Flóvin Bænadiktsson

1. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar sínar.

Lati meg sova á tínum armi, ríka jomfrúa!

2. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar tólv.

3. Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar sínar,
møtti henni Flóvin Bænadiktsson
undir so grøna líða.

4. Tað var Flóvin Bænadiktsson,
hann tók hana í sín favn:
“Gud fyriláti tær, søta mín,
tú lovaðist annan mann.”

5. “Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frændur fleiri,
tá kom sorgin í mítt bróst
og ikki gleðin meiri.

6. Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frændur flestu,
tá kom sorgin í mítt bróst
og ikki mín gleðin besta.”

7. “Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega,
eg skal sláa Hermann í hel
og draga so [av] landi med teg.

8. Hoyr tú, frúgvin Marita,
er tað við tín vilja,
eg skal sláa Hermann í hel
og teg frá honum skilja.”

9. “Hoyr tað, Flóvin Bænadiktsson,
tað er ikki við mín vilja,
tann sami Gud, os saman kom,
hann kann os best at skilja.”

10. Marita snúðist haðan burt
í tí sama orði,
hon kom ikki fyrr til hallar heim,
enn Hermann sat yvir borði.

11. “Hoyr tú, frúgvin Marita,
hví hava tíni eygun so runnið,
tú hevur verið við kirkju í dag,
og Flóvan hevur tú funnið.”

12. “Eg var meg við kirkju í dag,
men Flóvan ikki fann,
har misti eg mínar gullringar burt
og so mítt reyðargullband.

13. Hoyr tað, harra Hermann,
hvat eg beri fyri brósti,
vigin er mín sæli faðir,
forðum drongur treystur.”

14. “Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega,
eg skal ríða á markir út
hans banamann at vega.”

15. Tann fyrsta píl, í skógnum varð skotin,
hon var gjørd av stál,
hon fleyg fyri harra Hermans bróst,
hon standsaði hans mál.

16. Tann onnur píl, í skógnum varð skotin,
hon varð skotin av treysti,
hon fleyg fyri harra Hermans bróst,
hann fell av sínum hesti.

17. Svaraði harra Hermann,
hann fell av hesti sínum:
“Gud hann kvøði um heilsuna,
og heilsa Maritu míni!

18. Gud hann kvøði um heilsuna
og heilsi Maritu míni,
bæði væl og høviskliga
behaldi hon ævi sína!”

19. Gevið ljóð og lýðið á,
eg kvøði, sum eg kann,
syrgilig bóru tey boðini
fyri Maritu fram.

20. Frætti tað Flóvin Bænadiktsson,
hann sat í búnum talvi,
deyður er harrin Hermann,
so reystur drongur av alvi.

21. Tað var Flóvin Bænadiktsson,
hann sópaði talvið saman,
biður gott fyri riddarans sál,
helsti var hann gamal.

22. “Saðlum várar hestarnar
og ríðið undir oy,
nú skal festa einkjuna,
eg fekk hana ikki moy!

23. Saðlum várar hestarnar,
ríðið gjøgnum lund,
nú skal festa einkjuna,
tað hitt væna sprund!”

24. Flóvin býður Maritu
í song við sær at liggja,
takk havi frúgvin Marita,
hon vildi ei tað boð tiggja.

25. Hon gav seg í nunnukloystur
við so góða trú,
onga tíð á ævini
livir hon sum nú.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *