Grein um Sólarmagn

Brot úr elstu søgu felagsin – 1895-1924

Eftir John Dalsgarð

Prentað í Brá nr. 6, 1984

Í hesi grein verður greitt frá ungmannafelagnum Sólarmagni, sum hevur fingið heiti at vera elsta ungmannafelag í landinum. Tað er serliga fyrsta tíðarskeiðið í søgu felagsins, sum verður umrøtt. Felagið varð stovnað í 1895 av systkinabørnunum Sverra Paturssoni í Kirkjubø og Jóannesi Johannesen (Dalsgaard) á Velbastað. Frá tí felagið varð stovnað 10. mars 1895 til 11. mai 1924, var Sverre formaður í felagnum at kalla øll árini.

Hóast Sólarmagn hevur verið eitt virkið felag síðan tað varð stovnað, so skert ikki burtur, at felagið var mest virkið meðan Sverre Patursson var formaðu. Eisini kann við rætti sigast, at tað var í hesum tíðarskeiði, felagið setti verulig spor eftir seg. Eg hugsi serliga um spurningin um føroyska skriftmálið, tá Sólarmagn tók støðu ímóti teirri sonevndu “broytingini”, sum mátti víkja fyri tí meira søgufrøðiliga mátanum, sum Hammershaimb frammanundan hevði mælt til at brúka, og sum vit brúka í dag.

Eisini var henda tíðin merkt av, at felagið virkaði fyri upplýsandi arbeiði. Nógv varð talað um flytandi bókasavn til bygdirnar, stovnsetan av fornminnissavni, umframt at seta á stovn áhugafeløg, eitt nú keypifelag, felag fyri bøndur og arbeiðarar, ítróttarfeløg og meginfeløg, Ikki færri enn tvær ferðir tíðliga í tíðini tók Sólarmagn stig til at seta á stovn meginfelag fyri føroysk ungmannafeløg. Eisini royndi felagið at skipa fyri útgávuvirksemi av ymiskum slag, og í 1912 fór felagið undir at savna staðanøvn í sóknini (Velbastað og Kirkjubø) og seinni um alt landið.

Fundarevni

Høvuðsbólkurin av teimum málum sum hava verið viðgjørd í felagnum í hesum tíðarskeiði eru tjóðskaparmál. Í hesum haldi eg meg til endamálsgrein felagsins, sum Sólarmagn tók upp eftir Føringafelag, um at seta móðurmálið í hásæti, og at føroyingar skuldu ganga fram í øllum lutum. Harumframt haldi eg meg til teir bókførdu fundirnar og tey har viðmerktu mál sum viðvíkja okkara mentan – tað kann vera málið, skúlin, uppalingin o.fl. – síðan sjálvbjargnis- og sjálvstýrismál.

Eg haldi meg vera á leið, tá eg sigi, at grundstøðið hjá felagnum bygdi á mentanarligt virksemi. Tey ymsu evnini mugu tí bólkast eftir hesi fortreyt. Tað er ikki av leið, tá sagt verður, at hetta mentanarliga starv átti sín uppruna í tjóðskaparstríðnum. Hugtøkini tjóðskaparkensla og tjóðskaparrørsla eru veik hugtøk, sigur Hans J. Debes í bókini Nú er tann stundin… Hann kemur við hesi skilmerking: “Tjóðskaparkensla merkir ásannanin av at vera ein tjóð, ólík øðrum tjóðum. Til hesa ásannan er bundin ein ávísur stoltleiki av at hoyra til tjóðina, til felagsskapin og av fólksins eyðkennum sum heild, so sum máli, siðum, lyndi o.s.fr. Tjóðskaparrørsla merkir… viljin til og virksemi fyri at verja og menna tann tjóðskapin og alt tað, sum eyðkennir hann” (s. 12).

Høvuðsevni – tjóðskaparmál

Málstríð

Hvørji eru so høvuðsevnini, sum Sólarmagn hevur starvast við og fyri?

Einki er at ivast í, at málspurningurin, sum var ein tann mest umrøddi serspurningurin í Føroyum, bæði undan og aftan á at Sólarmagn varð stovnað, hevur verið nógv umrøddur í felagnum. Tá eg sigi málspurningurin, so meini eg fyrst við stríðið um skriftmálið. Her valdi Sólarmagn at taka undir við Hammershaimbs skriftmáta og at ganga ímóti tí sonevndu “broytingini”.

