Í ár verður okkara góða bygdafelag, Sólarmagn, 125 ár. Felagið varð stovnað í Kirkjubø 10. mars 1895. Vit fara í tí sambandi at hátíðarhalda dagin við at hava opið hús í nýumvældu felagshúsinum á Skarðasteini á Velbastað sjálvan føðingardagin, tá øll eru vælkomin á gátt at síggja nýumvældu hølini og njóta eina hugnaløtu við ymiskum tiltøkum á skránni.
Sunnudagin 8. mars 2020 kl. 16 verður ársaðalfundur. Umframt føstu skránna á aðalfundinum við formansfrágreiðing og vali av nevndarlimum, fer Jenny Petersen stjóri á Tjóðpalli Føroya at siga frá støðuni hjá leiklistini í Føroyum í dag. Hon fer eisini at tríva í ymiskt, sum hon minnist og veit um av sjónleiki, sum hevur verið í Sólarmagni.
Týsdagin 10. mars kl. 19 verður hátíðartiltak í Sólarmagni fyri bygdafólkunum og øðrum innbodnum, har høvi verður hjá øllum at síggja nýumvældu hølini og fáa ein kaffimunn. Á skránni verða røður, framløgur og tónleikur.
Hóskvøldið 27. februar kl. 19.30 hittast tey, ið hava hug at kunna seg meira um staðanøvn á Velbastað og vera við til at seta staðanøvnini inn á teldutøkt kort, sum Havnar kommuna hevur útvegað til endamálið.
1. juni, 2. hvítusunnudag, verður farið útferð suður í Hálvdanshús, sum er sunnanvert Kambin. Hálvdanshús er eitt gamalt vakhús frá sjórænaratíðini, sum kirkjubøingar hava bygt uppaftur fyri nøkrum árum síðan.
Eitt vikuskifti í juni er ætlanin at hava eitt felagstiltak við tónleiki og grill.
Tiltøkini verða nærri lýst á Facebook-síðuni hjá Sólarmagni og á heimasíðuni solarmagn.fo, har meira fæst at vita um felagið og virksemið í felagnum.
Limir, sum ikki hava fasta flyting og sum ikki hava goldið limagjald fyri 2020, fáa eina serliga áheitan um at gjalda limagjald.
Í sambandi við umvælingina av húsinum hevur felagið fingið góðan fíggjarligan stuðul frá kommununi og alifyritøkuni Luna. Fyri stuðulin frá kommununi er húsið umvælt bæði uttan og innan. Fyri stuðulin frá Luna hava vit keypt nýggj borð, nýggjan køk, nýggj wc, nýggjan komfýr og uppvaskimaskinu. Felagið hevur harumframt gjørt íløgu í aðra henta útgerð, so sum stórskíggja og teldu, umframt at ætlanin er af seta upp nýggjar ljóskuplar í felagshølinum. Heitt verður í tí sambandi á limirnar um at stuðla felagnum eftir førimuni við einari peningaupphædd. Limagjald og stuðul kunnu flytast á konto felagsins í BankNordik: 6460 4211342.
Við felagskvøðu