Fundir og tiltøk várhálvu 2017

Fundir og tiltøk 2017

Sunnudagin 28. mai kl. 16 verður limafundur um felagið, virksemið í felagnum og húsið, sum skal umvælast í ár. Fólk kunnu tekna seg sum lim.

2. hvítusunnudag 5. juni skipar felagið fyri útferð í Ambadal, ið er norðuri við Gjógv. Vit skipa fyri felags flutningi við bussi, um nóg stórur áhugi er, og ætla at eta ein bita í Gjáargarði aftan á túrin í Ambadali. Fólk verða biðin um at boða frá luttøku hjá Teiti á tel. 507893 ella hjá Eyðfinni á tel. 210829 í seinasta lagi mánadagin 22. mai.

Á jóansøku leygardagin 24. juni verður felagstiltak. Vit byrja við rundvísing og ølsmakking á bryggjarínum Okkara kl. 11. Seinni um dagin fara vit at rigga til at brenna bál á Hvíthjøllum og fara aftan á í Sólarmagn at hugna okkum við sangi, dansi og onkrum til matna. Kostnaður fyri ølsmakkingina er 125 kr fyri hvønn, avmarkað pláss. Tilmelding hjá John á tel. 599001.

Hóskvøldið 6. apríl hittast fólk í Sólarmagni at skráseta staðarnøvn í telduskipan. Ætlanin er at hittast aðru hvørja viku, at gera hetta arbeiði. Vónandi hittast fólk úr báðum bygdunum hetta kvøld, eisini fyri at avtala, hvussu fram verður farið við skrásetingini. Øll áhugaði verða biðin um at møta.

Dansikvøldini í vetur vóru væleydnað. Byrjað verður aftur leygarkvøldið 21. oktober kl. 21, har øll eru væl komin at vera við. Nærri verður lýst seinni. GG! Hetta tiltak er útsett tvær vikur og verður ístaðin.

Hildið verður annars á at hava dansikvøldini sunnukvøld næsta vetur, har vit leggja dent á at læra okkum kvæðini. Ætlanin er harumframt at hava nøkur meira almenn dansikvøld eini 2-3 leygarkvøld næstu vetrarhálvu. Skrá kemur seinni.

Limagjaldið

Limagjaldið er 200 kr. Heitt verður á fólk um at stovna fasta flyting. Tað fer at lætta nógv um arbeiðið hjá nevndini. Kontonummarið er 6460-4211342 í Bank Nordik.

Heimasíðan – solarmagn.fo | Facebook-vangi – Sólarmagn

Sólarmagn hevur sína egnu heimasíðu solarmagn.fo og egna FB-vanga Sólarmagn, har fólk verða biðin um at leita sær kunning frá felagnum.

Leave a Reply

Your email address will not be published.