Jákupsa skegg var sjáldan turt,
tá ið kom á bøin, var buntið burt.
Men Dansen den gaar
saa let igennem Lunden.
2. Marjun við síni brendu lið:
“Eg meini, at krovið er burtur við.”
3. “Er krovið burtur, skal tað yngsta minnast –
og inni fyri harrunum skulu vit finnast.”
4. Jákup sker í sjóðheitan grát,
fór oman til Sjúrða at lána sær bát.
5. “Bátin skalt tú fáa, sum eg hann eigi,
eg vóni, at harrarnir verða ikki vreiðir.
6. Bátin skalt tú fáa við mastur og segl,
og hartil skalt tú fáa eitt skerpitjógv.”
7. Jákup, hann stígur í fremra stavn:
“Nú ætli eg mær til Kjøpinhavn.”
8. Tá ið hann kom har mitt á fjørð,
tá bognaði skútan sum ein gjørð.
9. Tá ið kann kom har út á hav,
tá brakaði hvørt sprek, í Sjúrðar báti var.
10. Hann kastar síni akker á hvítan sand,
fyrstur steig Jákup fótin á land.
11. Ein harri út av vindeyga sá:
“Her kemur ein maður í kappan grá.
12. Her kemur ein maður í kappan grá,
ongum líkari enn Sibba at sjá.”
13. Uppi í grasagarði akslar hann skinn,
og so gongur Jákup fyri harrarnar inn.
14. Jákup hugsar við sjálvum sær:
Hví stendur eingin upp fyri mær?
15. “Mine naadige Herrer, ville I mig høre,
jeg haver en Sag for Eder at føre.
16. Eg átti eitt bunti, og tað var gult.
Ein tunna av korni so var tað fult.
17. Tó at tað ikki var turkað á sorni,
so var tað so gott sum ein tunna av korni.
18. Hálvt hevði eg ætlað mær til fræ,
hálvt hevði eg ætlað mær til jóladag.
19. Hálvt hevði eg ætlað mær til jóladag,
teir stjólu tað burtur tann sama dag.”
20. Harrarnir svaraðu honum í stikli:
“Hví kemur tú higar við ongum vitni?
21. Hví kemur tú hitar, títt Føroya barn?
tú skal verða settur í tað harðasta jarn.
22. Hví kemur tú higar at klaga um korn?
tú skal verða settur í tað hægsta torn.”
23. “Meðan eg ongan rættin kann fá,
so lati meg sjálvan í lógbókina sjá.”
24. Tað fyrsta Jákup Sibbi í lógbókina sá,
tá kendi hann ikki s fyri k.
25. So mundi Jákup frá lógbókini renna,
ongan bókstavin mundi hann kenna.
26. Jákup uttar eftir beinkinum ekur,
tann ovasti harrin eftir byrsuni tekur.
27. Jákup út um dyrnar gløðir,
tann ovasti harrin byrsuna løðir.
28. Jákup út um dyrnar leyp,
tann ovasti harrin eftir honum skeyt.
29. Jákup út um dyrnar gekk,
eittans høglið í dyntilin fekk.
30. “Hevði eg ikki havt so sítt eitt vel,
so hevði eg verið skotin í hel.
31. Gud lati meg aldrin liva tann dag,
at eg komi aftur í sovorðið lag.
32. Gud lati meg aldrin liva so leingi,
at eg komi aftur fyri slíkar dreingir.”
Men Dansen den gaar
saa let igennem Lunden.