Strandatáttur

1. Gevið ljóð og lýðið á,
– under så grøn en lide
nakað veit eg at fortelja frá.
– Kongen af Danmark lader det hævne.

2. Tað búði ein maður suðuri í Havn,
Magnus Brók var hansara navn.

3. Hann kom sær ferðandi inn á Strendur
at royna sínar stóru sterku hendur.

4. Tann havnarmaður so errin var:
“Man nakar á Strondum tora ímóti mær?”

5. Gamli Bartal hann svaraði til:
“Eg ætli tað víst, at onkur vil.”

6. Har var leikur, har var gaman.
Endin var, at báðir brustu saman.

7. Bardust teir har aftur fram.
Endin var tann, at Bartal vann.

8. Magnus við sínum stóra høvdi,
hann lá undir Bartali og gløddi.

9. Magnus við sínum krúlluta grúki,
hann lá undir Bartalsa búki.

10. Bartals kona fleyg í grát:
“Nú hevur tú sligið ein kongsins soldát.”

11. Yvir til Toftir har hoyrdist eitt buldur,
tá rokkurin hjá Bartali hann gekk sundur.

12. Mikkjal Óli um klinkuna fekk,
hann visti ikki betur enn verðin forgekk.

13. “Nú hevur hon staðið ta tíð so langa,
eg ætli tað víst, at hon fer at forganga.”

14. Gamla í seingini rópar: “Morð,”
potturin í eldin rokkurin í sor.

15. Hetta verður tykkum bæði háð og spott,
at enda fáa tit ein ljótan tátt.”

16. Sannheit segði tann kona tað,
tátturin varð yrktur tann sama dag.

17. Hetta sama háð og spott,
hetta kalla vit fyri Strandatátt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *