Gøtuskeggjar

Hoyr upptøku av Velbastað 4. feb. 1959

1. Í Føroyum búðu menskir fyrr,
bæði sterkir og stórir,
gitnir víða í øðrum londum
Gøtuskeggjar vóru.

Stígum fast á várt gólv,
sparum ei vár skó,
Gud man ráða, hvar vit drekka
onnur jól.

2. Gøtuskeggjar í Eysturoy vóru,
garparnir teir prúðu,
kendir víða um Norðurlond,
í Norðragøtu búðu.

3. Navnframir, væl kynbornir,
vær tað úttýða fáa;
frá Skottakongi Gøtuskeggjar
yvir Føroyum mundu ráða.

4. Óluva kom úr Skotlandi,
tann kongadóttir søta;
omman hennar, Unnur, gifti
hana í Norðragøtu.

5. Tá vóru menn í Norðragøtu,
nevndur er Ólavur Hvíti,
hvar ið hann stóð í vápnabraki,
kundi hvør á hann líta.

6. Hann var til allar leikir lærdur,
rúnarmál at lesa.
Skipaflota um vetur goymdi
sær við Skipanesi.

7. Tá stóð væl til í Norðragøtu,
so kann tíðin skifta.
Eingin kongur dóttur sína
vil nú til Gøtu gifta.

8. Nevndur er Torbjørn og Sigmundur,
brøður vuksu í Gøtu.
Um teir seinastu Gøtuskeggjar
vær kvøðum eina løtu.

9. Ósemja kom í slektarliðið,
Gøtuskeggjum til bága;
tað voldu norsku kongarnir,
yviri í Noregi mundu ráða.

10. Teir vildu hava tað, teir ikki áttu,
so vilja kongar fleiri;
ofta er sannleiki illa lýddur
fyri høgum og lágum oyrum.

11. Ósemja voldi teimum deyða,
harum skal kvæðið venda:
hvussu reystu Gøtuskeggjar
av vápnum fingu enda.

12. Sjúrður búði í Tóravík,
má meg rætt um minna.
Býður hann sínum frændum heim
at drekka í høllum inni.

13. Sjúrður situr í hásæti,
Birna sat honum hjá,
Tórður lági og Gutti reyði
sama beinki á.

14. Tað var Sjúrður Tollaksson,
sær til bróður vendi:
“Hoyr tað, Tórður frændi mín,
vilt tú teg ei kvenda?”

15. Svaraði Tórður lági,
hann til sín bróður sá:
“Hvar í oyggjum er tað vív,
tú ætlar mær at fáa?”

16. “Nevna skal eg fljóðið vænt
-tú tað sjálvur gitir –
tað er ríka Sigmunds einkja,
ræður búgv, í Skúvoy situr.”

17. “Mær dámar einki hesi ráð,
ilt er skap at eggja:
Sigmunds einkja í Skúvoy
hon hatar Gøtuskeggjar!”

18. Sjúrður smílist í hásæti,
dartar við eggjateini:
“Eingin er vissur at vita tað,
uttan hann tað roynir!

19. Hoyr nú, Tórður bróðir mín,
ikki er yvir at tiga:
í morgin vær til Skúvoyar
Sigmunds einkju at biðja.”

20. Tórður svarar Sjúrða so,
helt ei at tí gleim:
“Fara vit til Skúvoyar,
vit koma ei heilir heim!

21. Fara vit til Skúvoyar
at finna frúgv í høllum,
ikki koma vit heilir heim
at drekka her á pøllum!”

22. Síðla var um aftanin,
alt gekk fólk at sova;
sløkkja bæði eld og ljós
og festa hurð í klova.

23. Veturin var liðin tá,
komið var at vári.
Streymar harðir um oyggjar ganga,
í streingjum brýtur bára.

24. Kaldur blásti landnyrðingur,
náttin var enn long;
upp stóð Sjúrður Tollaksson,
hann klæðist for síni song.

25. Sjúrður vekur upp sínar menn,
biður ei longur blunda,
í høgtíðsklæðir klæða seg
og skjótt til ferðar skunda.

26. Upp so fara garparnir,
Gøtuskeggjar reystu,
drógu bát á sjógvin út
úr tí tætta neysti.

27. Løgdu út frá sandinum,
-liðin var hesin vetur –
vundu upp segl, og Sjúrður seg
sjálvur við stýrið setir.

28. Tá ið teir komu suður á fjørð,
teir hoyrdu brimið sjóða,
sóu tá, at Flesjarnar
í andarisi stóðu.

29. Eystfall millum nesja var,
landnyrðingur blæsur,
brimið nógv á landið gekk,
streymur í Nakkin vasar.

30. Løgdu út um grynnurnar
sluppu har frá vanda,
síðani hildu síni ferð
haðani heim undir landið.

31. Skálsíðan tá uppi var,
tað ýlir í hvørjum sjógvi.
Gøtuskeggjar um Nesið vestur
bæði sigla og rógva.

32. Norðan fyri Árnanes
teir um fjørðin fara,
komu yvir undir berg,
sum ber navn av streymi harða.

33. Náddu ikki á Høvdasund,
men hildu á Boðbergstanga.
Høgt gekk bylgjan yvir borð
og teimum stóð í vanga.

34. Hildu fram fyri bjørg og vík,
full er hon av skerum:
Møl í Skúvoy leysa frá
tað besta leið man vera.

35. Komu so til Skúvoyar
og sluppu frá mongum vanda.
Sjúrður biður bróðir sín
at stíga fót á landið.

36. Tað var Tórður lági,
hann ræður so at svara:
“Vær erum komnir til Skúvoyar,
eg ikki longur fari!”

37. Mælti Sjúrður Tollaksson,
aftur í rong var staddur:
“Hví ert tú so undarligur,
og hví ert tú so ræddur?”

38. Sjúrður upp á landið leyp,
studdi seg við teini:
“Eg skal ganga til hallar niðan,
um enn eg gangi eina!”

39. Svaraði Tórður lági,
hyggur fram fyri seg:
“Hoyr tað Sjúrður, bróðir mín,
feigdin dregur teg!”

40. Í reyðum kyrtli Sjúrður var,
yvir kappan bláa hevði,
svørð við lið, á høvdi hjálm,
sum skein í gulli reyða.

41. Sjúrður gekk frá strondum niðan
-feigdin mundi leiða –
eingin hevði sæð prúðari mann,
síðani Sigmundur doyði.

42. Kappin gekk til hallar niðan,
ei fylgdu honum sveinar;
tá hann kom til búðar upp,
fann hann ongan heima.

43. Sjúrður stóð í durinum,
gjørdi so lítið ljóð.
Einki fólk var innanhalla,
men matur á borðið stóð.

44. Tað var Sjúrður Tollaksson,
ið hann hetta sær,
grunar tað á brøgdunum,
at fólkið í kirkju var.

45. Sjúrður, reysti Gøtuskeggi,
á kirkjuveg hann steig,
møtti honum ríka Sigmunds einkja
har niðri á miðari leið.

46. Møttust tey á miðari leið,
fall so væl í lag,
breiddu hvørjum øðrum mál
og settust á rekatræ.

47. “Hoyr meg, ríka Sigmunds einkja,
boð eg bera kann:
Tórður ástir býður frúgv,
vilja tær eiga hann?”

48. Tað var ríka Sigmunds einkja,
svaraði so fyri seg:
“Best hevði okkum kvinnum dámað,
Sjúrður, sjálvan teg.”

49. “Ei visti eg, mær lukkan var
borin so til handa!
Eg skal meg frá Birnu loysa
og sjálvur standa í vanda!”

50. Sjúrður vildi frúnna fevna,
men hon helt ímóti;
tá leyp Hergeir av kirkju út
í hendi við hvøssum spjóti.

51. Sjúrður ætlar at flýggja tá,
vildi ei verða feldur.
Frúgvin fast í kappan helt,
hann stóð, sum hann var negldur.

52. Tað var Sjúrður Tollaksson,
allar listir kendi,
smoygdi kappan fram av sær
og skjótt frá frúnni rendi.

53. Renna teir í Skúvoyar bø,
Hergeir á fótum hastar,
ætlar Sjúrða um miðju sár
og spjótið eftir kastar.

54.
Sjúrður eftir spjóti sá,
hann legði seg slættan á fold:
hvassi broddur yvir fleyg
og rann í døkka mold.

55. Upp leyp reysti Gøtuskeggi,
snarliga sær vendi,
trívur spjót úr vølli upp
og gjøgnum Hergeir sendi.

56. Sjúrður skundar á bakkan tá,
ei dámar longur í Skúvoy,
eftir honum við drignum svørði
leyp Øssursonur prúði.

57. Leivur eftir Sjúrða fór,
ætlar hann at fella,
fimtan favnar av bakka leyp
niður á harða hellu.

58. Klamsa teirra iljar í Skúvoyar fjøru,
hvørgin snávar á fóti;
so er sagt, at Øssurssonur
hann var maður skjóti.

59. Sjúrður inn í bátin leyp,
sum fyri kletti fleyt;
tað var Leivur Øssursson,
hann brandin eftir skeyt.

60. Sjúrður sær undan svørði vendi;
tað er frætt so víða –
Leivur vissur í høggum var
og rakti hann í síðu.

61. Gøtuskeggjar løgdu frá,
noyddust til at fíra;
tigandi særdur Sjúrður seg
setir í rong at stýra.

62. Mælti Tórður lági tá,
hann tykist mikið vita:
“Hoyr tað, Sjúrður bróðir mín,
ert tú særdur illa?”

63. Svaraði Sjúrður við stórum sári,
aftur í rong man sita:
“Ikki eri eg vissur í tí,
ei kann eg sjálvur vita.”

64. Skundaðu sær eftir kyrrindum
frá Skúvoynni at flýggja;
tá ið teir komu á Trøllhøvda,
var fjørður hvítur at síggja.

65. Illveður loyst av eystri var,
streymur í vindin skeyt;
Sjúrður stýrir við banasári,
so beinur knørrur fleyt.

66. Náddu inn í Sugguna
og festu bát í sandi;
Sjúrður reistist í rongini
at stíga upp á landið.

67. Sjúrður upp á landið steig,
hann gekk tá skjótt til deyða,
raggar niðan at neystinum
og armar á veggin legði.

68. Sjúrða menn har bátin drógu
við Tórða og Gutta reyða.
Tá stóð Sjúrður Tollaksson
kaldur, stívur og deyður.

69. Løgdu teir hann í bátin inn,
segl yvir líkið breiða,
gingu so til búðir upp,
sum vegur frá sjógv man leiða.

70. Tóku væl móti Gøtuskeggjum
og kyndu upp eldin reyða;
teir røða lítið um sína ferð
og minst um Sjúrða deyða.

— — —

71. Nú skal eg lata ljóðið av,
dagurin hevði endað,
enn skal taka upp annan tátt
og aftur til Skúvoyar venda.

72. Leivur eftir á kletti stóð,
tá Sjúrða bátur fór frá;
kappin reysti gjølliga
sítt svørðið skoðar tá.

73. Leivur reysti gjølliga
sítt svørðið skoðar tá:
skilliga tekin av innvøli
á bitru egg hann sá.

74. Leivur vendir strondum frá,
turkar svørð á vølli,
síðan gongur snarliga
niðan aftur at høllum.

75. Møtti hann einum Skúvoyingi,
var í andliti reyður,
hann sigur, Hergeir Sigmundsson
liggur í bønum deyður.

76. Leivur biður til ferðar skunda
allar sum ein í senn,
og draga bát á sjógvin skjótt,
ei tala um deyðar menn.

77. Leivur reysti og tríati menn
skjótt til fjøru vendu,
drógu bát í sjóvarmála
og út um bláman rendu.

78. Hildu so frá Skúvoynni,
illir vóru í sinni,
skunda sær eftir Gøtuskeggjum
við hvøssum vápnum at finna.

79. Skunda sær eftir Gøtuskeggjum,
men ei varð ferðin skjóta;
tá ið teir komu á Høvdasund,
stóð veðrið beint ímóti.

80. Teir róðu vind og andstreymi
ímóti stórum sjógvum;
blóðið reytt um lummar rann
út av teirra lógvum.

81. Sigldu og róðu Skopunarfjørð,
komin var náttin svarta;
ljódliga teir í Sugguna inn
og tóku til brandin bjarta.

82. Ljódliga teir í Sugguna inn,
løgdu har at landi,
sóu hvar ið Sjúrða bátur
stóð fyri teimum á sandi.

83. Tað var Leivur Øssursson,
í Sjúrða bát hann hyggur
hann sá, hvar ið deyður maður
undir seglinum liggur.

84. Gøtuskeggjar ei vardu ilt,
inni sita og eta.
Leivur biður sínar menn
skjótt húsið umkringseta.

85. Tað var Leivur Øssursson,
hann gjørdi ei tíð so langa:
á Gøtuskeggjar rópar hart,
hann býður teim út at ganga.

86. Óboðin maður ofta hann
ikki leingi etur;
innanhalla vera tókti
Gøtuskeggjum betur.

