Viljið tær hoyra kvæði mítt,
viljið tær orðum trúgva,
um hann Ólav Tryggvason,
hagar skal ríman snúgva.
Glymur dansur í høll,
dans sláið í ring!
Glaðir ríða Noregsmenn
til hildarting.
2. Kongurin letur snekkju smíða
har á sløttum sandi;
Ormurin langi størstur var,
sum gjørdist á Noregs landi.
3. Knørrur var bygdur á Noregs landi,
gott var í honum evni:
sjúti alin og fýra til
var kjølurin millum stevna.
4. Forgyltir vóru báðir stavnar,
borðini vóru blá,
forgyltan skjøld í toppi hevði,
sum søgur ganga frá.
5. Kongurin situr á hásæti,
talar við sínar dreingir:
”Vit skulu sigla tann salta sjógv,
tað havi eg hugsað so leingi.”
6. Berið nú fram tey herklæðir
við brynjum og blonkum brandi,
síðani leggið frá landi út,
og siglið frá Noregs landi!”
7. Fróir og glaðir sveinar mæltu:
”Harri, vit skulu tær fylgja,
um enn tú fert í frið ella stríð,
vit óttast ei brattar bylgjur.”
8. Har kom maður á bergið oman
við sterkum boga í hendi:
”Jallurin av Ringaríki
hann meg higar sendi.”
9. Kongurin so til orða tekur
bæði við gleði og gamni:
”Sig mær satt, tú ungi maður,
hvat ert tú nevndur at navni?”
10. ”Einar skalt tú nevna meg,
væl kann boga spenna;
Tambar eitur mín menskur bogi,
ørvar drívur at renna.”
11. ”Hoyr tú tað, tú ungi maður,
vilt tú við mær fara,
tú skalt vera mín ørvargarpur
Ormin at forsvara.”
12. Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og restir,
lunnar brustu og jørðin skalv:
teir drógu knørr úr neysti.
13. Vundu upp síni silkisegl,
út í havi ganga:
so er sagt, at kongurin
hann stýrdi Orminum langa.
14. Hetta frættist víða um land,
at Noregs menn teir sigldu;
Danimarks kongur og Svøríkis kongur
ráðini saman hildu.
15. Danimarks kongur og Svøríkis kongur
ganga saman í ráð,
hvussi teir skuldu Noregs kong
skjótt av døgum fáa.
16. Senda boð til Eirik jall
– vænur er borin til evna:
”Hann skal fylgja í ferðini við,
sín faðirs deyð at hevna.”
17. Eirikur gongur for kongar inn
við brynju og reyðum skjoldi:
”Ólavur kongur av Noregi
mín faðirs deyða voldi.”
18. Jallurin stendur á hallargólvi,
blankt bar spjót í hendi:
”Ólavur kongur síggja skal,
eg hvast mót hvøssum vendi.”
19. Ganga teir til strandar oman
— fagurt var tað lið —
Danimarks kongur og Svøríkis kongur
og Eirikur jall tann triði.
20. Tríggir gingu skipaflotar
út av Oyrasundi,
Jarnbardur í odda sigldi,
jallurin stýra kundi.
21. Danimarks kongur til orða tekur,
letur so orðini greiða:
”Hann, ið Ormin langa tekur,
skal hann við ognum eiga.”
22. Eirikur hugsar við sjálvur sær:
”Tó at tú manst tað royna,
tú tekur ikki Ormin langa
við danskari makt aleina.”
23. Mælti tað Svøríkis kongurin,
hann helt á brýndum knívi:
”Eg skal Ormin langa taka,
um enn tað kostar lívið.”
24. Erikur stendur á breiðum bunka,
klæddur í skarlak reyð:
”Tú tekur ikki Ormin langa,
fyrr síggi eg tín deyða.”
25. Eirikur talar til sínar menn:
”Kempum munnu tit møta;
standið væl og manniliga,
tí blóðug verður gøta.
26. Noregs menn á kongins knørri
kunnu væl beita knívi;
gangið væl fram í hørðum stríði,
ella vit lata vit lívið!”
27. Eirikur talar til Finn hin lítla:
”Tú skalt hjá mær standa;
tú skalt verja sjálvan meg,
um enn eg komi í vanda.”
28. Løgdu teir á sundið út,
bíðaðu teir har leingi,
longdust eftir norskum knørrum,
at berjast mót Noregs kongi.
29. Løgdu teir á sundið út,
ætlaðu sær at vinna,
hildu vakt bæði nátt og dag,
Norðmenn vildu teir finna.
30. Nú skal lætta ljóði av,
eg kvøði ei longur á sinni;
nú skal taka upp annan tátt;
dreingir, leggið í minni!
31. Ólavur siglir í Eysturhavi,
ætlar heim at fara;
tá ið hann kom í sundið fram,
hann sær ein skipaskara.
32. Høvdingar tríggir á landi standa,
hyggja út so víða,
sunnan síggja teir knørrin prúða
eftir havi skríða.
33. Danimarks kongur til orða tekur:
”Alt mær væl skal ganga;
Krist signi míni eygu tvá,
nú síggi eg Ormin Langa.”
34. Erikur stóð har skamt ífrá,
talar til sínar menn:
”Kongurin av Danimark
hann sær ikki Ormin enn.”
35. Har kom fram ein størri knørrur,
dreingir undraðust á,
Svøríkis kongur til jallin talar:
”Nú man eg Ormin sjá.
36. Leggið nú skip frá landi út,
árar í hendur taka,
latið ei Ólav sleppa so,
fáan hann heldur sín maka!”
37. Eirikur hyggur í havið út,
talar til sínar menn:
”Tað svørji eg við sannan Gud,
teir síggja ei Ormin enn.”
38. Danimarks kongur og Svøríkis kongur
halda á skefti reyða:
”Eirikur jallur ræddur er
at hevna sín faðirs deyða!”
39. Vreiður var tá jallurin,
hann mælir av illum sinni:
”Annað skal eg enn orðabrask
Noregs menn at vinna.”
40. Eirikur stendur á grønum vølli,
tekur nú til ganga:
”Verið nú snarir á skipabunka,
nú síggi eg Ormin langa!”
41. Allir sóðu tá Ormin koma,
allir undrast á hann,
av silki vóru seglini,
og stevnið í gulli rann.
42. Løgdu teir seg vegin fram
bæði við svørðum og spjóti,
Norðmenn sóu á Orminum,
teir ivast at halda ímóti.
43. Ólavur talar til sínar menn:
”Dýrt skulu teir meg keypa,
ongantíð tá ræddist eg stríð,
í dag skal eg ikki leypa.”
44. ”Leggið nú skip í stríðið fram,
segl á bunka strúka,
tað skal síggjast, at Noregs menn
teir kunna væl svørðini brúka.”
45. Úlvur reyði í stavni stendur,
gott var í honum evni:
”Leggið ei Ormin longri fram,
sum hann hevur longri stevni.”
46. Kongurin stendur á lyfting aftur,
í skarlak var hann klæddur:
”Nú síggi eg, mín stavnamaður
er bæði reyður og ræddur.”
47. ”Kongur, tú sást meg aldri so ræddan,
eg tordi væl á at herja,
goym tú lyfting so væl í dag,
sum eg skal stavnin verja.”
48. Vreiður var tá kongurin,
Úlvur til orða tekur:
”Blíðka teg aftur, harri mín,
tí vreiði upp angur vekur!”
49. Ólavur stendur á bunkanum,
talar til sínar menn:
”Hvør eigur hesi nógvu skip?
Eg kenni tey ikki enn.”
50. Svaraði Torkil, kongins bróðir,
mælir av tungum inna:
”Danimarks kongur og Svøríkis kongur
vilja tín deyða vinna.”
51. ”Ræddir eru danskir menn
mót Norðmonnum at ganga,
betri var teimum heima at sitið
tann fuglaflokk at fanga.
52. Betur kunna svenskir menn
teir offurbollar strúka
enn at nærkast okkum so,
at blóðugt svørð skal rúka!”
53. Ólavur gekk lyfting upp,
ræður hann upp at hyggja:
”Hvør eigur hasi stóru skip,
við Ormsins bakborð liggja?”
54. Svaraði Herningur, kongins svágur,
letur so orðini falla:
”Tey eigur Eirikur Hákunsson,
hann ber ein yvir allar.”
55. Tí svaraði Ólavur kongur,
frá man frættast víða:
”Skarpur verður Hildarleikur,
tá Norðmenn mót norskum stríða.”
56. Svøríkis kongur mót Ólavi legði
eina morguntíð,
tað var sum í bál at líta,
skeiðir dundu í.
57. Høgdu og stungu Noregs menn
bæði við svørði og spjóti,
títt so fullu teir svensku menn,
sum grasið fýkur av gróti.
58. Svøríkis kongur rópar hátt,
biður teir undan flýggja:
”Eg havi mist mítt mesta fólk,
tað voldi mær sorg at síggja.”
59. Danimarks kongur troðkaði fram,
ætlaði sær at vinna,
norðmenn tóku mót honum fast,
teir donsku menn at tynna.
60. Roykur stóð til skýggja upp,
reytt var sund at síggja,
so var sagt, at danskir menn
teir máttu undan flýggja.
61. Eirikur leggur mót Ormi fram
við bjørtum brandi í hendi:
”Ikki skal Ólavur rósa av,
at eg snart frá honum vendi.”
62. Løgdu teir knørr við knarrar
borð, hvørgin vildi flýggja;
høvur og kroppar í havið tumla,
øðiligt var at síggja.
63. Einar stendur í kapparúmi
við Tambarboga, teir kalla,
hvørja ferð pílur at boga dreiv,
tá mátti ein maður falla.
64. Einar spenti Tamabrboga,
pílurin streingin strongdi,
pílur fleyg yvir jallins høvur,
róðurknappin sprongdi.
65. Einar spenti á øðrum sinni,
ætlaði jall at fella,
pílur fleyg millum arms og síðu,
einki var jalli at bella.
66. Eirikur talar til Finn hin lítla
”Eg vil spyrja teg nakað,
hvør er hann, við skørpum skotum
ætlaði meg at raka?”
67. Til tað svaraði Finnur hin lítli
— blóðugar vóru hendur —
”Tað er hasin stóri maður,
í kapparúmi stendur.”
68. Jallurin mælir á øðrum sinni:
”Tað vil eg tær ráða,
skjót tú handa stóra mann,
nú stendur mítt lív í váða.”
69. ”Manninum kann eg einki gera,
tí hann er ikki feigur,
bogastreingin stilli eg á,
tí maðurin eydnu eigur.”
70. Einar spenti á triðja sinni,
ætlaði jall at raka,
tá brast strongur av stáli stinna,
í boganum tók at braka.
71. Allir hoyrdu streingin springa,
kongurin seg forundrar:
”Hvat er tað í mínum skipi,
so ógvuliga dundrar?”
72. Svaraði Einar Tambarskelvir
— kastar boga sín:
”Nú brast Noreg úr tínum hondum,
kongurin, harri mín!”
73. ”Í Harrans hond mítt ríki stendur
og ikki í Tambarboga,
tak tær ein av mínum bogum,
vita, hvat teir duga!”
74. ”Veikir eru kongins bogar!”
Einar ræður at svara,
”eg skal taka upp skjøld og svørð,
høgg skal eg ikki spara!”
75. Enn stóð fólk í báðum stavnum,
man eg rætt um minnast,
syrgiligt var á miðjum skipi,
tí har tók fólk at tynnast.
76. Eirikur sprakk á Ormin upp,
væl bar brand í hendi,
Herningur leyp úr lyfting niður,
aftur ímót honum vendi.
77. Bardust teir á miðjum skipi,
vil eg frá tí greiða,
øvigur mátti jallurin leypa
aftur á Jarnbard breiða.
78. Jallurin valdi sær reystar garpar,
fáir finnast slíkir,
snarliga aftur á Ormin sprakk,
tá mátti Herningur víkja.
79. Úlvur reyði úr stavni loypur,
nú er stavnur eyður,
so fleyt blóð á Orminum,
at knørrurin sýndist reyður.
80. Hart stóð stríð á miðjum skipi,
svørð mót skjøldum gella,
Úlvur og Einar, frægar kempur,
Eiriks garpar fella.
81. Eirikur var á øðrum sinni
aftur á bunka rikin,
tá sá hann, at stavnurin
á Orminum var tikin.
82. Jallurin mannar seg triðju ferð:
”nú skal ikki dvína,”
tá fell Úlvur og Herningur
við øllum dreingjum sínum.
83. Kongurin rópar í lyftingi:
”Nú er tap í hendi;
leypið í havið, mínir menn,
her verður ei góður endi!”
84. Kongurin leyp í havið út,
garpar eftir fylgdu,
kongins bróðir síðstur var,
teir gjørdu, sum kongurin vildi.
85. Eirikur fekk tá Ormin langa,
eingin annar kundi,
tók hann sjálvur róður í hond
og stýrdi honum frá sundi.
Hoyr brot úr upptøku av Velbastað 1959
Jens Christian Djurhuus, Sjóvarbóndin, (1773-1853) yrkti, helst eftir Heimskringlu um leið 1830.
Kvæðið er um ferðina, sum Noregs kongur Ólavur Trygvason gjørdi til Vendlands eftir arvi, ið kona hansara átti har. Á veg heim aftur lupu fíggindar á hann, og har lat hann lív – saman við nógvum av sínum monnum. Slagið skuldi standa við oynna Svold, men hvør oygg, ið æt so, er ikki kent; kanska er tað oyggin Hven, sum er í Oyrasundi. Danimarks kongur: Sveinur Tjukuskegg (d. 1014), Svøríkis kongur: Ólavur skotkongur (d. 1021). Eirikur jallur (d. 1024) var av Løðum, sonur Hákun jall. Slagið við Svold stóð um ár 1000.