Harpu ríma

1.  Har komu tveir biðlar ríðandi í garð,
(eg) biði tygur renna
bóðu moy, sum yngri var,
rúnarmenn, gerið tað mín jomfrú, biði tygur: rennið,
talið varliga við teir, rúnarmenn!

2. Ta yngru teir tá bóðu,
ta eldru teir forsvóru.

3. Tann yngra hon er seg so fríð,
rætt sum sól um midsummars tíð.

4. Tann eldra hon er seg so ljót,
rætt sum ormar skríða á grót.

5. Tann yngra kann at spinna gull,
tann eldra er av svøvni full.

6. Tann yngra vevur gull í lag,
tann eldra svevur allan dag.

7. Tann yngra kann at spinna,
tann eldra ikki at tvinna.

8. Tann yngra kann at lesa lestur,
tann eldra ikki at seyma kveistur.

9. Systir talar til systur góð:
»Vit skulum okkum í sævarflóð!«

10. »Hvat skulum vit í sævarflóð gera?
Vit hava ei tvinni silki at bera.«

11. »Tað er so mangur í sævarflóð,
ið ikki eigur tvinni silki góð.

12. Vit tváum okkum hvítar,
vit erum tvær systrar líkar.«

13. »Um tú tváar teg allan dag,
tú verður ei hvítari enn Gud tær gav.

14. Um tú tváar teg hvíta sum fann,
tú fært ei mín festarmann.«

15. Tær gingu seg til strandar,
steinur lá fyri landi.

16. Tann yngra setur seg upp á stein,
tann eldra førdi hana út á streym.

17. Hon rættir upp sína ljósu hond:
»Systir, systir, hjálp á land!«

18. »Eg hjálpi tær ei á land um sinn,
uttan eg fái biðil tín.«

19. »Gjarna gevi eg tær alt eg á,
á biðlinum havi eg einki ráð.

20. Gjarna gevi eg tær bæði
biðil og brúðarklæði.«

21. »Søkk nú, søkk nú, systir mín!
Eg skal hava biðil tín.«

22. Har kom vindur eystan,
líkið dreiv til neysta.

23. Har kom vindur og bylgja blá,
líkið mundi til landa slá.

24. Komu tveir vallarar oman við á,
sóu, hvar ið líkið lá.

25. Teir tóku hennara ljósa arm,
gjørdu sær til harpuskjarm.

26. Teir tóku hennara gula hár,
gjørdu harpustreingir smár.

27. Teir gingu seg inn í tann bý,
sum teir vistu, brúdleyp var í.

28. Teir gingu seg í tann garð,
sum teir vistu brúdleyp var.

29. Teir settu seg á ytstu gátt:
»Vilji tær hoyra harpuslátt?«

30. Mælti tað strongurin fyrsti:
»Brúðurin var mín systur.«

31. Mælti tað strongurin annar:
»Brúðurin var mín bani.«

32. Mælti tað strongurin triði:
»Brúðgummin var mín biðil.«

33. Mælti tað strongurin fjórði:
»Brúðurin mær forgjørdi.«

34. Svaraði brúður, reyð sum blóð:
»Harpan ger oss mikið óljóð.«

35. Svaraði brúður, á beinki sat:
»Harpan ger oss mikið óglað.«

36. »Hevði eg vitað, tað líkaði tær illa,
ei skuldi eg mína harpu stilla.«

37. Teir slógu sína harpu av armi,
brúðurin sprakk av harmi.

38. Teir slógu sína harpu av meingi,
blóð fleyt brúður í fangi.

39. Teir slógu sína harpu av móði,
brúðurin fleyt í blóði.

 

Kvæðaskrá 14.01-10.02.2018

14. januar – Til Nólsoyar at dansa
Strandatáttur solarmagn.fo/kvaedi
Gáturíma solarmagn.fo/kvaedi
Jákupsa skegg solarmagn.fo/kvaedi
Harpuríma “Stígum fast” – kvæðabók
Aligast ríma solarmagn.fo/kvaedi
Mær gav Sankta Mortan solarmagn.fo/kvaedi

