Gáturíma

1. Hoyrið tit í hesi høll,
innan ein av teim,
hvussu árla legði hann brots,
farin í annan heim.

Her er gott at dansa!
Stovan hon er nýggj,
stokkar eru av stáli gjørdir,
takið er av blýggj.
Her er gott at dansa!

Ella:

Treðum lættliga dansin!
Dagurin skínur so fagurliga,
komið er hægst á summarið

2. Gestur villur frá høllini gongur,
blindur er hann og fáur,
møtir hann einum gomlum manni,
allur í hárum gráur.

3. Møtir hann einum gomlum manni,
allur í hárum gráur:
Hví ert tú, Gestur blindi, villur,
hví ert tú so fáur?

4. Tað er ei so undarligt
at eg eri tungur til máls:
illa volda gátur mær,
í morgin missi eg háls.

5. Tað er ei so undarligt,
at eg eri tungur og stríður:
illa volda gátur mær,
í morgin missi eg lív.

6. Hvussu mikið reyðargull
vilt tú geva mær,
eg gangi inn fyri Heiðrik kong
og gátur kenni har.

7. Tólv merkur í reyðargulli,
tað skal verða títt,
gongur tú inn fyri Heiðrik kong
og loysir høvur mítt.

8. Gakk tú tær í grasgarð
og ráð fyri tínum bú:
eg gangi inn fyri Heiðrik kong
og gátur kenni nú.

9. Tríati eru gáturnar,
git mær ein’ av teim:
Hvussu eitur sá reyða trumma,
ið slær yvir allan heim?

10. Vita man eg gátuna,
eg giti ta fyrstu av teim:
Toran eitur sá reyða trumma,
ið slær yvir allan heim.

11. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veits tú teir grannar:
ganga báðir um einar dyr,
og hvørgin kennir annan?

12. Hugur mín og hugur tín
teir eru einir grannar,
báðir ganga um einar dyr,
og hvørgin kennir annan.

13. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir brøður:
liggja úti á útskerum
og hava ei faðir og møður.

14. Eystfallið og vestfallið
mega væl kallast brøður,
liggja úti á útskerum,
og hava ei faðir og møður.

15. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvat man tað nú vera:
bleytt sum dún og hvítt sum fonn
og hart sum hornið harða?

16. Hoyr meg, Gestur blindi,
eg gátuna kenna mann:
sjógvurin bæði bleytur og harður,
hvítt stendur brim á land.

17. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veksur sá viður,
rótin horvir til himmals upp,
og skarið horvir niður?

18. Glerpípan í homrum uppi
hon er eingin viður,
rótin horvir til himmals upp,
og skarið horvir niður.

19. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir skógvir,
høgdir verða á hvørji helgu,
tó er viður nógvur?

20. Skeggið er á hvønsmans høku,
tað er eingin skógvur,
rakað verður á hvørji helgu,
tó er viður nógvur.

21. Hoyr tú Heiðrik, kongur mín,
hvar veitst tú teir brøður,
vaksa upp í eini høll,
hava ei faðir og møður?

22. Torvkongul og brennistein
teir eru einir brøður,
vaksa upp í eini høll
og hava ei faðir og møður.

23. Súgvin gongur til sína skemmu,
glymur á grønari grund,
galtar grynta, grísar stynja,
hvørt av sínum munni.

24. Vita man eg gátuna,
eg sigi tað allvæl satt:
hamari er í hvørji smiðju,
hann fellur rætt og slætt.

25. Vita man eg gátuna,
er mær ei á tí hól:
Óðin ríður sínum hesti
bæði á land og sjó.

26. Vita man eg gátuna,
eg fari ei við tí hátt:
Óðin ríður sínum hesti
bæði á dag og nátt.

27. Óðin gjørdist villini fuglur,
fleyg sær út úr høll,
brendist inni Heiðrik kongur
og har til hirðin øll.

28. Óðin gjørdist villini fuglur,
fleyg sær út í hav,
brendi inni Heiðrik kong
og alt tað lið, har var.

Velbastaðmenn kvøða Gáturímu

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *