Harpu ríma

1.  Har komu tveir biðlar ríðandi í garð,
(eg) biði tygur renna
bóðu moy, sum yngri var,
rúnarmenn, gerið tað mín jomfrú, biði tygur: rennið,
talið varliga við teir, rúnarmenn!

2. Ta yngru teir tá bóðu,
ta eldru teir forsvóru.

3. Tann yngra hon er seg so fríð,
rætt sum sól um midsummars tíð.

4. Tann eldra hon er seg so ljót,
rætt sum ormar skríða á grót.

5. Tann yngra kann at spinna gull,
tann eldra er av svøvni full.

6. Tann yngra vevur gull í lag,
tann eldra svevur allan dag.

7. Tann yngra kann at spinna,
tann eldra ikki at tvinna.

8. Tann yngra kann at lesa lestur,
tann eldra ikki at seyma kveistur.

9. Systir talar til systur góð:
»Vit skulum okkum í sævarflóð!«

10. »Hvat skulum vit í sævarflóð gera?
Vit hava ei tvinni silki at bera.«

11. »Tað er so mangur í sævarflóð,
ið ikki eigur tvinni silki góð.

12. Vit tváum okkum hvítar,
vit erum tvær systrar líkar.«

13. »Um tú tváar teg allan dag,
tú verður ei hvítari enn Gud tær gav.

14. Um tú tváar teg hvíta sum fann,
tú fært ei mín festarmann.«

15. Tær gingu seg til strandar,
steinur lá fyri landi.

16. Tann yngra setur seg upp á stein,
tann eldra førdi hana út á streym.

17. Hon rættir upp sína ljósu hond:
»Systir, systir, hjálp á land!«

18. »Eg hjálpi tær ei á land um sinn,
uttan eg fái biðil tín.«

19. »Gjarna gevi eg tær alt eg á,
á biðlinum havi eg einki ráð.

20. Gjarna gevi eg tær bæði
biðil og brúðarklæði.«

21. »Søkk nú, søkk nú, systir mín!
Eg skal hava biðil tín.«

22. Har kom vindur eystan,
líkið dreiv til neysta.

23. Har kom vindur og bylgja blá,
líkið mundi til landa slá.

24. Komu tveir vallarar oman við á,
sóu, hvar ið líkið lá.

25. Teir tóku hennara ljósa arm,
gjørdu sær til harpuskjarm.

26. Teir tóku hennara gula hár,
gjørdu harpustreingir smár.

27. Teir gingu seg inn í tann bý,
sum teir vistu, brúdleyp var í.

28. Teir gingu seg í tann garð,
sum teir vistu brúdleyp var.

29. Teir settu seg á ytstu gátt:
»Vilji tær hoyra harpuslátt?«

30. Mælti tað strongurin fyrsti:
»Brúðurin var mín systur.«

31. Mælti tað strongurin annar:
»Brúðurin var mín bani.«

32. Mælti tað strongurin triði:
»Brúðgummin var mín biðil.«

33. Mælti tað strongurin fjórði:
»Brúðurin mær forgjørdi.«

34. Svaraði brúður, reyð sum blóð:
»Harpan ger oss mikið óljóð.«

35. Svaraði brúður, á beinki sat:
»Harpan ger oss mikið óglað.«

36. »Hevði eg vitað, tað líkaði tær illa,
ei skuldi eg mína harpu stilla.«

37. Teir slógu sína harpu av armi,
brúðurin sprakk av harmi.

38. Teir slógu sína harpu av meingi,
blóð fleyt brúður í fangi.

39. Teir slógu sína harpu av móði,
brúðurin fleyt í blóði.

 

