Í hesi grein umrøður Jakob Jakobsen doktari føroyska dansin og kvøðingina. Hann skrivar soleiðis:
Dansur og kvøðing
Føroyski dansurin tykist at vera komin í ólag. Skal eitt kvæði ganga væl í dansi, er tað ikki kvøðingin einsumøll, ið ger munin, tó at góð kvøðing er tað, ið mest um ræður, men ofta kann dansur ganga illa, tó at væl er kvøðið, og ofta kann dansur ganga væl hjá ógvuliga neyðarsligum kvøðara, ið skipar.
Tað, ið umfram kvøðingina eigur at vera ansað væl eftir, er at fáa “orðið undir fótin”, sum tey gomlu eru von at siga. Orðið fær ein undir fótin, tá ið ein trýstir á eitt orð ella stavilsi uppá somu tíð sum ein traðkar til við fótinum, tað er: stígur fram við vinstra fóti og til viks ella aftureftir við høgra; framflytingin av høgra fóti tætt til hin vinstra roknast ikki uppí, tá ið tosað verður her um fótatraðk.
Har sum eingin trýsting ella herðing er á orð ellla stavilsi, eigur ikki at vera “traðkað”. Fótatraðk og herðing (trýsting) á orðið standa í sambandi.
Hvørt kvæðaørindi eigur at verða byrjað uppá vinstra fót, ikki bert tað fyrsta, men hvørt ørindi undan øðrum. Tey flestu leypa í næsta ørindi alt fyri eitt, sum fyrra ørindið er endað, og hugsa ikki um, hvør fótur, ið tá fram verður settur; ofta verður tað tá skeivur fótur (høgri), og so kann dansurin koma at ganga skeivur alt út eftir til endan, og hvussu væl ið kvøðið verður, fæst ikki góður dansur í lag.
Er “stigørindi” (trinrækken, tað er: tey seks stig, ið hoyra saman) ikki endað í tí, at fyrsta ørindið er endað, so eigur at vera tøvt og bíðað við kvøðing, til stigrøðin er úti, og í tí at vinstri fótur verður settur fram í nýggjari stigrøð, tá eigur ørindið at vera byrjað. Hetta hevur verið gamal siðuri Sunnbø (Sumba), og so er enn.
Av sunnbingum kann lærast, hvussu at borið skal vera fyri at fáa góðan føroyskan dans í lag. Í Sunnbø er enn tað gamla dansingarlagið við afturstigi í brúki, tøving og í niðurlaginum troking. Og har verða enn tey gomlu føroysku kvæðini kvøðin í dansi nóg meira enn aðrastaðni í Føroyum; tær donsku kempuvísurnar og í seinni tíð skillingsvísurnar hava ikki trokað tey burtur har enn. Norðanfyri yvir høvur eru ógvuliga fá gomul føroysk kvæðir eftir; meira er goymt í Sandoy og Suðuroy og eina mest í Sunnbø.
Eitt annað ólag, ið spillir føroyskan dans, er, at tey dansandi ofta ikki virða kvæðaskiparan, sum tey eiga at gera, men næstan taka ræði av honum og leypa í ørindi at byrja tey, sum teimum sýnist, uttan at hugsa um, at hetta kann vera skiparanum til stóran bága og spilla dansin.
Men skal slíkt koma at vera øðrvísi, so má tann, ið skipar, hava lært seg kvæðið væl; faftrar hann ovmikið á, kann hann spilla sín rætt burtur til at skipa kvæðið; aðrir taka tá undir at skipa, og so er fløkja í, um ikki ein er, sum dugir kvæðið væl, og sum hini vilja lata ráða.
Fyrr var hildið fyri skomm, at ein kvæðaskipari legði ørindi burtur úr ella steðgaði í dansi til at minna seg á.
(Skrivað í Várskot, Blað Føroyingafelags í Keypmannahavn nr. 8 1904. Stavsetingin er tillagað Hammershaimbs stavseting)