1. Ein vísa lýðandi
alt upp á rós:
Um ketlar at gera
í myrkri at vera
fyri uttan ljós.
2. Ein vísa lýðandi
alt upp á háð:
Alt um ein ketil
Jógvan Hansson smedil
skræddi botnin frá.
3. “Hoyr tú mín hústrú,
eg tali til tín:
Lat ongan innganga
tann kunnskap at fanga
uttan Óla mín.
4. Hoyr tú mín hústrú
tú situr við dyr:
Lat ongan fáa at vita,
ið hvar vit sita,
uttan nakar teg spyr.”
5. “Hoyr tú, mín hústrú,
tú situr so svinn:
Tá ið eg fari at klinka,
skalt tú at mær vinka,
um at nakar kemur inn.”
6. Hann fór aftir Skansanum
alt við ein fart:
“Eg eri ein smedil
eg kann at gera ketil,
tí eg havi tað lært.”
7. Madam Høna var
ein kona so kekk,
hon hevur nú stolið
eina lýsikolu,
undir bitanum hekk.
8. Kaptein Ketil stendur
hendur í hupp:
“Deyða Durta við klova,
tú hevur mær lovað,
at kynda eldin upp.”
9. “Hoyr tú, madam Høna,
hvat ið eg sigi tær:
Tríggjar troyggjur skulu vera
fyri ketilin at gera
og eitt grátt par.”
10. “Hoyr tú Abelóna,
tú skalt hava takk:
Ketilin hevði verið gjørdur,
yvir til tín førdur,
hevði eg havt salmiakk.”
11. Abelóna var
ein kona so vøn:
Hon troyggjuna gjørdi,
til handilin førdi
fyri ketilin í løn.
12. Abelóna gongur
og frydar seg:
Kappiteinurin er fróur,
tí ketilin er góður
til kaffi og te.