At telja jólini – Stat op Sankta Simeon

Stat op Sankta Simeon, Simeon var den første,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Stat op Sankta Simeon, Simeon var den anden,
2 lovens tavler,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Stat op Sankta Simeon, Simeon var den tredie,
3 patriarker, Abraham, Isak og Jakob,
2 lovens tavler,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Stat op Sankta Simeon, Simeon var den fjerde,
4 evangelister,
3 patriarker, Abraham, Isak og Jakob,
2 lovens tavler,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Stat op Sankta Simeon, Simeon var den femte,
5 mosebøger,
4 evangelister,
3 patriarker, Abraham, Isak og Jakob,
2 lovens tavler,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Stat op Sankta Simeon, Simeon var den sjette,
6 var de stenkar, som var sat i Kan’ i Galilea,
5 mosebøger,
4 evangelister,
3 patriarker, Abraham, Isak og Jakob,
2 lovens tavler,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Stat op Sankta Simeon, Simeon var den syvende,
7 er vor skabelse,
6 var de stenkar, som var sat i Kan’ i Galilea,
5 mosebøger,
4 evangelister,
3 patriarker, Abraham, Isak og Jakob,
2 lovens tavler,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Stat op Sankta Simeon, Simeon var den ottende,
8 er vor salighed,
7 er vor skabelse,
6 var de stenkar, som var sat i Kan’ i Galilea,
5 mosebøger,
4 evangelister,
3 patriarker, Abraham, Isak og Jakob,
2 lovens tavler,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Stat op Sankta Simeon, Simeon var den niende
9 er vor englekor,
8 er vor salighed,
7 er vor skabelse,
6 var de stenkar, som var sat i Kan’ i Galilea,
5 mosebøger,
4 evangelister,
3 patriarker, Abraham, Isak og Jakob,
2 lovens tavler,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Stat op Sankta Simeon, Simeon var den tiende,
10 er de ti Guds bud,
9 er vor englekor,
8 er vor salighed,
7 er vor skabelse,
6 var de stenkar, som var sat i Kan’ i Galilea,
5 mosebøger,
4 evangelister,
3 patriarker, Abraham, Isak og Jakob,
2 lovens tavler,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Stat op Sankta Simeon, Simeon var den ellefte
11 var disciplerne,
10 er de ti Guds bud,
9 er vor englekor,
8 er vor salighed,
7 er vor skabelse,
6 var de stenkar, som var sat i Kan’ i Galilea,
5 mosebøger,
4 evangelister,
3 patriarker, Abraham, Isak og Jakob,
2 lovens tavler,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Stat op Sankta Simeon, Simeon var tolvte,
12 var apostlene,
11 var disciplerne,
10 er de ti Guds bud,
9 er vor englekor,
8 er vor salighed,
7 er vor skabelse,
6 var de stenkar, som var sat i Kan’ i Galilea,
5 mosebøger,
4 evangelister,
3 patriarker, Abraham, Isak og Jakob,
2 lovens tavler,
1 er den Herre Gud, som regerer alle ting.

Gáturíma

1. Hoyrið tit í hesi høll,
innan ein av teim,
hvussu árla legði hann brots,
farin í annan heim.

Her er gott at dansa!
Stovan hon er nýggj,
stokkar eru av stáli gjørdir,
takið er av blýggj.
Her er gott at dansa!

Ella:

Treðum lættliga dansin!
Dagurin skínur so fagurliga,
komið er hægst á summarið

2. Gestur villur frá høllini gongur,
blindur er hann og fáur,
møtir hann einum gomlum manni,
allur í hárum gráur.

3. Møtir hann einum gomlum manni,
allur í hárum gráur:
Hví ert tú, Gestur blindi, villur,
hví ert tú so fáur?

4. Tað er ei so undarligt
at eg eri tungur til máls:
illa volda gátur mær,
í morgin missi eg háls.

5. Tað er ei so undarligt,
at eg eri tungur og stríður:
illa volda gátur mær,
í morgin missi eg lív.

6. Hvussu mikið reyðargull
vilt tú geva mær,
eg gangi inn fyri Heiðrik kong
og gátur kenni har.

7. Tólv merkur í reyðargulli,
tað skal verða títt,
gongur tú inn fyri Heiðrik kong
og loysir høvur mítt.

8. Gakk tú tær í grasgarð
og ráð fyri tínum bú:
eg gangi inn fyri Heiðrik kong
og gátur kenni nú.

9. Tríati eru gáturnar,
git mær ein’ av teim:
Hvussu eitur sá reyða trumma,
ið slær yvir allan heim?

10. Vita man eg gátuna,
eg giti ta fyrstu av teim:
Toran eitur sá reyða trumma,
ið slær yvir allan heim.

11. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veits tú teir grannar:
ganga báðir um einar dyr,
og hvørgin kennir annan?

12. Hugur mín og hugur tín
teir eru einir grannar,
báðir ganga um einar dyr,
og hvørgin kennir annan.

13. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir brøður:
liggja úti á útskerum
og hava ei faðir og møður.

14. Eystfallið og vestfallið
mega væl kallast brøður,
liggja úti á útskerum,
og hava ei faðir og møður.

15. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvat man tað nú vera:
bleytt sum dún og hvítt sum fonn
og hart sum hornið harða?

16. Hoyr meg, Gestur blindi,
eg gátuna kenna mann:
sjógvurin bæði bleytur og harður,
hvítt stendur brim á land.

17. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veksur sá viður,
rótin horvir til himmals upp,
og skarið horvir niður?

18. Glerpípan í homrum uppi
hon er eingin viður,
rótin horvir til himmals upp,
og skarið horvir niður.

19. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir skógvir,
høgdir verða á hvørji helgu,
tó er viður nógvur?

20. Skeggið er á hvønsmans høku,
tað er eingin skógvur,
rakað verður á hvørji helgu,
tó er viður nógvur.

21. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir brøður,
vaksa upp í eini høll,
hava ei faðir og møður?

22. Torvkongul og brennistein
teir eru einir brøður,
vaksa upp í eini høll
og hava ei faðir og møður.

23. Súgvin gongur til sína skemmu,
glymur á grønari grund,
galtar grynta, grísar stynja,
hvørt av sínum munni.

24. Vita man eg gátuna,
eg sigi tað allvæl satt:
hamari er í hvørji smiðju,
hann fellur rætt og slætt.

25. Vita man eg gátuna,
er mær ei á tí hól:
Óðin ríður sínum hesti
bæði á land og sjó.

26. Vita man eg gátuna,
eg fari ei við tí hátt:
Óðin ríður sínum hesti
bæði á dag og nátt.

27. Óðin gjørdist villini fuglur,
fleyg sær út úr høll,
brendist inni Heiðrik kongur
og har til hirðin øll.

28. Óðin gjørdist villini fuglur,
fleyg sær út í hav,
brendi inni Heiðrik kong
og alt tað lið, har var.

Velbastaðmenn kvøða Gáturímu

Seyðaríman

1. Gusti eitur ein seyðamaður,
vil eg for ydrum greina,
hvørja nátt á skóginum burt
onga svevur hann heima.

Há trummar í høll,
hermenn ríða fram,
jomfrú leikar í lundum
við tann edilmann.

2. Gusti kemur á kvøldi heim,
hann sigur for bónda sínum.
eg síggi ikki ær ella lamb
og einki av seyði tínum.

3. Gusti kemur á kvøldi heim,
hann sigur bóndanum frá.
eg síggi hvørki ær ella lamb
uttan ærina grá.

4. Gusti kemur á kvøldi heim.
hann sigur bónda frá neyð,
eg havi tapt tygara fæ
væl fimm hundrað seyð.

5. Tú manst gera gagnið tað,
tú rósar ongum dúgum (dygdum)
Tórður skal í morgin av stað,
og trúgvi tær ongar lygir. (lygnir)

