í lendinum, sum annars vóru ógjørlig at fáa eyga á.

Ein partur av uppgávuni hjá teimum, ið gera fornfrøðiligar rannsóknir er at miðla úrslitini, og tá er tað ein fyrimunur, um staðkent fólk vísa slíkum arbeiði áhuga, segði Helgi Michelsen m.a. í fyrilestri sínum í Sólarmagni.