            Gongdina í málspurninginum og tað tógva stríð fram til viðurkenning av føroyskum máli sum høvuðsmál í Føroyum, skal eg lata fara her. Men í Sólarmagni sum aðrastaðni var hetta sjálvsagt høvuðsspurningurin, hóast stríðið um skriftmálið eitt skifti var tað, ið upptók alt kjakið.

            Sólarmagn sum felag setti sær fyri at vinna føroyskum máli frama. Í fyrsta lagi skipaði felagið fyri fundum, bæði limafundum og almennum fundum. Á ólavsøku í 1897 skipaði felagið fyri almennum fundi í avhaldshúsinum í Havn, har evnið var: “Føroyskt til landsmál”. Um fundin skrivaðu Føringatíðindi: “Talur vórðu hildnar av J. Patursson, J. Poulsen, J.H. Poulsen, presti Petersen og J.H. Schrøter. Høvuðstalarin setti tað ynski fram, at ólavsøkan meira mátti brúkast til slíkar samkomingar og minni til ónyttu hereftir enn higartil. O har má hvør rættur føroyingur siga: gævi tað var so”.

Áheitan á løgtingið viðvíkjandi føroyska málinum

Fleiri fundir um móðurmálið vórðu hildnir. Samtyktir vórðu gjørdar og sendar løgtinginum. Á fólkafundinum í Reynsmúlalág 1905 varð henda samtykt gjørd og send løgtinginum:

Til løgtingið:

Hjáløgdu viðtøku um rætt móðurmálsins í skúlanum loyvir Sólarmagn sær hervið at framsenda fyri tað háttvirda ting í teirri vón og í tí treysti, at tingið við vælvild vil taka við hesari viðtøku og virka fyri at fáa hana til lóg so nær so vorðna, sum hon her er samtykt.

Kirkjubø tann 23. juli 1905

                        Fyri Sólarmagn

                        Gazet Patursson

                        form.

Viðtøkan til løgtingið var henda:

Til løgtingið.

Á Sólarmagns fundi á Velbastað tann 28. juli 1905 viðtól felagið einmælt, og fólkafundurin í Reynsmúlalág tann 9. juli 1905 samtykti, at hetta varð borið fram fyri løgtingið:

1. Í øllum almennum barnaskúlum í Føroyum skal málið vera føroyskt.

2. So skjótt sum lærararnir verða so frægir skal lærumálið í realskúlanum og læraraskúlanum eisini vera føroyskt.

3. Eingin skúlatvingsla fram um tað, sum nú er ásett skal gerast galdandi við lóg fyri nakran barnaskúla í Føroyum fyrr enn viðkomandi lærari hevur tikið prógv í móðurmálinum.

4. Eingin barnaskúlalærari má setast í embæti uttan at hann hevur tikið prógv í móðurmálinum.

5. Føroyinga søga og Føroya landalæra skulu lærast í øllum føroyskum almennum skúlum.

6. Allir føroyskir skúlar nýta føroyskar songbøkur og í læraraskúlanum skulu næmingar læra at fáa góða hylling á einum úrvali av okkara bestu kvæðum.

7. Øll skúlabørn skulu fyrst duga at lesa og skriva nøkulunda lýtaleyst á føroyskum máli, áðrenn tey fara at læra danskt.

8. Øll barnaupplæra í Gudsfrøði skal vera framborin á føroyskum máli.

9. Henda lóg kemur í gildi á nýárinum 1907.

————–

Eisini hevði Sólarmagn um somu tíð gjørt eina samtykt til Meginfelagið fyri ungmannafeløg, at fáa tað at søkja løgtingið um studning og ráðgevandi stuðul til at geva út føroyskar skúlabøkur. Meginfelagið skuldi eisini biðja løgtingið velja eina 5-manna nevnd at arbeiða við skúlabókum. Móðurmálsnevndin ella eitthvørt hóskandi navn skuldi hon hava.

Við kapping skuldi henda nevn fáa handrit til vega, lata heiðursvirði fyri tey bestu, fáa tey góðkend til skúlabrúks og prentað.

“Hvat kann gerast fyri at fremja føroyamálið?” eitur eitt evni, sum J.P. Andreasen leggur fyri við á fundi í 1912. Um kjakið á fundinum vita vit einki, men tá er tað, at Sverre Patursson leggur uppskot fram um at seta Føroya Ungmannafelag á stovn. Í 1913 heldur A.C. Evensen fyrilestur um málreising, og felagið setir sær í hesum árum eisini fyri at savna føroyskar altargangssálmar.

Upplýsing

Flytandi bókasavn

Sum partur av upplýsingarandanum tók Sólarmagn í 1898 til umrøðu “Flytandi bókasavn”. Hetta varð tó ikki av nøkrum í fyrsta lagi. Málið varð lagt til síðis, og har lá tað í eini trý ár, tá tað verður at síggja í bløðunum. Í Fuglaframa tó Sverre Patursson til orða ímóti øllum tí, havnarmenn gera og takast við, og setir seg til talsmann fyri bygdirnar. Líkt er til, at havnarmenn ætla sær at standa fyri einum flytandi bókasavni, men Sverre ger teimum greitt, at tað er ikki Havnin, sum hevur brúk fyri hesum, tað eru bygdirnar, ið skulu njóta gott av tiltakinum.

Forngripagoymsla

Forngripagoymslan var eitt stórmál hjá Sólarmagni at fáa í lag. Sverre Patursson kom við uppskotinum tíðliga í 1896. Av kjakinum sæst, at allir uttan ein vóru fyri at fáa hetta í lag. Óli við Á trúði ikki uppá hana. Hann var sannførdur um, at tiltakið fór at gerast ov dýrt, og eingin hevði hug at gjalda.

            22. november var aftur fundur um forngripagoymslu. Veitsla skuldi vera sama kvøld, so har var væl av avbygdafólki hjá. Millum gestirnar vóru Rasmus Effersøe, Andrias Reinert úr Norðradali, J. Olsen og Jákup Jakobsen úr Havn (helst dr. Jakobsen).

            Sverre legði fyri. Uttan at vita av, vóru føroyingar rændir fyri sínar ognir, meðan teir høvdu sovið so leingi, helt Sverre. Hann ivaðist í, hvussu farast skuldi fram í málinum, og hann vísti á tað gangliga, ein forngripagoysmla fór at hava við sær.

            Jóannes Patursson helt, at farast mátti undir tiltakið. Heittu vit á statin, so tók hann helst um endan. Har høvdu vit eins góðan rætt og tey donsku amtini. Fleiri undan Jóannesi høvdu nevnt, at tað mundi vera ov seint við tílíkum, men tað helt Jóannes ikki. Verkið kundi byrja so smátt við at savna lutir inn frá fólki, ið skiltu tankan. Hús kundu bíða, til nakað av hesum lutum var innkomið.

            Andrias Reinert og Rasmus Effersøe hildu iki, nakað mundi vera eftir í Føroyum av lutum, men tóku undir við hugskotinum. Sama gjørdi J. Jakobsen úr Havn. Tað mátti gerast kunnugt fyri fólki, hvat ein slík goymsla hevði at týða. Rasmus, ið var blaðstjóri á Føringatíðindum, átók sær eftir áheitan frá fundarfólkinum at skriva um málið og heita á fólk um at lata lutir.

Gongd kemur á

Men Rasmus skrivaði einki. Sólarmagn skrivaði honum bræv tveir mánaðir seinni og sóknast eftir hansara parti, men hann svarar munnliga aftur og sigur, at málið hevur ongan skund, tí framsýningin av fornlutum skuldi ikki vera fyrr enn á ólavsøku. Tó varð framvegis einki skrivað í Føringatíðindum.

            Tvey ár seinni skrivaði Fuglaframi um forngripagoymslu. Í einum stubba 26. juli 1898 verður greitt frá gongdini, at málið hevur verið reist fleiri ferðir, og at tann rætti maðurin uttan fyri felagið, ið hevði boðið sær til at byrja verkið, sveik, og at ætlanin var at fáa í lag ein basar í Havn, men tey fólk, felagið hevði vent sær til, bóru seg undan.

            Men Sólarmagn hevði sett sær fyri ikki at sleppa málinum fyrr enn tað hevði verið frammi á fundi á ólavsøku í Havn. Og har varð so ein nevnd sett at fremja arbeiðið. At enda kom so gongd á hetta stórmál.

            Her sleppa vit sjálvum málinum um forngripagoysmlu, men fyri at vísa nakrar av hugsjónunum, ið lógu aftan fyri hjá Sólarmagni, skal eg prenta nøkur brot úr Fuglaframa, ið greiða frá ólavsøkufundinum.

Sverre sigur: “Tað er tíðspell og peningaspell at maður fer burtur úr landinum at sanka sær kunnleika, har hann átti at kunna fingið hann líka góðan og betri heima. So er tað eisini, at tann kunnleiki, stak menn bera heim við sær, kemur seint og gjøgnum mangar umvegir til fólkið. Tað, ein sær við sínum egnu eygum, tað ein kann leita upp sjálvur, tað ein, so at siga, kann taka í lógvan, kemur beinan vegin, verður skilligari, munagóðari og fastari”.

            Og Jóannes Patursson: “Ein forngripagoymsla var tann sannasta søga, vit kunnu eiga um, hvussu teir gomlu livdu og virkaðu. Fyri at kunna skilja framtíðina varð tað neyðugt ikki einans at kenna nútíðina, men ein mátti eisini kenna fortíðina.”

Álmanakki

Heilt ungt setti felagið sær fyri at geva út ein álmanakka. Hann varð prentaður í Reykjavík í 1897, tí prentsmiðjan í Havn kundi ikki lova at hava hann lidnan til nýggjárs. Teir kallaðu hann “Hent bók fyri hvønn mann”.

            Fremst í honum var kalendari við nøvnunum á døgunum prentaðum á donskum. Annars hevði hann m.a. fullfíggjaða ferðaætlan millum oyggjarnar við Smirli, ferðaætlan fyri millumlandaskipini Keypmannahavn-Leith-Føroyar-Ísland fyri alt árið 1898, upplatingartíðirnar á skrivstovunum í Havn, postgjøld, vekt, myntir og mát, streymviðurskifti og sjóvarfall, úr veiðilógini, um tøting, fiskiskap, seyðabrúk, neytaviðgerð, rossahald og svínaaling. Eisini varð upplýst um stýrisviðurskiftini.

            Felagið hevði heitt á fólk um landið at lata tilfar til bóklingin. Eftir øllum at døma hava nógv tikið undir og verið beinasom. Ætlanin var at halda fram við at geva álmanakkan út, men tað varð av ongum.

            Hetta verk hepnaðist so illa, heldur Sverre, at felagið bjóðaði ikki til meiri enn ta einu ferðina. Serliga var tað stavsetingin í bóklinginum, sum ikki var til at kennast við aftur. Har vóru bæði prentvillur og hópur av íslendskum orðum.

            “Íslendingar høvdu helst ikki dugað so væl at lisið okkara handskrivaðu manuskript, – so høvdu teir bert sett, sum best bar til. Eitt dømi millum mong um, hvussu har varð tvætlað við nøvnum, er at tann framúrskarandi mannin norði í Vági, faktor Djurhuus, høvdu teir kallað Gurlius. At maðurin ikki var blíður við okkum afturfyri var sjálvandi,” sigur Sverre í grein um Sólarmagn í Varðanum, 30. bindi.

Samtíðarmál

Við at blaða í Føringatíðindum og samanbera nógv av tí, ið har stendur við virksemið í Sólarmagni hesi fyrstu árini, sæst eitt týðuligt samband. Vísast kann á mál, ið Sólarmagn hevur starvast við, sum síðani verða tikin upp í Føringatíðindum. Mótsett tekur Sólarmagn upp mál, sum hava staðið í Føringatíðindum.

Rúsdrekkamálið – brennivín og brennarí

Eitt av teimum fyrstu málunum, Sólarmagn tekur til viðgerðar, er rúsdrekkamálið. Tríggir spurningar vóru at taka støðu til, og Mads Lützen  var orðstýrari. Teir vóru allir um rúsdrekkað.

            Felagið skuldi á hesum fundi taka støðu til, 1) hvørt tað mundi loysa seg at hava brennarí í Føroyum, 2) um tað hevði verið betri fyri føroyingar at brent varð í landinum og 3) hvat, ið kundi gerast til tess at minka um brennivínið í Føroyum.

            Fundurin tók undir við, at brent varð her, og at tað var betri fyri føroyingar, at teir brendu sjálvir. Viðvíkjandi tí síðsta spurninginum var støðan hjá fundinum ein atfinning av avhaldsfeløgunum, tí teimum vantaði stýring. Annars helt fundurin, at allur spurningurin um rúsdrekkað hevði nakað við barnauppaling at gera, og meinti, at vert var at byrja hesa uppaling tíðliga. Einki orðaskifti er skrivað frá hesum fundi, og tískil fáa vit ikki at vita, hvussu tær ymsu meiningarnar fullu. Tó tykist einmælt semja at vera.

