Fornfrøðilig rundvísing niðri á Bakka

Í sambandi við tær fornfrøðiligu rannsóknirnar, sum eru gjørdar av útgrevstrinum niðri á Bakka á Velbastað, bjóðaði Tjóðsavnið limum í Sólarmagni eina sonevnda rundvísing í útgrevstrinum, har fornfrøðingarnir, við Helga Michelsen savnsvørði á odda, greiddu frá mongum av tí, sum tey høvdu funnið og skrásett síðan rannsóknararbeiðið byrjaði í 2014.

Spurningur kann av sonnum verða settur við, hví hesar rannsóknir ikki eru framdar fyrr. Svarini eru helst fleiri: Framkomin tøkni lættir munandi um arbeiðið, og kann fyri rættiliga vist siga, um okkurt áhugavert undir mold er at fara eftir. Serliga verður her hugsað um eitthvørt mannaskapt, ella okkurt, sum er komið at liggja har av mannaávum, er at finna.

Eisini verður staðið, har grivið verður niðri á Bakka – ella niðri á Kirkjugarðsfløtti, sum tað verður nevnt í staðanavnasavninum hjá Sólarmagni, sum Jóannes Danielsen í Búðini tók stig til at fara undir at savna í 1912 – mett at vera fyri so stórari náttúruoyðing frá sjónum, at umráðandi er at fáa rannsóknirnar gjørdar, fyrr heldur enn seinni.

Mánadagin 13. juli høvdu limir í Sólarmagni á Velbastað og Kirkjubø høvi at verða kunnaðir nærri um rannsóknirnar niðri á Bakka. 35 limir høvdu boðað frá luttøku, so neyðugt var at hava tvær rundvísingar, ið hvør vardi í umleið ein tíma.

Til ber at siga, at søgan endurtekur seg, tí tað var í sínari tíð – longu í 1898 – at ungmannafelagið Sólarmagn fekk í lag at seta á stovn eina forngripagoymslu í Føroyum, sum í dag er Tjóðsavnið, og er ein av okkara týdningarmiklu almennu mentanarstovnum.

Útsýni frá Á oman á Bakka.

Á Velbastað hava fólk altíð vitað um gamla kirkjugarðin niðri á Bakka, men tað hevur ongantíð verið møguligt at sagt við vissu, hvussu gamal hesin kirkjugarður mundi vera. Søgan um kirkjugarðin niðri á Bakka hevur vanliga verið sett í samband við svartdeyða, sum herjaði í Føroyum umleið 1350 og legði nógvar búsetingar oydnar.

Rannsóknirnar niðri á Bakka stuðla uppundir, at búseting hevur verið á staðnum longu fyrst í landnámstíðini, t.e. onkuntíð í tíðarskeiðinum 765-905, ella longu áðrenn tað. Funnin eru brend byggkorn undir einum av grundarsteinunum í einari lítlari grótkirkju ella bønhúsi, sum hevur staðið miðskeiðis í kirkjugarðinum.

Á myndini síggjast grundarsteinarnir undir lítlu kirkjuni ella bønhúsinum.

Tað ber ikki til at siga enn við vissu, um kirkjan kann vera frá sama tíðarskeiði ella nakað seinni. Møguliga fæst nærri at vita um hetta, tá farið verður undir at grava í og undir kirkjugólvinum. Tó eru ábendingar um, at kirkjan ella bønhúsið hevur verið har tíðliga í landnámstíðini, tí nakrir fornlutir, sum eru funnir í kirkjugarðinum – ein hálvur myntur, sum er sligin í Chester í Onglandi í árunum 910-915, og ein gyltur fingurringur, sum helst hevur sín uppruna á evropeiska meginlandinum – bera boð um hetta. Hetta fortelur, at handilssamband og møguliga annað samskifti hevur verið millum Føroyar og bretsku oyggjarnar um hetta mundi.

Rannsóknirnar niðri á Bakka á Velbastað eru av á hesum sinni, men verða væntandi tiknar upp aftur næsta summar. Helgi Michelsen savnsvørður sigur, at útgrevsturin verður gjørdur í tann mun fígging er til tað, og higartil hevur Tjóðsavnið fíggjað arbeiðið av vanliga rakstrinum og teirri árligu játtanini, ið savnið fær á løgtingsfíggjarlógini. Tað stóra arbeiðið liggur í at gera alt tilfar av týdningi, ið funnið verður, greitt til greiningar og tulkingar, eitt nú við at skilja lívrunnið tilfar frá tí mineralska, fyri at fáa tíðarfestingar gjørdar so neyvar sum til ber, og betur at undirbyggja møguligar tulkingar av tí, sum funnið verður fram til.

Helgi Michelsen savnsvørður á Tjóðsavninum greiðir frá útgrevstrinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *