KYNDILSMESSA
Lag: Hertugen red fra Kolding By
1. Tá eg fór fyrst til Kyndilsmessu
var eg bara fimtan ár
/: Enn finnast Velbastaðmenn :/
Eg fór har suður við pápa mínum,
eg minnist tað sum í gjár.
/: So væl teir dansa enn :/
2. Blíðskapurin var óførur,
slíkt hevði eg tá ei sæð.
Vit inni vóru í hvørjum húsi,
eg minnist tað enn í dag.
3. Dansurin hann var frálíkur,
sum hann er tann dag í dag.
Har eingin var ývin og gruggutur,
men øll vóru fró og glað.
4. Á Velbastað havi eg so ofta verið,
bæði eina tíð og aðra.
Tann kenna vil góðan vertskapssið,
hann kann á Velbastað læra.
5. Eg minnist fimmogtjúgu Velbastaðmenn,
sum farnir eru av fold.
Teir gingnir eru nátúrins gongd
og hvíla í svørtu mold.
6. Fyrst minnist eg Jóannis norðuri á Heyggi,
tann dámliga gamla mann.
Eg minnist Jóannis hansara son
og Dion, sum kom eftir hann.
7. Eg minnist gamla Mikkjal smið,
tann prúða gamla mann.
Eg minnist Hanus hansara son,
á Frælsinum andaðist hann.
8. Eg minnist Dánjal og Niklas á Mýru,
tiltiknir sum friðarmenn.
Dánjal hin ungi so ungur fór,
hann hevði verið ungur maður enn.
9. Á Steininum minnist eg menninar níggju,
eg skal teir nevna við navn:
Óla Jákup og jákup og Petur Hans
og Sámal, sum búsettist í Havn.
10. Eg minnist Mads Berg og Niklas og Símun,
eg minnist teir eisini væl.
Eg minnist Mourits og hansara brøður,
nú eru teir níggju í tal.
11. Ja eg minnist Mourits og Heindrik á Steinum,
teir vóru gamlir dreingir,
teir vóru báðir ógiftir,
komu ikki í brúðarsongir.
12. Eg minnist Óla og Trónda við Á,
teir vóru álitismenn.
Eg minnist eisini Pól við Á
hann flutti til Nólsoyar henn.
13. Hans Jákup húskallur var við Á
í fleiri Harrans ár,
var altíð blíður og góðsintur,
men dámdi sum fleiri ein tár.
14. Eg minnist Jóannis úti á Heyggi,
ein klókur bóndamaður.
Sum ungur hann skúlakunnskap fekk,
og tað so nógv umræður.
15. Dánjal Pauli var hansara sonur,
mín javni hann var til ár.
Tá eg minnist allar hesar góðu menn,
tað nítur sum í gomul sár.
16. Eg minnist gamla Zakaris bónda,
hann velti føroyskar røtur.
Hann óførur seiðabergsmaður var,
og hann átti tvær prúðar døtur.
17. Jóhann er fimmogtjúgundi maður,
sum eg skal nevna her.
Hann ofta dømingsmaður var
tá klandur var her og der.
18. Nú eri eg blivin seksoghálvfjers,
mín tíð hon tekur at stytta.
Tað kann ikki vera rætt leingi nú,
til eg mann deyðan hitta.
19. Nú eri eg blivin seksoghálvfjers,
míni ár tey fara at fækka.
Bæði ung og gomul, kvinnu og mann
á Velbastað vil eg takka.
20. Nítjanhundraðogtveyogtretivu ár
vit nú munnu skriva,
Velbastaðmenn og Kyndilsmessu
eg ynski leingi at liva.
A.M. Reinert
Tátturin um velbastaðmenninar, sum Andrias Reinert í Norðradali (1855-1939) yrkti til Kyndilsmssuna í 1932, sum tó varð av ongum, tí nógv fólk lógu sjúk.