Junkarin Streingir

Hoyr Trónda við Á kvøða Junkarin Streingir (úr Bandasavninum hjá Fróðskaparsetri Føroya)

1.  Streingir, vilt tú mær boðini bera
for mangan ein gyllini floy
og inn til Boyalands skulu tey fara.
Nú siglir Junkarin Streingir til frú Dagmoy

2. Skal eg inn til Boyaland fara,
tretivu sveinar skulu við mær vera.

3. Streingir var til reiðar,
um enn teir vóru fleiri.

4. Teir vundu síni segl so hátt í rá,
teir sigldu til Boyalands í mánaðir tvá.

5. Eg sá segl á sundi fara
og mundi tað Junkarin Streingir vera.

6. Teir kasta síni akker á hvítan sand,
fyrstur steig Streingir fótin á land.

7. Fyrstur steig Streingir fótin á land
og upp til knýggja niður í sand.

8. Uppi í grasagarði akslar hann skinn,
so gongur hann fyri Boyakonga inn.

9. Her sita tygum Boyakongur yvir tygara borð,
og kongurin av Danmanr sendi tygum orð.

10. Tann sendi tygum orð og blíða talu,
hann vil tygara dóttir til drottning hava.

11. Hann sendi tygum orð og blíða ráð,
hann vil tygara dóttir til drottning fá.

12. Boyakongur svarar eitt orð hartil:
– Tað er ikki nokk at hava við!

13. Boyakongur svarar eitt orð í gleim:
– Eg havi henni ætlað ein mætari svein!

14. Hvat kann hon mætari sveinin fá,
enn kongin av Dannemark við øllum hann ár?

15. Mín harri eigur eitt fiskivatn,
tað rentar seg meira enn alt Boyakongaland.

16. Mín harri eigur eitt fiskidýpi,
tað rentar seg meira enn alt Boyakogaríki.

17. Men áðrenn tú skalt ta jomfrú fá,
fyrst skal terningur á talvborðið gá.

18. Áðrenn tú skal ta jomfrú vinna,
fyrst skal terningur á talvborði renna.

19. Tú set teg niður, Streingir, leika talv við meg.
Mína gíðu kápu seti eg í veð.

20. Setir tú í veð(in) kápuna tína,
so seti eg aftur kjørpilin mín.

21. Upp stendur Streingir heldur sær at gama:
Kápa og kjørpil bera væl saman.

22. Tann fyrsti gullterningur á talvborðið rann,
Streingir tapti og Dagmoy vann.

23. Tú set teg niður, Streingir, leika talv við meg.
Mín góða saðil seti eg í veð.

24. Ja, setir tú í veð(in) saðilin tín,
so seti eg aftur gangara mín.

25. Upp stendur Streingir heldur sær at gaman:
Saðil og hestur bera væl saman.

26. Tann annar gullterningur á talvborði rann,
Streingir tapti og Dagmoy vann.

27. Tú set teg niður, Streingir, leika talv við meg.
Mína góðu æru seti eg í veð.

28. Ja, setir tú í veð(in) æruna tína,
so seti eg aftur hálsbein mítt.  (høgrabein mítt)

29. Upp stendur Streingir heldur sær at gaman:
Ja, sveinar og jomfrúur bera væl saman.

30. Streingir út um vindeygað sá,
hann heitir á gud og Salvarpál.

31. Hann heitir á gud og Sankta Knút:
Hann loysi mær hetta talvi út.

32. Tann triði gullterningur á talvborði rann,
Dagmoy tapti og Streingir vann.

33. Alt tað reyargull, eg eigi í skrín,
tað gevi eg Streingir fyri æruna mína.

34. Eg haldi tað ei vera kallmana maka,
í reyðargulli fyri sína kærastu taka.

35. Eg haldi tað ei vera kallmans líka,
sum í reyðargulli vil sína kærastu býta.

36. So snart var silki eftir vegnum breitt,
og Dagmoy var til strandar leidd.

37. Teir vundu síni segl so høgt í rá,
teir sigldu til Danmarkar í mánaðir tvá.

38. Við aðrari hondini mundi hann stýra,
við aðrari helt hann Dagmoy dýru.

39. Við aðrari hondini stýrdi hann floy,
við aðrari helt hann dýru Dagmoy.

40. Og mælti tað Dagmoy, tá hon sá land:
Hvat er tað fyri riddari, ið ríður eftir sand?

41. Og mælti tað Dagmoy, tá ið hon sá heim:
Er hatta kongsins hestasvein?

42. Tit tegi, tygum Dagmoy, tig og tala ei svá.
Hatta er tann riddari, sum tygum skulu fá.

43. Skam fái teg Streingir, tú kundi ei ljúga,
mín harri hann hevur ikki meir enn eitt eyga.

44. Skamm fái teg Streingir, tú vanst meg í leik,
mín harri hann er bæði følin og veik.

45. Eg ynski meg aftur í Boyakongaland
og Streingir undir mína høgru hond.

46. Eg ynski meg aftur í Boyakongaríki
og Streingir tú ert so væl mín líki.

47. Tit tegi, tygum Dagmoy, tig og tala ei slík,
ein sveinur kann ei vera sínum harra lík.

48. Jú, væl kann hann vera sínum harra lík,
um hann ikki er so pengarík. (…hevndarrík)

49. Teir kasta síni akker á hvítan sand,
fyrstur steig Streingir fótin á land.

50. Ja, fyrst steig Streingir fótin á land
og Dagmar undir hans høgru hond.

51. Tað skal eg hava fyri trúskap mín,
nú má eg lata mítt unga lív.

52. Kongurin sínum svørði brá.
Hann høgdi Streingir í lutir tvá.

53. Hann høgdi Streingir í lutir tvá,
so smátt, sum grasið í lundini lá.

Leave a Reply

Your email address will not be published.