Sankta Mortan

Mær gav sankta Mortan tjúgunda kvøld jóla

20 stútir, nú eru jólini úti,
19 kvígur, nú munnu jólini líða,
18 stakkar, nú munnu jólini lækka,
17 kjólar, gav hann teim til jóla,
16 hindir, allar vóru blindar,
15 svanir, allir vóru trænir,
14 ostar, fullu so væl í tostar,
13 húðir strekkja við sínar búðir,
12 dreingir, bæði við reip og streingir,
11 bukkar, fullu so væl í tokkar,
10 tunnur bjór, tað var teirra dreingja kór,
9 langskip við rá,
8 gangarar grá, gyltan saðil á,
7 silvurskálir,
6 dúvur blá, sótu mær hjá,
5 fæ,
4 fár
3 flikki og
2 gæs,
1 fjøður av teim fugl, ið væl kundi at fljúgva.

Leave a Reply

Your email address will not be published.