Nevndin í Sólarmagni skipað seg

Á aðalfundinum 25. september 2022 varð Jensia Maria í Búðini á Velbastað vald til forkvinnu og Borgny Jacobsen á Velbastað til næstforkvinnu. Eisini varð Elisabeth Strømsten á Velbastað varð vald nýggjur nevndarlimur. Aðrir limir í nevndini eru Einar Brimnes á Velbastað og Teitur Heindriksson í Kirkjubø.

Nevndin hevur síðan skipað seg við Einari Brimnes sum kassameistara, Elisabeth Strømsten sum 1. skrivara og Teiti Heindriksson sum 2. skrivara.

Ársaðalfundur í Sólarmagni

Ársaðalfundur varð hildin 25. september 2022

Formaðurin beyð vælkomin og tók samanum frá nevndarvalinum frá seinasta aðalfundi, sum var 5. september 2021.

Formaðurin bað fundarfólkið í tøgn eina løtu minnast Ingrið Sondum, ið andaðist 7. desember 2021, og sum áður hevði verið forkvinna og nevndarlimur og øll síni ár trúgvur limur og suðul í felagnum.

Formaðurin greiddi frá virksemi felagsins í 2021:

Av tiltøkum, sum felagið hevur skipað fyri ella verið við til at skipa fyri í 2021 kann nevnast tiltakið Summarsól, ið varð hildið á Gerðisbreyt 19. juni.

6. oktober vóru Jógvan Andrias Joensen og Edward Nyholm Debes í Sólarmagni og framførdu leikin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”. Tað var næstan fullsett.

23. oktober varð skipað fyri ølsmakking í Sólarmagni. Ølkennarin Heri Petersen var og greiddi frá ymisku sløgunum av øli. Eini 40 fólk vóru til smakkingina.

Av øðrum virksemi í húsinum í 2021 vórðu nevnd hugnakvøld fyri børn og ung, og at bindikonurnar hava hitst annaðhvørt mikukvøld vetrarhálvuna, sum siður hevur verið í mong ár.

Somuleiðis hevur felagshúsið verið leigað út til smærri veitslur og tiltøk, umframt at Heilbrigdi hevur leigað húsið til ymiskt virksemi, m.a. familjutiltak o.a.

Roknskapur

Formaðurin greiddi síðan frá roknskapinum, sum Regin Klargaard grannskoðari felagsins hevði sett upp og grannskoðað.

Inntøkur felagsins í 2021 vóru íalt 110.850 kr, harav 50.000 vóru í stuðli frá Tórshavnar kommunu, góðar 12.000 kr vóru frá limagjaldi og limastuðli, 35.800 vóru frá lúteigan av felagshúsi, og 8.350 frá felagstiltaki. Eisini gav tiltakið Summarsól eitt avlop uppá 2.925 kr, umframt at bindikonurnar lótu felagnum 1.500 kr í stuðli.

Útreiðslurnar til íløgur í húsarhaldstól og ljóðanlegg, umframt kostnaðurin av virkseminum í 2021 vóru íalt 75.766,60 kr. Avlopið í árinum var 33.917 kr.

Nevndarval

Eftir hetta fór fram val av nevndarlimum. Fyri vali stóðu John Dalsgarð, formaður, Teitur Heindriksson, næstformaður, og Dánjal Petur Jensen skrivari og nevndarlimur. John boðaði frá, at hann stillaði ikki uppaftur.

Til forkvinnu valdi fundurin Jensiu Mariu í Búðini, til næstforkvinnu varð Borgny Jacobsen vald og Elisabeth Strømsten varð vald nývald í nevndina. Teitur Heindriksson tók við vali sum nevndarlimur fyri Borgny, sum varð vald til næstforkvinnu.

Nevndin skipar seg við kassameistara, umframt 1. og 2. skrivara.

Fundurin valdi eisini Eyðfinn í Búðini og Hjørdis Heindriksdóttir at halda fram sum tiltakslimir í nevndini.

Fundurin gjørdi av, at limagjaldið skuldi vera óbroytt 200 kr um árið.

Eingi innkomin mál vóru.

Undir ymiskum vóru ymisk tiltøk umrødd, eitt nú at skipa fyri ymiskum ítrivi, so sum borðspølum og dart fyri vaksin, umframt at fáa gongd aftur á føroyska dansin í húsinum í vetur, eitt nú við at heita á Velbastaðar skúla um at bjóða børnunum at koma og dansa við í Sólarmagn, tá dansurin verður tikin upp aftur í vetur.

Vínsmakking í Sólarmagni

Vínsmakking og livandi tónleikur við Guðrið Hansdóttir leygarkvøldið 22. oktober. Tekning áðrenn 15. oktober. Avmarkað pláss.
Vínverðin er ómetaliga spennandi og fjølbroytt! Øll framleiðslan, menningin á vínmarkunum, kunnleikin til vínøkini, drúvusløg og smakkur er alt við til at gera søguna um vínið áhugaverda.
Hví er so stórur munur á smakkinum?
Hví er sumt vín súrt, sumt søtt, sumt brúsandi, sumt við garvisýru og okkurt annað beiskt?
Skal vínið drekkast meðan tað enn er ungt, ella skal tað búnast á goymslu fyrst?
Hvussu er best at smakka vínið?
Karin Visth, sum er úr Sveis, og nú býr á Velbastað, er vínkennari við stórum-V. Leygarkvøldið 21. oktober fer hon at skipa fyri vínsmakking í Sólarmagni. Frukt og grønmeti vórðu dyrkað heima hjá teimum sjálvum, og frá barnsbeini hevur Karin tí víst stóran áhuga fyri mati, ið er knýttur at staðnum. Tí avgjørdi hon at gerast kokkur, og arbeiddi á gourmet-matstovum í Sveis og Noregi.
Hon flutti til Danmarkar fyri at útbúgva seg sum vínkennari og fekk hægsta próvtal frá útbúgvingini. Síðan er hon fleiri ferðir heiðrað sum besti vínkennari í Danmark.
Í 2013 flutti hon til Føroya, har hon rekur matstovuna KOKS saman við Poul Andrias Ziska. Harumframt hevur hon verið við til at lata upp tvær aðrar matstovur, ROKS og Ræst.
Umframt vínsmakking fara vit at hoyra Guðrið Hansdóttir framføra nøkur av sínum løgum.
Kostnaðurin fyri kvøldið er 300 kr fyri hvønn. Tekning fer fram við at rinda upphæddina á konto 6460-4211342 í Bank Nordik í seinasta lagi 15. oktober. Plássið er avmarkað, so tað ræður um at vera fyrstur at tekna seg.

Aðalfundur í Sólarmagni

Aðalfundur verður í Ungmannafelagnum Sólarmagni sunnudagin 25. september 2022 kl. 16.

Á skránni er formansfrágreiðing fyri 2021, roknskapur fyri 2021 verður lagdur fram til góðkenningar, og val av nevndarlimum. Harumframt er ásetan av limagjaldi, umrøða av innkomnum málum og ymiskt á skránni.

Á aðalfundinum skulu veljast formaður, næstformaður og ein nevndarlimur.

Í nevndini í Sólarmagni sita John Dalsgarð formaður, Teitur Heindriksson næstformaður, Einar Brimnes kassameistari, Dánjal Petur Jensen skrivari og Borgny Jacobsen nevndarlimur. Tiltakslimir eru Hjørdis Heindriksdóttir og Eyðfinnur í Búðini.