Falkaríman

1. Á Danimarks fløtum og á Havnar kongaborg,
ja, sama inni á Nesi, var friður og eingin sorg.
Og allir Føroya harrar seg uggaðu við tað,
at Andrass slapp at sita við frið í sama stað.

2. Tá komu norð um fjørð so dáttlig eini boð,
tá hvukku Føroya harrar, so har fór alt á flog,
teir sendu boð til Andrass – so hart gekk fjáltur á-
at skunda sær til Føroyar og leggja doyin á.

3. Og Andrass leyp í eldvognin, tað var alt í ein hast,
at hann kom sær til Bergen, men nú stóð skorðað fast,
tí har var einki far til at fáa yvir um fjørð,
hann visti ikki, hvar hann var, í himni ella á jørð.

4. Eitt neyðarróp so eymkiligt tá fleyg um hav og fjøll,
so Neslíð stóð í skriðum, og kyk gekk kongsins høll,
og Dimma stóð í loga, alt vóð í trøllagleim,
hann liggur fastur í Bergen og sleppur ikki heim.

5. Ein góður gamal siður tað var at keypa ross,
og hesir høgu harrar vóru heldur eingi kloss,
teir sendu boð til Falkin, alt fór so eftir vild,
at skunda sær til Bergen og har at keypa sild.

6. Í Íslandi var Falkurin, tá hann fekk hesi boð,
brátt løgir hann kanónirnar, og tað var sum eitt flog,
hann legði út av Reykjavík, tá brakaði hvør spong,
hann kolar bæði nátt og dag at heinta dýran fong.

7. So mong ein føgur snekkja fyrr gisti á Bergens vág,
men norðmenn úti á Norðnesi nú allir undrast á,
at hagar kemur herskip við Dannibrók á stong
at keypa sild – tey tíðindi, tey munnu vera rong.

8. Nei har var einki sildakeyp, ei Føroyum trýtur agn,
tað sóu teir á Andrassi, tað var til annað gagn,
at Falkurin var komin, tað galt at redda nú
tað embætismannavaldið í Føroyu, átti búð.

9. Tað stendur nú í váða, tað embætismannavald,
og Andrass hann er kletturin, sum gevur teimum hald,
og gleppur tað av honum, fær fólkið aftur ráð,
tí má kosta henda “falkaferð”, tað stendst hvat av, ið má.

10. Og Andrass steig um falkaborð, og fróur var hann tá,
men fróari vóru harrarnir, tá Falkur á vánni lá.
Einar seks túsund krónur sigst kosta henda ferð,
Men nú er Andrass komin, nú hava teir hann her.

11. Seks túsund at spandera fyri embætismannamakt,
tað líkist skili í Føroyum, sum fyrr er frá sagt.
Teir spara til einkjuna, so neyðstødd hon er,
men sína makt at lívga, tá einki óført er.

Tingakrossur 19.5.1915. (Hans A. Djurhuus?)

Leave a Reply

Your email address will not be published.