1. Eg veit eina rímuna,
gjørd við nítum orðum
um hann Úlv á Gorplandi,
sum kongur var í forðum.
Væri eg í brendu brókum mínum,
illa man frúgvin tola meg
í skarlakssokkum sínum.
Væri eg í brendu brókum mínum.
2. Úlvur eigur ta borgina,
stendur á borgartanga,
tílíka hava tit onga sætt,
hvørki stutta ella langa.
3. Hon er øll við gróti sett,
grøn sum Gorplands eingir,
har eru byrsur og banarør
og bæði svørð og stangir.
4. Úlvur gongur á borgini,
heldur seg so spakan:
“Vita tit nakran føddan vera,
ið borgina torir at taka?”
5. Tí svaraði Kuril jall,
hann lyftir upp sínar hendur:
“Herjar nakar á Gorplandsborg,
so verður hann afturvendur.
6. Tað svørji eg við mína trú
og við mín tummil langa,
herjar nakar á Gorplandsborg,
tað skal honum illa ganga.”
7. Mælti tað Úlvur, reysta kempa,
stendur í brynju grá:
“Sjálvur skal eg á odda ganga,
tað standist hvat av, ið má.”
8. Baldur býr á Sjólondum,
hann talar til sínar dreingir:
“Hvar vita tit mín javnlíka,
tað havi eg hugsað leingi?”
9. Svaraði ein av sjólandsmonnum,
klæddur var í lín:
“Úlvur kongur av Gorplandi
er yvirmaður tín.
10. Úlvur eigur ta borgina,
stendur á borgartanga,
tílíka hava tit onga sætt,
hvørki stutta ella langa.
11. Hon er øll við gróti sett,
grøn sum Gorplands eingir,
har eru byrsur og banarør
og bæði svørð og stangir.”
12. Baldur heldur á hallardyr,
hann talar til sínar garpar:
“Nú lystir meg til Gorplanda
at royna tann kongin snarpa.”
13. Gingu teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir drógu knørr úr neysti.
14. Settu segl á hvørja stong,
knørrur tók sjógv at klúgva,
so var skútan ferðarmikil,
rætt sum fuglar flúgva.
15. Sigldu teir í dagar,
sigldu teir í tríggjar,
tað var tann fjórða morgun,
teir mundu Gorpland síggja.
16. Baldur eftir bunka gongur
við sínum hjarta balda:
“Vit skulu ikki at borgini fyrst,
men norður um landið halda.”
17. Baldur sigldi um landið norður,
hann var ikki um seg ræddur.
Sama dag var gamli pávi
úti á havi staddur.
18. Pávin situr í sínum báti,
klæddur var í roð:
“Heilir og sælir, mínir menn,
eg geri skipaboð!”
19. Svaraði Markus Skeiteyga,
hann leit seg upp til skýggja:
“Hatta man vera eitt ófriðarskip,
tað kann eg væl síggja.”
20. Svaraði Gunnar Stamigukkur
við sínum hjarta blíða:
“Lagt skal verða at hasum knørri,
vita, hvat hann man týða.”
21. Pávin situr í sínum báti,
hevur nú fánarorð:
“Vitið tað, allir mínir menn,
so leypi eg fyri borð!”
22. Svaraði ein av pávans monnum,
heldur at tí látur:
“Hví ert tú so ræddur í dag,
tú plagar at vera so kátur?”
23. Baldur gongur eftir bunka fram
við silvurspentan fót:
“Eg síggi bát eftir havi koma,
hann rør mær ímót.”
24. Baldur so til orða tók,
so lættur var hans andi:
“Hoyr tað, tú hin fremmandi maður,
hvussu stendur til á landi?”
25. Svaraði Gunnar Stamigukkur,
hann var kallmansmaki:
“Úlvur kongur á Gorplandi
hann drepur oss allar í raki.”
26. “Hoyr tú, Gunnar Stamigukkur,
sig mær tað av sonnum!
Hvussu er borgin innan skipað?
Við røskum kongsins monnum?”
27. Hoyr tú tað, tú fremmandi maður,
eg sigi tær satt ífrá:
Tú sært trinni áttati menn
borgini standa á.”
28. Pávin situr í sínum báti,
møddur var av ekka:
“Hoyr tú tað, tú fremmandi maður,
gev okkum nakað at drekka!”
29. Baldur talar til skeinkjaran:
“Tak tína butell í hendi!
Skonk teim øl og brennivín,
so væl teir frá okkum sendið!”
30. Teir drukku hvør síni fýra gløs
av øl og brennivíni,
hartil fingu teir hveitibreyð
og bæði mjøl og grín.
31. Pávin situr í sínum báti,
drukkin var av øli:
“Nú skal gera velling í kvøld
av hesum góða mjøli.”
32. Mælti tað ein av sjólandsmonnum,
í sín kikara hyggur:
“Hvat er hetta fyri neyðardýr,
sum niðri í skuti liggur?”
33. Svaraði ein av gorplandsmonnum
– tó at tað er skomm:
“Hatta sama ólukkudýr,
hatta er pávin av Rom.”
34. Heilsaðust teir upp á báðar síður,
lættu av sær hattar:
“Heilsið til lands, tit góðu menn,
tit skulu snart frá mær frætta!”
35. Nú skal lætta ljóðið av,
eg kvøði ei longur á sinni,
nú skal taka upp annan tátt
og betur leggja í minni.
36. Inn kemur ein so lítil sveinur,
sigur teimum frá:
“Eg síggi knørr eftir havi skríða,
eg ongar fríðari sá.”
37. Úlvur stendur á borgini,
talar við seg eina:
“Vera man einhvør høvdingur
Gorplandsborg at royna.”
38. Úlvur stendur á borgini,
heldur seg so spakan:
“Vera man einhvør høvdingur
Gorplandsborg at taka.”
39. Til tað svaraði Kúril jall,
snarliga hann sær vendi:
“Takið nú til vár hvøssu spjót,
tí tungt er stríð for hendi.”
40. Úlvur stendur á borgini,
sær hann knørrin skríða:
“Hjartað er dottið í mína brók,
nú tori eg ikki at stríða.”
41. Mælti tað ein av gorplandsmonnum,
stendur á borgargarði:
Hjartað er dottið í Úlvar kongi
niður í vinstra lærið.”
42. Svaraði annar av gorplandsmonnum
av so miklari sorg:
“Illa var, at skálkar tóku
æru av Gorplandsborg.”
43. Baldur tekur sín kikara
alt fyri uttan vanda:
“Eg síggi einki menniskja
uppi á borgini standa.”
44. Baldur talar til sínar menn:
“Drekkið mjøð og puns!
Ikki verður ímóti hildið,
teir spæla fýrabons.”
45. Baldur talar til sendisvein:
“Gakk nú við ein fart!
ber míni orð til Úlvar kong
og bið hann svara snart!
46. Antin skal hann stríða mót mær
og standa í miklum vanda,
ella skal hann borgina geva
og ganga so mær til handa.”
47. Aftur kom tann sendisvein:
“Tað segði hin grái:
Alla gevur hann borgina
undir tygara náði.”
48. Baldur lær so hjartaliga,
mælir hann um tað hátt:
“Snarliga gekk tann dreymur út,
eg droymdi hesa nátt.
49. Eg droymdi, eg var á borgini,
Úlvar gekk henni frá,
tríggjar vóru víntunnur,
sum lógu mær hjá.”
50. Úlvar gekk av borgini
í sín kappa grá.
Hin reyði lá í posanum,
so er sagt ífrá.”
51. Úlvar gekk av borgini,
hann sínum ferðum skundar,
eftir fylgdu gorplandsmenn
sum halaleysir hundar.
52. Baldur gongur frá strondum niðan,
glaður við sínar sveinar:
“Leitið nú eftir teim víntunnum,
nú skulu vit vínið royna!”
53. Tað var ein av sjólandsmonnum,
hann bar so upp á mál:
“Lova mær, mín veldigi harri,
at drekka tygara skál!”
54. Mælti tað ein av sjólandsmonnum,
hann leit seg upp til skýggja:
“Eg havi funnið tær víntunnur,
tær liggja her allar tríggjar.”
55. Svaraðu allir Baldurs menn
við so mikið skrál:
“Nú skal drekka tunnum úr
og sjálva kongsisn skál.”
56. Svaraði annar av sjólandsmonnum,
hann niður í tunnu rýkur:
“Hvussu er hesin mjøður vorðin,
hann luktar sum rotin kýkur!”
57. Svaraði triði av gorplandsmonnum,
hann rørir í við trænu:
“Tví fyri alla vanlukku,
tað stinkar verri enn tramin!”
58. Baldur lær so hjartaliga,
hann mælir for sínum munni:
“Fáur hevur fyri mær
tvag á borgum funnið.”
59. Kvøðið er nú kvæðið mítt,
eg kvøði ikki longur á sinni.
Eg haldi tað ei vera roysnisverk
ein landkova at vinna.
Væri eg í brendu brókum mínum,
illa man frúgvin tola meg
í skarlakssokkum sínum.
Væri eg í brendu brókum mínum.
Tátturin er um hendingina, tá ið tann eingiska briggin Clio við Baugh sum skipara í apríl 1808 tók Havnar skansa og oyðilegði hann. Vágsbóndin (norði í Vági) var á útróðri, og Nólsoyar Páll var við honum. Teir fingu frænir av, at hetta var ófriðarskip og sendu boð til Havnar, men lítið hjálpti.
Gorpland er Føroyar, Úlvur á Gorplandi er Løbner, kommandantur á Skansanum, Kuril jall er næstkommanderandi á Skansanum Schwentzen, Sjólond er Bretland, Baldur er Baugh, kapteynur, Pávin er vágsbóndin, og Gunnar Stamigukkur er Nólsoyar Páll sjálvur, sum hevur yrkt táttin.
Hetta er úr frágreiðing hjá Marius Johannesen í TÆTTIR IV s.223-225. jd (Jens Dalsgaard)
Nólsoyingar kvøða Gorplandskvæði (brot)
Velbastaðmenn kvøða Gorplandskvæði (brot frá 1959)