            Stutt undan hesum fundi høvdu Føringatíðindi, har Rasmus Effersøe var blaðstjóri, fingið røring í rúsdrekkamálið. Rasmus, sum eisini gekk á odda í fráhaldsrørsluni, hevði í blaðnum greitt lesarunum frá, at føroyingar drukku rúsdrekka fyri o.u. 100.000 kr. (11).

            Dimmalætting birtir upp undir spurningin, og í Føringatíðindum 21. februar (1895) leggur Jóannes Patursson upp í kjakið. Ikki júst við somu ætlan sum Rasmus. Hann fer longri við spurninginum og spyr, hvør tað er, sum fær allan henda nógva peningin, sum føroyingar geva fyri rúsdrykkir. Hann veit, at føroyingar ongar ætlanir hava um at minka rúsdrekkanýtsluna, so at tað munar. Ístaðin sær hann ein møguleika hjá okkum at spara fitt av peningi. Tí heldur hann rættast vera, at føroyingar fara at brenna sjálvir. Umframt at spart henda pening til okkara egna besta, hevði eitt brennarí skapt nógv arbeiðspláss, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Hann skjýtur upp at velta meira av eplum. At føroyingar skulu drekka brennivín fyri 90.000 kr. um árið, heldur hann vera tungt at hoyra. Men enn harmiligari er uppaftur at vita sær, at alt hetta stóra gullbjørgið skal fara niður við “damparanum” og aldrin koma aftur.

            Um aldamótið stóð kjakið í felagnum nógv um rúsdrekka og veitsluhald. Sum nevnt áður, var nýtslan stór í Føroyum, og av hesi orsøk spruttu avhaldsfeløg og mátahaldsfeløg kring landið. Eftir øllum at døma, so hevur rúsdrekkanýtslan eisini gjørt seg galdandi á Velbastað og í Kirkjubø. Tó kemur ongantíð upp á tal at stovna eitt avhaldsfelag. Men møguleikin at stovna eitt mátahaldsfelag var fyri á fundi í Sólarmagni longu tað fyrsta árið, tó einki verður av hesum.

            Kjakið um brennivínið og brennarí fær ongan bráðan enda. Tað verður við jøvnum millumbilum havt á lofti í bløðunum gjøgnum alt hetta árið, og seinni við.

Skiftandi kjakevni

Og somuleiðis er við fundunum í Sólarmagni. Spurningarnir tróta ikki, og sjáldan ganga meira enn tvær vikur millum fundirnar. Mál sum keypifelag, frískúlar, sunnudagsarbeiði, slatur, vegir, fleiri bygdir, og um stovnan av felag at fáa fólk at leggja av at banna, eru til viðgerðar. Fólk taka dúgliga undir við bæði keypifelag og frískúlum. Somuleiðis við vegunum. Men einki orðaskifti er fest á blað um hesi mál. Eisini føroyski dansurin verður tikin upp í orðaskiftinum á einum av teimum fyrstu fundunum. Hann er góður og nýtiligur, sigur fólkið, og hann skal varðveitast.

Turisma

Eitt annað evni, sum var nógv umrøtt um ta tíðina, var turisma. Hetta evnið tekur Sverri sjálvur sum orðstýrari til viðgerðar á einum fundi. Hann heldur ikki, at so nógv man vera í tosinum um, at turistarnir “forderva og oyðileggja fólkið”. Sum heild tjørdu teir meira gagn enna skaða, tí teir bóru nógv gott við sær úr útlondunum, helt hann. Eisini fóru teir at leggja nógvan pening niður í Føroyum. Neyðugt fór atvera at byggja hotell og vegir, og turistbøkur máttu útvegast. Umráðandi var eisini hjá ferðafólki at koma skjótt og væl úr einum plássi í annað. Sum nú er, halda teir flestu tað vera meira møði enn stuttleika at ferðast í Føroyum, helt Sverri. Fundurin man helst hava tikið undir við honum, tí einki mótmæli er at finna, og orðaskiftið er ikki skrivað.

Eitt orðaskifti

Sum dømi um eitt orðaskifti í felagnum, fari eg at endurgeva burtur úr fundarbókini hjá felagnum frá 10. fundi, sum var 9. juni 1895, har evnið snúði seg um at stovna felag fyri bøndur og arbeiðarar. “Var tað gagnligt fyri bæði bøndur og arbeiðarar, at vit høvdu felag?” eitur spurningurin, og Sverre Patursson er orðstýrari.

