Limabræv um tiltøk vetrarhálvuna 2017-18

LIMAGJALDIÐ fyri 2017!!!

Heitt verður á limirnar um at gjalda limagjald fyri 2017. Mælt verður til at limirnir tekna fasta árliga flyting í peningastovni. Limagjaldið er 200 kr um árið, og skal rindast á konto 6460-4211342 í Bank Nordik!

FAST MÁNAÐARLIGT STUÐULSGJALD

Nakrir limir stuðla felagnum peninga­liga við fastari mánað­ar­ligari bankaflyting, t.d. 25, 50 ella 100 kr. um mánaðin, alt eftir føri­muni. Gott hevði verið, um fleiri kundu gjørt tað sama. Kontan er tann sama: 6460-4211342 í B. Nordik.

Limatiltøk fram til ársskiftið

Hvørt sunnukvøld í vetur, kl. 20-22, fara vit upp á gólv. Øll dansi- og kvæðahugaði eru væl komin at vera við. Kvæðaskrá er løgd, so til ber at lesa uppá. Sí niðanfyri!

Sunnudagin 10. desember kl. 16 verður lima­fundur um ferðavinnu og landbúnað. Anna og Óli Rubeksen og Jóannes og Guðrið Patursson fara at greiða frá teirra virksemi í hesum sambandi. Høvi verður at spyrja.

Leygarkvøldið 30. desember kl. 20 verður hugnakvøld við onkrum til matna og føroyskum dansi. Tiltøkini, sum felagið skipar fyri, verða lýst á heimasíðuni hjá felagnum solarmagn.fo og á Facebook-síðuni, ið kallast Sólarmagn.

Sólarmagnshúsið

Felagshúsini eru nú liðug umvæld uttan. Eftir er at reinsa og mála norðurendan. Ætlanin er at fara undir at gera ábøtur innan, serliga í gongini og køkinum. Hetta fer at kosta nakað at seta í verk. Limirnir eru vælkomnir at taka eina hond í við, og eisini sera væl komnir at stuðla fíggjarliga við einari fastar peningaflyting til felagið.

Aðalfundurin 2018

verður sunnudagin 11. mars 2018 kl. 16.00

Dagførdar teldupostadressur og limaskapur

Áheitan á allar limir, og tey, sum ynskja at gerast limir í Sólarmagn: Kunnu tit senda tykkara teldupostadressu við navni, bústaði og telefon til kunning@solarmagn.fo ella við at ringja til formannin ella kassameistaran

Heilsan nevndin


Kvæðaskrá 5. nov. til 7. jan.

5. november (sunnukvøld kl. 20.00)
Gáturíma V.U.H. Antologiin, solarmagn.fo/kvaedi
Flóvin Bænadiktsson Kvæði Vísur Táttar
Aligas ríma B. solarmagn.fo/kvaedi og Kvæðabók I

12. november (sunnukvøld kl. 20.00)
Harra Pætur og Elinborg
Harpuríma “Stígum fast” – kvæðabók
Gudbrandskvæði solarmagn.fo/kvaedi

19. november (sunnukvøld kl. 20.00)
Sinklars vísa solarmagn.fo/kvaedi
Ólavur Riddararós “Stígum fast” – kvæðabók
Fípan fagra solarmagn.fo/kvaedi

26. november (sunnukvøld kl. 20.00)
Ormurin langi solarmagn.fo/kvaedi
Strandatáttur solarmagn.fo/kvaedi
Vi hugge med kårde solarmagn.fo/kvaedi

3. desember (sunnukvøld kl. 20.00)
Harra Pætur og Elinborg “Stígum fast” – kvæðabók
Kyndilsmessa á Velbastað solarmagn.fo/kvaedi
Jákupsa skegg solarmagn.fo/kvaedi

10. desember (sunnukvøld kl. 20.00)
Ketilstáttur solarmagn.fo/kvaedi
Í Gøtu ein dag solarmagn.fo/kvaedi
Mallebro solarmagn.fo/kvaedi
Sambandsfall solarmagn.fo/kvaedi

17. desember (sunnukvøld kl. 20.00)
Falkaríman solarmagn.fo/kvaedi
Gøtuskeggjar solarmagn.fo/kvaedi
Ole Morske solarmagn.fo/kvaedi
Jákup á Møn solarmagn.fo/kvaedi

30. desember (leygarkvøld kl. 20.00
Ormurin langi solarmagn.fo/kvaedi
Gøtuskeggjar solarmagn.fo/kvaedi
Regin smiður “Stígum fast” – kvæðabók
Vi hugge med kårde solarmagn.fo/kvaedi
Aligast ríma B. solarmagn.fo/kvaedi

7. januar (sunnukvøld kl. 20.00)
Mær gav Sankta Mortan solarmagn.fo/kvaedi
Brestis kvæði solarmagn.fo/kvaedi
Ólavur Riddararós “Stígum fast” – kvæðabók
Gudbrandskvæði solarmagn.fo/kvaedi