6. Brøður klæðast árla morgun,
eg sigi tær av tí sanna,
ganga so báðir á tumliðuni,
og eingin við teimum annar.

7. Ganga teir allan hendan dag,
skógvurin tók at skelva,
tokan legðist í dalin niður,
hamrar luktist í erva.

8. Hoyr tú Torvaldur bróðir mín,
far tær oman til manna,
eg skal meg í hendan dag
norð í botn at kanna.

9. Hoyr tú Torvaldur bróðir mín,
ger eftir mínum vilja,
her liggja nú vegir tveir,
her skulu vit skiljast.

10. Tórður gongur seg niðan við á
land ber so at liggja,
tá sá hann í einum dali
alt sítt fæ at liggja.

11. Tórður gekk seg niðan við á,
kinn bar hann so fína,
tá hann sær ímóti ganga,
eina moyggj so fríða.

12. Tórður tekur bjarta brúður
undir kápu sína,
tá fekk hann so søtan koss,
at vørrin vætti vín.

13. Tórður tekur bjarta brúður
undir kápu blá,
tá fekk hann so søtan koss,
at vín á vørrum lá.

14. Tá tók tokan at lætta í,
nú elvist meira treyt,
Tórður móti Tornagrund   (Tórunn á Grund)
blomstur hvarv á breyt.

15. Nú møtir honum ein gamal maður,
høgur var hann sum bolli,
eittans hár á hesum dára
toppur á miðum kolli.

16. Hoyrið Tórður Torgeirsson,
sig mær satt frá hóti,
sást tú nakra bjarta brúður
ganga tær ímóti.

17. Sást tú tær ímóti ganga
bjarta beygalín,
hoyr tú Tórður Torgeirsson,
tað var dóttir mín.

18. Tórður so til orða tekur,
svør á sína lund,
tað er ikki trøllum líkt
at eiga so fagurt sprund.

19. Far tú teg í firðin heim,
brúdleypsfólki at bjóða,
eg fari aftur í helli mítt
bæði at steikja og sjóða.

20. Bjóð tú ongum hálvum hala
her á hesari ferð,
men um tú býður eitt hundrað mans,
so væl líkar tað mær.

21. Tórður fór í firðin heim
brúdleypsfólki at bjóða,
Kolbjørn fór aftur í helli sítt
bæði at steikja og sjóða.

22. Tórður fór í firðin heim
kvøði eg um tað sanna,
nú møtir hann Torvaldi bróður sínum
fyrstur av kristnum manna.

23. Tú hevur givið teg trøllum í vold,
kvøði eg um tað sanna,
tað er mítt ráð, hvat Kolbbjørn segði,
bjóð tær mongum manna.

24. Tórður so til orða tekur,
tað skal vera vist,
øllum skulu vit bjóða heim,
ið teir vilja síðst.

25. Brøður klæðast árla morgun
kvøði eg um tað sanna,
ganga so báðir av tumlinuborg,
og eingin við teimum annar.

26. Bjartar sóu teir eldar brenna,
høgar ketlar hanga,
brøður tveir úr brenskari lund (bernskari)
ræddir í hellið ganga.

27. Bryggið stórt á gólvi stóð,
sum fæið var sligið til deyða,
hoyr tú Torvaldur bróðir mín,
vit skulu at ketlum sneiða.

28. Tá kom ein í gildið inn,
ikki hevði verið fyrr,
honum fylgdi hálvhali,
hann so settist við dyr.

29. Víða havi eg um landið farið,
spurt av keypi tínum,
Tórður vilt tú bjóða mær
og fáraneyti mínum.

30. Víða hevur tú um landið farið,
spurt av villari dáðu,
Gestur eg vil bjóða tær
gjarna tykkum báðum.

31. Duki og duki hoyrdist fyrst,
látur og mikil gleim,
Kolbjørn heilsar Geira og Gap
og Glettu og øllum teim.

32. Duki og duki hoyrdist fyrst,
látur og skríggið langa,
Kolbjørn heilsar katrisveig  (kátari sveit)
og ræður so fyri at ganga.

33. Vísti hann teimum á annan bonk,
hann fekk teim sess at sita,
man ikki gamli Glymrageiri
til hesa veitslu vitja.

34. Eg beyð ongum hálvum hala,
tað segði eg tær fyrr,
lítið er mær um bikkju ta,
ið situr har við dyr.

35. Lítið er mær um bikkju ta,
ið har situr við vegg,
tílíkan ongan annan sá,
hon er mær ikki tekk.

36. Eg beyð ongum hálvum hala,
tað segði eg tær fyrr.
Tá tók at vaksa vandi meir,
tá kom Geiri í dyr.

37. Kolbjørn so til orða tekur
hesi jólini líða,
hvat skulu vit til skemtan hava,
knútukast ella glímast.

38. Tórður tú skalt loyva tær,
tó at Kolbjørn teg lastar,
best man eg, segði Gestur,
taka við knútukasti.

39. Glámur tók upp oksalegg,
á borði lá fyri sveini,
Gestur hendi hann á loft
og tók so væl við beini.

40. Aftur førdi hann oksalegg,
nú kvøði eg rímu langa,
eg veit tann vám á illum dám,
kjálkar sundur ganga.

41. Aftur førdi hann oksalegg,
hann sipaði fast at Gesti,
tað var Glúpur og Glymrajall,
teir lótu ei leingi fresta.

42. Aftur førdi hann oksalegg,
hann helt um brandin beyga,
Glámur misti glimrið sítt,
tá kom puss í eygað.

43. Kolbjørn so til orða tekur,
biður teir leikin lætta,
fáist ikki við fellið aftur,
lat ikki friðar frætta.

44. Kolbjørn talar til Geira og Gap,
tit gangið á song á sinni,
hirði um ongan annan tá,
nú hann svevur har inni.

45. Sovnaðir vóru tá jáknir tólv,
fast av miklum móði,
Gestur talar til bróður tveir,
tit bjóðist nú um við ljóði.

46. Gestur fór í hellið aftur,
tit tað leggið í minni,
hann førdi av lívið jáknir tólv
og gekk so burtur á sinni.

47. Tórður tekur bjarta brúður
undir kápu sína,
tá fekk hann so søtan koss,
at vørrin vætti vín.

48. Tórður tekur bjarta brúður
undir kápu blá,
tá fekk hann so søtan koss,
at vín á vørrum lá.

49. So troðaði Gestur hellisgólv,
sum tað var bleyta leir,
Kolbjørn vaknar úr svøvni upp,
hann rópar nú fast á Geir.

50. Statt upp gamli Glymrageiri,
so tit garpar báðir,
Tórður er horvin við Tornagrund,
hann eykar oss ongar náðir.

51. Statt upp Skrukkan móðir mín,
tú gakk á krossin í erva,
kom so okkum óvart at,
vit skulu undir í neðra.

52. Mikið var Skrímslið skirsli tá,
ið kessan leyp av bræði,
ikki var frúgvin skroypilig,
skinn hevði hon til klæði.

53. Gestur tekur seg aftur um bak,
hann hoyrir nú jáknir ganga
nú eru treytir á at vinna,
harðar glímur og langar.

54. Torvaldur tú skal Gap ímót,
orku alvæl inna,
Tórður skal mót verpápanum,
tolir hann ikki minna.

55. Sjálvur skal eg mót Glymrageira,
orku alvæl troyta,
Snati skal mót kellingini,
slíkt skulu vinir eita.

56. Gestur gekk tá grúur á bak,
har breyt hann rygg úr flagdi,
nívdi hann henni for høgan foss,
og so doyði hon av bragdi.

57. Hann snaraði høvdið av Glymrageira,
tá gekk Gap í deyða,
síðani veittu teir Tórði lið,
tí rekkur var staddur í neyð.

58. Kelling er á homrum uppi,
rullar oman grót,
Snati er í dølum niðri,
sneiðir henni ímót.

59. Snati fór úr dølum upp,
foruttan angist og sút,
so treiv hann í kellingakvið,
at indirini hingu út.

60. Tú hevur givið mær gull og fæ,
bjarta brúður og ljósa,
Gestur tak nú gjald ímót,
sum tú vilt sjálvur kjósa.

61. Eina bøn, ið eg teg biði,
hana vil eg á teg heita,
mat og drekka og rúm á skip,
tað skalt tú mær veita.

62. Hoyrt havi eg gitið sankt Ólav kong,
hvar ið hann ræður for landi,
tað er so blítt at sigla vítt,
sum snekkjan stendur á sandi.

Há trummar í høll,
hermenn ríða fram,
jomfrú leikar í lundum
við tann edilmann.

Hendan uppskriftin er frá Tróndi á Trøð.

Upptøka á Velbastað 4. februar 1959