Ølsmakking og tónleikur

Leygarkvøldið 23. oktober kl 20 verður ølsmakking í Sólarmagni.

Ølkennarin Heri Petersen skipar fyri og fer at greiða frá um ymisku serølirnar.

Aftan á ølsmakkingina kemur Sámal Ravnsfjall á gátt at spæla nøkur løg.

Kostnaður fyri tiltakið er 250 kr.

Tilmelding í seinasta lagið 16. oktober.

Goldið verður á konto 6460-4211342 í Bank Nordik. Viðmerk “ølsmakking” á flytingina.

Húsið letur upp kl. 19.30

Kom bara inn, eg skal ikki gráta

Einrøðuleikurin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” verður framførdur í Sólarmagni 6. oktober kl. 20

Leikrit & leiktjórn: Ria Tórgarð
Sjónleikari: Jógvan Andrias Joensen
Tónleikari: Edvard Nyholm Debess

Í fleiri ártíggju var veruleikin í Føroyum tann, at sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar fyri at fáa viðgerð fyri sjúkur.Høvuðspersónurin í leikinum hevur Calve Perthes, ein mjadnasjúka, ið kann hava við sær, at sjúklingurin fær álvarsligar rørslutrupulleikar, um ikki sjúkan verður viðgjørd alt fyri eitt, tá hon verður uppdagað.

Føroyingar við nevndu sjúku og familjur teirra, hava ivaleyst havt ymsar avbjóðingar. Lítið er granskað á hesum øki, so vit vita lítið um hvørji hjáárin stóðust av at smábørn vóru send burtur.Talan er um einrøðuleik, sum setir fokus á hetta viðkvæma evnið.

Hugskotið stavar frá Jógvan Andrias Joensen, sum sjálvur fekk staðfest sjúkuna í 1963 – og 3 ára gamal varð sendur á Refsnes í Kalundborg, har hann varð innskrivaður í meir enn 2 ár.

Atgongumerki til leikin fæst her: https://www.atgongumerki.fo/…/kom-bara-inn-eg-skal-ikki…

Nevndin í Sólarmagni

Á aðalfundi felagsin 5. september 2021 vórðu tveir nýggir nevndarlimir valdir. Tey vóru Borgny Jacobsen og Einar Brimnes.

Nevndin í Sólarmagni er nú mannað við John Dalsgarð formanni, Teiti Heindriksson næstformanni, Einar Brimnes kassameistara, Dánjal Petur Jensen skrivara og Borgny Jacobsen. Tiltakslimir í nevndini eru Eyðfinnur í Búðini og Hjørdis Heindriksdóttir.

Limabræv – februar 2020

Í ár verður okkara góða bygdafelag, Sólarmagn, 125 ár. Felagið varð stovnað í Kirkjubø 10. mars 1895. Vit fara í tí sambandi at hátíðarhalda dagin við at hava opið hús í nýumvældu felagshúsinum á Skarðasteini á Velbastað sjálvan føðingardagin, tá øll eru vælkomin á gátt at síggja nýumvældu hølini og njóta eina hugnaløtu við ymiskum tiltøkum á skránni.

Sunnudagin 8. mars 2020 kl. 16 verður ársaðalfundur. Umframt føstu skránna á aðalfundinum við formansfrágreiðing og vali av nevndarlimum, fer Jenny Petersen stjóri á Tjóðpalli Føroya at siga frá støðuni hjá leiklistini í Føroyum í dag. Hon fer eisini at tríva í ymiskt, sum hon minnist og veit um av sjónleiki, sum hevur verið í Sólarmagni.

Týsdagin 10. mars kl. 19 verður hátíðartiltak í Sólarmagni fyri bygdafólkunum og øðrum innbodnum, har høvi verður hjá øllum at síggja nýumvældu hølini og fáa ein kaffimunn. Á skránni verða røður, framløgur og tónleikur.

Hóskvøldið 27. februar kl. 19.30 hittast tey, ið hava hug at kunna seg meira um staðanøvn á Velbastað og vera við til at seta staðanøvnini inn á teldutøkt kort, sum Havnar kommuna hevur útvegað til endamálið.

1. juni, 2. hvítusunnudag, verður farið útferð suður í Hálvdanshús, sum er sunnanvert Kambin. Hálvdanshús er eitt gamalt vakhús frá sjórænaratíðini, sum kirkjubøingar hava bygt uppaftur fyri nøkrum árum síðan.

Eitt vikuskifti í juni er ætlanin at hava eitt felagstiltak við tónleiki og grill.

Tiltøkini verða nærri lýst á Facebook-síðuni hjá Sólarmagni og á heimasíðuni solarmagn.fo, har meira fæst at vita um felagið og virksemið í felagnum.

Limir, sum ikki hava fasta flyting og sum ikki hava goldið limagjald fyri 2020, fáa eina serliga áheitan um at gjalda limagjald.

Í sambandi við umvælingina av húsinum hevur felagið fingið góðan fíggjarligan stuðul frá kommununi og alifyritøkuni Luna. Fyri stuðulin frá kommununi er húsið umvælt bæði uttan og innan. Fyri stuðulin frá Luna hava vit keypt nýggj borð, nýggjan køk, nýggj wc, nýggjan komfýr og uppvaskimaskinu. Felagið hevur harumframt gjørt íløgu í aðra henta útgerð, so sum stórskíggja og teldu, umframt at ætlanin er af seta upp nýggjar ljóskuplar í felagshølinum. Heitt verður í tí sambandi á limirnar um at stuðla felagnum eftir førimuni við einari peningaupphædd. Limagjald og stuðul kunnu flytast á konto felagsins í BankNordik: 6460 4211342.

Við felagskvøðu