87. Gøtuskeggjar dyrnar steingja,
skorða fast ímóti;
ikki makta Skúvoyingar
inn í høll at bróta.

88. Ikki makta Skúvoyingar
dyrnar at bróta úti;
Gøtuskeggjar ímóti skorða
og binda allar knútar.

89. Tað var Leivur Øssursson;
so tók hann uppá:
“Vit skulu eld á høllina seta
og brúka gomul ráð!”

90. Kyndu teir eld móti ættini,
so vindurin blásti í bálið;
roykur legðist á Gøtuskeggjar,
teir blivu so hvæsir á máli.

91. Tórður talar til Gutta tá:
“Ei er at brenna inni!
Fyrr vil eg ganga mót Skúvoyingum
og royna stálið stinna!”

92. Tórður gongur eldi frá,
ætlar at bjarga lívið,
Skúvoyingar stóðu honum ímóti
allir við drignum knívi.

93. Tórður Lági úr royki gekk,
hann bíðar tá ikki longur;
tað var Brandur Sigmundsson,
ímóti honum gongur.

94. Brandur var ungur á aldrinum,
ei kundi sveinur sær ráða,
av Tórða svørði særdur bleiv
og bana mundi fáa.

95. Deyður fell tá Brandur ungi,
Tórður sveinin vá;
á skemri stund tveir Skúvoyingar
hann drap har báðar tá.

96. Tórður ætlar í myrkrið út
um víðan vøll at fara,
møtti honum Leivur Øssursson,
høgg teir nú ikki spara.

97. Høgga teir av megi har
við so góðum treysti,
so gellir svørð á hjálmunum,
tað hoyrist úti í Hesti.

98. Tað var Leivur Øssursson
snarur við megi í hendi,
svørðið hvassa langt og breitt
ígjøgnum Tórða rendi.

99. Tórður misti lív og ond,
tað er frætt so víða;
tá var Gutti komin fram
í túnið út at stríða.

100. Tað var Gutti reyði tá
høggur við heitum brandi;
hann vá tveir av Skúvoyingum,
teir mistu lív og anda.

101. Gutti legði mót Sigmundssoni,
sínum svørði brá,
knæskelin á Steingrím’ unga
eftir í túni lá.

102. Knæskelin á Steingrím’ unga
eftir í túni lá,
haltandi fór tann ungi maður
Gutta reyða frá.

103. Tá Leivur hevði Tóra felt,
hann leyp við blóðutum knívi
beint mót Gutta reyða,
at taka hann av lívi.

104. Høggast teir har eina stund,
oddar í hjálmi gella,
báðir har hvønn annan vilja
deyðan til jarðar fella.

105. Tað var Leivur Øssursson
av ilsku svørðið brá:
hjálmprýtt høvur á Gutta kleyv
sundur í lutir tvá.

106. Vignir vóru tá Gøtuskeggjar,
fáur var teirra javni;
eftir hetta ikki hoyrdist
Gøtuskeggja navnið.

107. Leivur teir deyðu við sær tók
og førdi suður um fjørð,
gróvu teir niður á Skúvoynni
í innvígda jørð.

108. Hetta frættist um oyggjar skjótt,
tað mongum tókti vandi;
mest tó kvíðaði Tróndur gubbi,
at fríheitin fór úr landi.

109. “Ei væntast gott fyri Føroyingar,
tá ið aðrir stýra og ráða.
Óklár ofta tíðindi verða
úr hesum oyggjum at fáa.

110. Ringt er fyri almúgu,
tá ið embætismaður er skarn;
verri vorðið verður tað,
tá ið kongur er eitt barn.”

111. Tróndur í Gøtu av sorg og sút
og harmi so mundi mæla,
vísur kongur í prædikarbók
líknandi orð man tala.

112. Tróndur í Gøtu gramdi seg,
at skepnan so skuldi leiða;
av sorg og sút yvir Føroyaland
tann gamli gubbi doyði.

113. Tróndur doyði av sorg og sút
og elli, gav upp anda,
ikki kemur hans líki aftur,
so leingi Føroyar standa.

114. Tróndur elskaði føðilandið
sína ævi alla.
– Enda skal nú Gøtuskeggjar
og rímuna lata falla.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *