1. Í Gøtu ein dag
har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð:
Tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár
tað ýlur av stormi – tó ei rørdist hár,
klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff.
:,: Øll Gøta var paff. :,:
2. Ei undur var í:
Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð
lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast,
at Trølkonufingur í liðinum brast,
og Kellingin datt, hon stóð har so trygt,
:,: og Risin fekk gikt :,:
3. Nú vaknaði við
hin gamli í gjónni og royndi eitt stig,
men tungur var bulur og beinini veik,
tó hvat gjørdi Tróndur tá mátturin sveik?
Hann gandaði Geyta í grøvini lá,
:,: so Geyti stóð hjá. :,:
4. Teir heilsaðust so.
Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð.
Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt,
eg veit ikki hvussu í Føroyum er statt.
Um tingið er sett og um menn lata skatt,
:,: meg lysti at frætt. :,:
5. Tað gekk so ein tíð,
og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð.
“Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók
um Sigmund og teg og um kalvan teg tók.
Í gandi hvør maður í Føroyum er nú
:,: nógv betur enn tú. :,:
6. Teir sigla í logn,
teir rógva og hava ei árar í ogn.
Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág,
úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá;
hin “rómarski” pávin lá deyður ein dag –
:,: brátt vistu teir tað. :,:
7. Men fólkið er smátt,
og kvinnurnar detta um miðjuna brátt.
Á høvdinum bera tær fjarðar og gras,
og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las.
Á monnum er pannan so høg, at eg sá
:,: hana aftanífrá. :,:
8. Og alt letur skatt,
og mjøður er bannaður – jú, tað er satt.
Tað mesta av jørðini fór undir kong.” –
Tá suffaði Tróndur: “So aftur í song! –
Men sig, hvat ger tingið? Nú statt ei og bín!
:,:– Jú, teir selja grýn!”:,: