Uppruni felagsins

Um Sólarmagn –
elsta ungmannafelag í Føroyum

Ungmannafelagið Sólarmagn varð stovnað 10. mars 1895. Tað vóru systkinabørnini Sverre Patursson í Kirkjubø og Jóannes Dalsgaard (tá Johannesen) Uppi í Stovu á Velbastað, sum tóku stig til at stovna felagið. Felagið varð stovnað í Kirkjubø og varð tí fyrst kallað Kirkjubøar Kjakfelag.

Seinni sama ár varð navnið broytt til Sólarmagn, eftir uppskoti frá Óla við Á á Velbastað. Navnið Sólarmagn finna vit í Gongurólvs kvæði. Har verður í ørindi 75 sagt soleiðis:

Risin leit í sólamagn
ræð hann aftur at ganga
stendur í miðjum Írlandshavi
merkir stóran dranga.

Og aftur í ørindi 77, har sagt verður:

Rólvur gekk frá strondum niðan
í tí sólamagni
táið hann kom um breiða fjall
tá tók honum sól at fagna.

Tað er eingin annar enn Svabo, ið hevur skrivað upp Gongurólvs kvæði, og um orðið “sólamagn” sigur hann: “Sólamagn s.n. hvor solen var højest”. Dr. Jakobsen sigur í orðasavninum FA II um sólarmagn, at tað er “(solens magt eller styrke) det sted, hvor solen har sin største styrke el. staar højest paa himlen; ikke synderlig brugelig; risin leit í sólarmagn, risen saa lige midt ind i solen”.