Fípan fagra

1. Skalli undir fjalli býr,
garpar til hann ríða:
tað var honum til eydnu lagað,
hann átti dóttur fríða.

2. Tað var henni til eydnu lagað,
hon skyldi akur goyma:
sat hon úti árla og síðla,
kundi ikki vánir gloyma.

3. Frúgvin sat úti og seymaði
eina morguntíð;
hon sær skip eftir havi koma
beint fyri grønari líð.

4. Frúgvin sat úti og seymaði
eina morgunstund,
hon sær skip eftir havi koma
beint fyri grønari lund.

5. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand:
fyrstur steig hann Eirikur
sínum fótum á land.

6. Eirikur gongur frá strondum niðan
ein við ongar sveinar,
hann sær frúgv við akur sita,
talar við hana eina.

7. Eirikur stendur á teiginum
sínum orðum byrjar:
“Hví sita tygur so einliga?”
tað ræður hann fyrst at spyrja.

8. “Tað var mær til eydnu lagað,
eg skuldi akur goyma
siti eg úti árla og síðla,
eg kann ikki vánir gloyma.”

9. “Eg vil teg við sømdir fá,
ást og góðan vilja,
føra teg so til hallar heim
og teg frá vánum skilja.”

10. Legði hann hendur um frúnnar háls,
biður hana sæla sitja:
“Skipið er tætt, tað liggur í ætt,
annar kemur tín at vitja.”

11. Eitt kom æl af útnorði,
trøll og trylskir veita,
frúgvin kastar sax og seym,
skuldi til húsa leita.

12. Frúgvin kastar sax og seym,
skuldi til húsa gá,
hon varð føst við jørðina
náddi ikki upp at stá.

13. Hon varð føst við jørðina
náddi ikki upp at stá:
gullkambur í hári á henni,
hondin oman á.

14. Frúgvin kastar sax og seym,
skuldi til húsa fýsa,
hon sær skip eftir havi koma,
ælið tók at lýsa.

15. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann risin
sínum fótum á land.

16. Risin gongur frá strondum niðan,
ein við ongar sveinar,
hann sær frúgv við akur sita,
talar við hana eina.

17. Risin stendur á teiginum,
sínum orðum byrjar:
“Hví sita tygur so einliga?”
tað ræður hann fyrst at spyrja.

18. “Tað var mær til eydnu lagað,
eg skuldi akur goyma,
siti eg úti árla og síðla,
kann ikki vánir gloyma.”

19. Risin stendur á teiginum,
rystir skeggið svarta:
Fípan fagra møðig græt,
og bleytt er barnsins hjarta.

20. Kjaftur hans er ógviligur,
nasarnar tær eru langar,
so eru hansara kjálkabein
sum fjórðung var at ganga.

21. Nasarnar eru sum neystadyr,
ennið hevur hann fatt,
eyguni eru sum tjarnir tvær,
nú sigi eg tær satt.

22. Skeggið er sum sótið svart,
flýtur niður á bringu,
neglirnar eru sum bukkahorn,
alin fram av fingri.

23. Risin stendur á teiginum,
rystir skeggið hvíta:
“Blás tú mær av einum strá!”
so vildi hann fljóðið svíkja.

24. Hon blæs honum av einum strá,
meinti, einki skuldi saka,
hon varð leys frá jørðini,
hann mundi hana burtur taka.

25. Tekur hann hana á bak sítt upp,
ongum sigir frá,
ber hana so til strandar oman
móti teirri bylgju blá.

26. Tekur hann hennara gula hár,
fast við súðir bindur,
Fípan fagra møðig græt
og næst av harmi springur.

27. Løgdu undan Álafossi
heim við ongar árar,
so var at líta á vøru hans
sum vindur foykir bárur.

28. Tekur hann hana á bak sítt upp,
tað man honum ikki bella,
ber hana so í fjallið upp,
tað eitur Oknarhelli.

29. Tekur hann hennara gula hár,
fast við reipum bindur,
Fípan fagra møðig græt
og næst av harmi springur.

30. Risin liggur við orni fram,
fullur av øskukrási:
“Grát ikki, Fípan, fagurligt fljóð!
fátt verður tær á vási.”

31. Risin fer á skógin burt,
villini djúr at veiða,
kelling vappar úr vánum fram,
tekur nú bond at greiða.

32. Kellingin vappar úr vánum fram,
ger nú fljóðið fegið:
“nú man vera fyri Gjøtils heyg
og komin at endadegi.”

33. Kellingin vappar úr vánum fram,
tekur nú fljóðið fegna:
“trý ynskir skal eg ynskja tær,
øll tey skulu tær gegna.

34. Tá ið tú kemur í skógvin fram,
tú sær risan renna,
ynsk tær bæði bjørg og vatn,
og høgan eld at brenna!

35. Tá ið tú kemur í trongan skógv,
tú hav væl onnur klæði,
rív upp á teg bjørkuvið,
tað javnt við jørðina dragi!”

36. Risin kemur av skóginum heim,
saknaðist fljóð av bondum,
hann visti sær eingi svinri ráð,
hann tók sína móður á hondum.

37. Tekur hann hennara búk og bein,
kastar á hurðarás:
“Ligg nú her fyri Gjøtilsheyg,
í kvøld til øskukrás!”

38. Risin tekur jarnstongina,
titar títt um stund,
fljóðið var ikki fegið við tað,
leit seg aftur á fund.

39. Tá ið hon kom á skógvin fram,
hon sær risan renna,
ynskti sær bæði bjørg og vatn
og høgan eld at brenna.

40. Drekka mundi hann vatnið,
sløkkja mundi hann bál,
tá ið hann kom at bjørginum,
springa mundi hann tá.

41. So ríður frúgvin henda dag
fagrar fløtur og fríðar,
hon sær heim í kongsins garð
so mangan riddara ríða.

42. Hon kom har so síðla á degi,
mikil var mannatrongd,
bað hon ein duravaktara
veita sær inngongd.

43. Uttarlaga sær sessin tók,
mist hevði gleði og teiti,
bjarta brúður á beinki situr,
spyr, hvat navn hon eitur.

44. “Mítt er ikki navnið títt,
tað til navns at leita,
tað er mítt hitt hægsta navn:
Nævurbussa eg eiti.”

45. “Navn hevur tú av neyðum fingið,
so tíni klæði skorin,
tað er ikki á tínari ævi,
tú hevur tað tílíkt borið!”

46. Eirikur kemur av skóginum heim,
sær tey merki stór:
“Hvør er her til hallar komin,
síðan eg heiman fór?”

47. Svaraði hansara sæla móðir,
silki situr og tvinnar:
“Her er eingin til hallar komin
utan ein fátæk kvinna.”

48. Eirikur talar til sveinarnar,
tógva ella tríggja:
“Leiðið mær frúnna í hallina inn,
nú vil eg hana síggja.”

49. Hon reiv av sær bjørkuvið
umframt onnur klæði,
silkiserk og skarlak reyð,
tað javnt við jørðina dregur.

50. Frúgvin varð leidd í hallina inn,
tá lýsa tók á enni,
allar tær, ið inni vóru,
bliknaðu tá fyri henni.

51. Frúgvin gongur at borðinum,
tekur í dúkin dýra,
seymar skjótt og skundisliga,
kundi væl nál at stýra.

52. Eg havi lovað heitstreingi,
tað skal eg væl enda:
hesa frúgvu at festa mær
men hina aftur senda.

53. Frúgvin varð sett millum moyggja,
Eirikur millum dreingir –
eg kann ikki kvøða tað,
ið yrkt er ikki longur.

Leave a Reply

Your email address will not be published.