Gudbrands kvæði

1. Ólavur hin heilagi,
Noregi hann átti;
alt tað fólk hann kristnaði,
sum honum søma mátti.

Oman eftir og niðan eftir,
oman eftir vallaratúni,
har fór hestur mín hin brúni,
oman eftir vallaratúni.

ella

Fuglin í fjøruni
hann eitur má
silkibleikt er høvur hans
og kembt hevur hann hár
Fuglin í fjøruni.

2. Gudbrandur í Gudbrandsdali,
hann var eftir eina,
hvussu hann fekk kristnað hann,
eg frá tí vil greina.

3. Gudbrandur fekk frá kongi boð,
mundi frættast víða:
antin lata kristna seg
ella ímóti stríða.

4. Gudbrandur talar til sonin sín:
“Í stríðið skal tú fara,
ven hann av tí vananum,
við trúum okkum læra.”

5. Valdi út av Gudbrandsdali
tólv hundrað í skara:
kongurinn dró tá teim ímót,
tó vildi hann fólkið spara.

6. Kongurinn sendi sendisboð
við tí boði sæla:
“Bið hann unga Guðbrandsson
sjálvan við meg tala!”

7. Inn kom Gudbrandur Gudbrandsson
fellur for konga kníggja:
“Tí eri eg komin higar í dag,
eg vil teg sjálvan síggja!”

8. “Ver vælkomin, ungi maður,
gakk tú mær til handa,
trúgv tú á tann sanna Gud,
tú sleppur úr stórum vanda!”

9. Gudbrandur stendur á hallargólvi,
fellur á síni knæ:
“Eg skal trúgva á sannan gud
henda sama dag!”

10. Kristnaði hann tann unga mann
á tí sama sinni;
kongurinn gav honum gull og fæ
og takkaði Guði ei minni.

11. Gudbrandur tekur í kongsins hond:
“Takk fyri tína náði:
eg skal kristna faðir mín
vil hann taka við ráði.”

12. Gudbrandur vendur borgum frá
aftur til faðir sín:
“Ver vælkomin úr stríðinum,
sæli sonur mín.”

13. “Sitið nú heil og sitið nú sæl
bæði faðir og móðir;
eg havi verið hjá Ólavi kongi
hann er maður góður!”

14. Eg havi tikið við kristnari trúv
og kastað gudinn ranga:
ger tú líka faðir mín,
so væl tað tær skal ganga!”

15. “Hevur tú tikið við kristnari trúg
forsakað gudinn henda:
galin gjørdi tú sonur mín
tú mást snart frá tí venda!

16. Hevur tú, svarti úlvaungi!
forsakað gudinn Tóra:
Hevur tú lurtað eftir Ólavi kongi,
tað hann hevur fyri tær bjórað!”

17. Gudbrandur situr í hásæti
hann heldur á reyðum ringi:
“Eg skal lata kong inn kalla
higar á Dalatingið.

18. Eg skal lata fólkið savna
alt her býr íkring:
Bera skulu teir Tóra gud
sjálvan inn á ting.

19. Kongurin man tá óttast við
fyri tí gudi stóra,
hann man fána av ræðslu niður,
tá íð hann sær Tóra.”

20. Tað var signaður Ólavur kongur
fekk tey boð av sonnum,
hann skuldi møta á Dalatingi
við øllum sínum monnum.

21. Kongurinn talar til Kolbein sterka:
“Tú skalt hjá mær vera!
eg havi hoyrt, hann ætla sær
Tór á ting inn bera.”

22. Kongurin gongur á tingið inn
bæði vænur og vitur:
sær hann gamli Gudbrandur
í hásætinum situr.

23. Kongurinn las upp kristna læru
fyri tí manna tali:
“Takið nú allir við mínum gudi,
nú hava tit gott í vali!”

24. Gudbrandur situr í hásæti,
talu sína fremur:
“Eg vænti smáligt mál í tær,
tá íð Tórur kemur!”

25. Bílætið kom á tingið fram,
borið av fimtan monnum,
stóra sleggju í hondum bar,
og hamarin stóð mót tonnum.

26. Gudbrandur reisist úr hásæti,
upp við hallar veggi:
“Nú meini eg at Ólavur kongur,
lútar við sínum skeggi!”

27. “Dárliga tú talar nú,
tú hin heidni hundur!
myrkur býr í tínum hjarta,
tað er einki undur.

28. Viltú skoða sannann Guð,
skoða tá hans verkið,
hygg tú tær mót eystri upp,
har kemur hans tjónari sterki!”

29. Sólin reis úr eystri upp,
tók so fagurt at skína;
Guðbrandur vendi sær móti henni
við øllum monnum sínum.

30. Kolbein sipar á Tóra kropp,
góður var í honum alvur:
raplaði hann í smildur sundur
rætt sum kavaskalvur.

31. Rottur lupu úr viðagudi,
hartil stórir ormar;
har var rumbul á Dalatingi,
tá alt av durum stormar.

32. Kongurin stendur á tinginum
við sín forgylta stav’:
“Her liggur nú tann sterki gudur,
tú hevur rósað tær av!”

33. Bilsin sat hann Gudbrandur gamli
rann honum tá í huga:
Óarga dýr í Tóra búðu,
lítið mundi hann duga.

34. “Kongur eg skal trúgva tær
og taka við Gudi eina:
Skír tú meg, í Harrans navn,
við mínar menn og sveinar!”

35. Kongurinn læt tá kirkjur byggja
har i Gudbrandsdali.
Tá hevði hann alt Noregi kristnað,
tann hin kongurin sæli.

Leave a Reply

Your email address will not be published.