21. januar
Harra Pætur og Elinborg Stígum fast – kvæðabók
Jákupsa skegg solarmagn.fo/kvaedi
Aligast ríma B. solarmagn.fo/kvaedi
Ormurin langi solarmagn.fo/kvaedi
Gudbrandskvæði solarmagn.fo/kvaedi

28. januar
Harra Pætur og Elinborg Stígum fast – kvæðabók (Dánjal Petur skipar)
Jákupsa skegg solarmagn.fo/kvaedi (Eyðfinnur skipar)
Aligast ríma B. solarmagn.fo/kvaedi (Teitur skipar)
Ormurin langi solarmagn.fo/kvaedi (John skipar)
Gudbrandskvæði solarmagn.fo/kvaedi

2. februar (kyndilsmessa)
Vi hugge med kårde solarmagn.fo/kvaedi
Kyndilsmessa á Velbastað solarmagn.fo
Gøtuskeggjar solarmagn.fo
Strandatáttur solarmagn.fo
Væl komnir føroyingar solarmagn.fo/kvaedi (Tóki skipar)

10. februar (føstulávintsleygardagur)
Ormurin langi solarmagn.fo/kvaedi
Gøtuskeggjar solarmagn.fo/kvaedi
Vi hugge med kårde solarmagn.fo

Harra Pætur og Elinborg

1.  Harra Pætur og Eliniborg,
børn vóru tey so ung,
løgdu sínum ástum saman,
mongum er forlag tung.

2.  Harra Pætur og Eliniborg,
børn vóru tey so rík,
løgdu sínum ástum saman,
mongum er forlag slík.

3.  Legði hann hendur á frúnnar háls,
myntist við hana blíða:
“Leingi vilt tú, Eliniborg,
festarmoy mín bíða?”

4.  “Bíða vil eg í sjey vintur
uttan frænda ráð, giftist ikki livandi manni,
meðan eg liva má.

5.  Bíða vil eg í sjey vintur
móti mínum frænda vilja,
giftist ikki livandi manni,
um enn meg kongur giljar.”

6.  Harra Pætur stígur
í tann standandi floy:
“Eg forbjóði hvørjum manni
mína festarmoy.”

7.  Harra Pætur stígur
í tann standandi stavn:
“Eg forbjóði hvørjum manni
[at] sova í hennara arm.”

8.  Sjey vintur forgangnir vóru,
Elini tók at leingja,
akslar yvir seg kápu blá
í glasglugga at standa.

9.  Elin stendur í glasglugga,
sær hon út so víða,
fagur var tann knørrin,
hon sær eftir havinum líða.

10. “Fullvæl kenni eg seglini,
fullvæl kenni eg rá,
fullvæl kenni eg knørrin tann,
ið harra Pætur ár.”

11. Elin gongur til strandar oman,
sínum borðum skeyt,
fagur var sá knørrin,
for bryggjuni fleyt.

12. “Hoyrið tit, ríku keypmenn,
hvat hava tit at selja?”
“Vit hava skrúður og skarlak reyð,
tað besta frú kann velja.”

13. “Lítið er mær um skrúður,
og ei um skarlak reyða,
mín bróðir er av landi úti,
tí syrgi eg meg til deyða.”

14. “Hann er ei tín bróðir,
hann er tín biðlasvein,
hann er sær í Danimark,
hann ræður for borgum ein.

15. Hann er sær í Danimark,
teir kalla hann harra Pætur ríka,
hann hevur fest ta dansku frú,
hon er ikki tygara líki.”

16. Elin gongur frá strondum niðan,
sveipar hon seg í skinn,
so gár hon í høgaloft
for Eirik, bróður sín, inn.

17. “Væl *sitið tær*, Eirikur, bróðir mín,
tað sigi eg tær av,
vilt tú vera mín stýrimaður
yvir tað salta hav?”

18. “Set teg niður við mínum borði,
drekk við mær í dag,
kalli tað ei vera moyggjasið
at sigla tað salta hav.”

19. Elin snúðist av hallini út,
mestan var hon vreið:
“Gud lati teg ikki liva tann dag,
eg biði teg bønir meiri.”

20. Tekur hon allar moyarnar,
setir saman í ring,
hon tók upp ein silvursaks,
hon klippir hár umkring.

21. Tekur hon allar moyarnar,
hon klippir av teim hár,
síðan lærir hon allar tær
tað jútska riddaramál.

22. Tekur hon allar moyarnar,
sker teim riddaraklæði,
so ganga tær til strandar oman,
sum Elin fyri er.

23. Eirikur gongur til strandar oman
pá tann sama dag:
“Eg vil vera tín stýrimaður
yvir tað salta hav.”

24. “Eg seti ikki minni við
enn mín silvurring,
eingin kemur kallmaður
innan skipakring.

25. Eg seti ikki minni við
enn mítt silvurkross,
eingin kemur kallmaður
inn á skip til os.

26. Eg seti ikki minni við
enn mín silvurkorða,
eingin kemur kallmaður
innan snekkjunnar borða.”

27. Enntá var tað Eliniborg,
dregur upp á seg glógva,
so gár hon til stýri at stá,
og ternurnar at rógva.

28. Rókust úti í myrkum havi
mánaðirnar tvá,
ongar vættrar fingu tær
til nøkur lond at sjá.

29. Rókust úti í myrkum havi
mánaðirnar tríggjar,
ongar vættrar fingu tær
til nakað land at síggja.

30. Ongar vættrar fingu tær
til nøkur lond at sjá,
fyri tann høga boðaslóð,
so fell tann bylgja blá.

31. Svaraði frúgvin Eliniborg
í fyrsta orði tá:
“Lovið heldur olmussu,
so fáa vit land at sjá!”

32. Summar lovaðu eina,
Elin lovaði tvá,
tá tók tokan at lýsa av,
tær fingu land at sjá.

33. Allar lovaðu eina og tvær,
Elin lovaði trinnar,
tokan tók so at lýsa av,
tær fingu land at kenna.

34. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
tá tók tokan at lýsa av
for harra Pæturs høll.

35. Fríggjadagin í páskaviku
fóru tær út í hav,
tær komu ikki til landanna
fyrr enn sankta Mortans dag.

36. Kasta sínum akkerum
á tann hvíta sand,
fyrst stígur frúgvin Eliniborg
sínum fótum á land.

37. Úti í miðjum grasgarði
akslar hon sítt skinn,
og so búgvin gongur hon
tær høgu hallir inn.

38. “Heil *sitið tær*, harra Pætur,
yvir yðra breiða borð,
plaga so allir høviskir sveinar
halda síni orð!

39. Væl *sitið tær*, harra Pætur,
og tann danska frú,
plaga so alhr høviskir sveinar
halda sína trú!”

40. Harra Pætur snúðist yvir borðið fram
við silvurskál í henđi:
“Signi Gud tíni eygun tvá,
so gjølla eg tey kendi.

41. Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg,
tú ver mær ikki vreið,
meðan eg fylgi mínum systursoni
tríggjar dagar á leið.

42. Meðan eg fylgi mínum systursoni
tríggjar dagar á leið,
komi eg ikki aftur tann fjórða,
so vænta meg ikki meir.”

43. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
tár á kinnar lá:
“Hann er ei tín systurson,
fullvæl kann eg tað sjá.”

44. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
tár á kinnar glíggjar:
“Hann er ei tín systurson,
so væl kann eg tað síggja.”

45. Svaraði frúgvin Ingibjørg
í triðja orði tá:
“Kallmanna hevur hon yvirbrøgd,
men kvinnu hevur hon hár.”

46. Fylgdust tey til strandar oman
alt í einum liði,
harra Pætur og Eliniborg
og Ingibjørg tann triðja.

47. Ingibjørg stendur á hvítum sandi,
sára ið hon grætur,
Elin stendur í fremra stavni,
hirðir ei, hvat hon letur.

48. “Liv nú væl, frú Ingibjørg,
tú hitt danska sprund,
eg havi nú fingið mín festarmann,
eg lænti tær um stund!

49. Liv nú væl, frú Ingibjørg,
við títt elvargeingi,
eg havi nú fingið mín festarmann,
eg lænti tær so leingi!”

50. Grátandi snúðist frú Ingibjørg,
aftur í sína borg,
glaður siglir harra Pætur
heim við Eliniborg.

51. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
harra Pætur og hans vív.

52. Farið fyri eystan, farið fyri vestan,
farið fyri verðsins enda,
tey koma bæði í eina song,
ið Gud vil saman senda!