§ 1. Navn felagsins er Sólarmagn og heimstaður tess er Kirkjubøar sókn
§ 2. Endamál Sólarmagns er:
a. at varðveita føroyskan tjóðskap og stuðla upplýsing og framburði í Føroyum, serliga í Kirkjubøar Sókn (t.e. Kirkjubø og Velbastað)
b. við samrøðum, fyrilestri, lesnaði o.tíl. tiltøkum at vekja áhuga limanna fyri felagsarbeiði og gera teir hugaðar og sjálvstøðugar.
§ 3. Ein og hvør, ið fyltur er 15 ár kann gerast limur í Sólarmagni.
§ 4. Aðalfundur verður hildin í hvørjum mars mánaði við hesi dagsskrá:
a. Formaðurin greiðir frá felagsins virksemi í farna ári
b. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap til góðkenningar
c. Val av nevndarlimum
d. Val av formanni og næstformanni
e. Ásetan av limagjaldi
f. Innkomin mál
g. Ymiskt
§ 5. Millum nevndarlimirnar, sum eru fimm í tali, velur aðalfundurin formann og næstformann. Hini nevndarlimirnir skipa seg við kassameistara og einum 1. skrivara og einum 2. skrivara. Valtíðin er 2 ár, tó soleiðis, at 2 nevndarlimir standa fyri vali annaðhvørt ár og 3 annaðhvørt, fyrsta árið við lutakasti.
§ 6. Eykaaðalfundur kann verða hildin, tá meirilutin í nevndini ella tá 10 limir ynskja hetta. Aðalfundarfráboðan, saman við fundarskrá, skal vera send limunum í seinasta lagi 10 dagar framman undan fundardegi.
§ 7. Lógarbroytingar skulu samtykkjast á aðalfundi ella eykaaðalfundi eftir at hava verið til viðgerðar á alment lýstum limafundi, aðalfundi ella eykaaðalfundi. Lógarbroytingar og uppskot, ið krevja aðalfundarsamtykt, skulu sendast limunum saman við fundarfráboðan.
§ 8. Nevndini verður álagt at stíla fyri fundum og boða limunum frá í seinasta lagi 3 dagar frammanundan. Skipað verður fyri í minsta lagi einum limafundi um mánaðin í tíðarskeiðinum 1. september til 1. mai árið eftir.
§ 9. Á hvørjum fundi verður valdur ein fundarstjóri og ein blaðstjóri til felagsblaðið Tjaldrið. Fundarstjórin velur umrøðuevni til næsta fund og stýrir orðaskiftinum á fundinum. Valdi fundarstjórin kunnger nevndini umrøðuevni. Valdu skrivarar boða limunum frá fundarevni, fundardegi, -tíð og -stað, í minsta lagi 2 dagar undan fundi. Blaðstjórin skrivar blaðið og lestur tað upp á fundinum. Hann velur sjálvur umrøðuevni.
Soleiðis samtykt á aðalfundi felagsins 27. apríl 1997