Harpu ríma

1.  Har komu tveir biðlar ríðandi í garð,
(eg) biði tygur renna
bóðu moy, sum yngri var,
rúnarmenn, gerið tað mín jomfrú, biði tygur: rennið,
talið varliga við teir, rúnarmenn!

2. Ta yngru teir tá bóðu,
ta eldru teir forsvóru.

3. Tann yngra hon er seg so fríð,
rætt sum sól um midsummars tíð.

4. Tann eldra hon er seg so ljót,
rætt sum ormar skríða á grót.

5. Tann yngra kann at spinna gull,
tann eldra er av svøvni full.

6. Tann yngra vevur gull í lag,
tann eldra svevur allan dag.

7. Tann yngra kann at spinna,
tann eldra ikki at tvinna.

8. Tann yngra kann at lesa lestur,
tann eldra ikki at seyma kveistur.

9. Systir talar til systur góð:
»Vit skulum okkum í sævarflóð!«

10. »Hvat skulum vit í sævarflóð gera?
Vit hava ei tvinni silki at bera.«

11. »Tað er so mangur í sævarflóð,
ið ikki eigur tvinni silki góð.

12. Vit tváum okkum hvítar,
vit erum tvær systrar líkar.«

13. »Um tú tváar teg allan dag,
tú verður ei hvítari enn Gud tær gav.

14. Um tú tváar teg hvíta sum fann,
tú fært ei mín festarmann.«

15. Tær gingu seg til strandar,
steinur lá fyri landi.

16. Tann yngra setur seg upp á stein,
tann eldra førdi hana út á streym.

17. Hon rættir upp sína ljósu hond:
»Systir, systir, hjálp á land!«

18. »Eg hjálpi tær ei á land um sinn,
uttan eg fái biðil tín.«

19. »Gjarna gevi eg tær alt eg á,
á biðlinum havi eg einki ráð.

20. Gjarna gevi eg tær bæði
biðil og brúðarklæði.«

21. »Søkk nú, søkk nú, systir mín!
Eg skal hava biðil tín.«

22. Har kom vindur eystan,
líkið dreiv til neysta.

23. Har kom vindur og bylgja blá,
líkið mundi til landa slá.

24. Komu tveir vallarar oman við á,
sóu, hvar ið líkið lá.

25. Teir tóku hennara ljósa arm,
gjørdu sær til harpuskjarm.

26. Teir tóku hennara gula hár,
gjørdu harpustreingir smár.

27. Teir gingu seg inn í tann bý,
sum teir vistu, brúdleyp var í.

28. Teir gingu seg í tann garð,
sum teir vistu brúdleyp var.

29. Teir settu seg á ytstu gátt:
»Vilji tær hoyra harpuslátt?«

30. Mælti tað strongurin fyrsti:
»Brúðurin var mín systur.«

31. Mælti tað strongurin annar:
»Brúðurin var mín bani.«

32. Mælti tað strongurin triði:
»Brúðgummin var mín biðil.«

33. Mælti tað strongurin fjórði:
»Brúðurin mær forgjørdi.«

34. Svaraði brúður, reyð sum blóð:
»Harpan ger oss mikið óljóð.«

35. Svaraði brúður, á beinki sat:
»Harpan ger oss mikið óglað.«

36. »Hevði eg vitað, tað líkaði tær illa,
ei skuldi eg mína harpu stilla.«

37. Teir slógu sína harpu av armi,
brúðurin sprakk av harmi.

38. Teir slógu sína harpu av meingi,
blóð fleyt brúður í fangi.

39. Teir slógu sína harpu av móði,
brúðurin fleyt í blóði.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *