1. Stiðjafjall rópti til Tungulíðfjall:
Hoyrdi tú ikki, at “sambandi ” small?
Tað dundi í Fuglafirði ! —
Ein svartur veðrur á sjóvin leyp,
ein annar inn undir seingina kreyp —
so hátt mettist “sambands” virði !
2. Ein bøllutur harri á gumpin datt
og kleimdi sín nýstrokna hermans hatt,
mestan lorgnettin var klovnað
Nakkin tók í ein gluggakarm,
har mundi hann brotið dintil og arm;
reyvin var blá og hovnað.
3. Ein annar streyk um sítt krákunev :
“Nu kniber det nok for Mikkel Ræv!
Med Sorgen og Klagen hold Maade.”
Sebbi ørur í garðinum sprakk:
“Gid fanden tage det forbandede Pak!
Nu stander landet i Vaade.”
4. Prestakjóla sín dálkaði ein,
Katrin sum rotta í holini hvein;
eitt køkufat fór í smyldur.
Ringt var at kóka til sambandsmenn.
Hon gav teimun kaffi og te í senn,
og ikki var Ólavur mildur.
5. Ein reyður maður í Vagum stóð,
hann hevði fyrr kvøði sjálvstýrisljóð,
men hevði tó sleikt teimum stóru.
Tíggjumannafari mannaði hann,
og hevði seg sjálvan til tíggjundamann.
So búnir á valg teir fóru.
6. Slíkur var standur, tá ið sambandið fall.
Flennir tú ikki, Tungulíðfjall,
og lesur tú ikki í “Krossi”
Stóra bónda og Regin í Líð
teimun gerast eyguni fyrndar blíð.
Nú fletta teir sambandsrossi.
7. Tungulíðfjall treiv í eitt heglingsæl
og kveitti so yvir á Oknadal:
Enn finnast frægir á landi.
Tað vardi meg altíð, eg visti tað væl,
teir fóru í brekku og settu sín hæl
og kvettu tað vanlukku bandið!
(20. mai 1915)