            Jóannes Dalsgaard meinti, at arbeiðararnir høvdu staðið seg betur í sínum lønarkrøvum, um teir høvdu felag. Somuleiðis við bóndunum, um teir høvdu felag at áseta prísirnar á seyði og øðrum.

            J.H. Pálsson helt, at feløgini fóru at leggja ov nógv trýst á fríheitina.

            Hesum kundu feløgini royna at virka ímóti, helt Jóannes Dalsgaard.

            J.H. Pálsson vildi vera við, at fakfeløg vóru ikki komin fram í nøkrum landi, fyrr enn ein gjógv var komin ímillum arbeiðarar og arbeiðsharrar.

            Jóannes Dalsgaard helt tað ikki vera heppið, at fólk soleiðis lógu og undir- og yvirbjóðaðu hvønn annan.

            Jóannes Patursson segði at lønin fyri velting og annað slíkt var best greidd við “akkord”. Tað var gott fyri báðar partar. Púra frí kapping var best fyri seyðasøluna: hvør keypir sum hann vil, og hvør selur sum hann vil.

            J.H. Pálsson stóð fast við, at fakfeløg býttu fólk í klassar.

            Jóannes Dalsgaard skeyt upp, at bøndurnir settu prís á seyðin, og lótu eitt eftirlit vita av hesum, sum síðani metti hann.

            J.H. Pálsson helt, at marknaðurin fór at verða so ovurfyltur, at góður prísur fekst ikki.

            Vit kundu havt ávísar marknaðardagar, helt Jóannes Dalsgaard.

            Jóannes Patursson var á ein hátt samdur við J.H. Pálsson í tí hann helt, at tað var tann stóra gjógvin millum arbeiðarar og arbeiðsharrar, sum hevði dripið allan framburð í øðrum londum. Hesum áttu fakfeløgini sína skuld í. Tað var ein standur, sum fólk máttu hava verju ímóti, helt Jóannes. Tað var handilsstandurin.

            Sverri Patursson helt, at fakfeløg høvdu sín fulla rætt, og at tað var ein skylda hjá arbeiðarunum at vinna so stórt útbýti av sínum stríði, at teir kundu liva av tí. Honum dámdi ikki akkordarbeiði.

            Jóannes Patursson helt ikki, at akkordarbeiði her (á staðnum) var sum aðrastaðni (í Føroyum). Her var eingin meistari, sum kundi útvega arbeiðarar.

            J.H. Pálsson vildi vera við, at tá ið ein aðrastaðni mátti venda sær til meistaran, kundi hann (Ö) ikki venda sær til ein svein. Arbeiðsharrin, tann sum arbeiddi við høvdinum, hevði meira rætt til at “eksistera” enn arbeiðarin, sum bara arbeiddi við hondunum.

            Sverri Patursson helt tá, at ein maður hevði líka góðan rætt at “eksistera”, antin hann arbeiddi við høvdinum ella hondunum.

            At enda helt Jóannes Patursson, at ein arbeiðari kundi ikki hava rætt til at fáa so stóra løn sum arbeiðsharrin. Arbeiðsharrin má hava so stórar inntøkur, at hann kann hava pening at seta í virkið tá ið ringar tíðir komu.

Staðanavnasavnið hjá Sólarmagni

Eitt mál, sum Sólarmagn leingi arbeidid við, er arbeiðið at savna føroysk staðanøvn.

            Hetta evni verður fyrstu ferð tikið upp á fundi í felagnum í 1912. Tað er Jóannis í Búðini, sum fyrstur kemur við hugskotinum. Í 1913 verður avgjørt, at Jóannis í Búðini og Páll Patursson skulu standa fyri kortleggingini av øllum teimum føroysku staðanøvnunum. Í august mánaði sama ár halda teir fund á háskúlanum í Havn saman við lærarum, sum hava verið á læraraskeiði har. Áhugin millum lærararnar er stórur, og fleiri átaka sær uppgávur. Avtalað varð, at arbeiðið skuldi skipast kring landið, soleiðis at hvør tók sær av sínum øki.

            Fólk, sum átóku sær at stand fyri vóru Jens Mohr av Sandi, sum tók sær av Sandoynni, Jógvan Andrias Anniberg av Viðareiði skuldi saman við Mariu Jacobsen standa fyri innsavningini á Viðoynni og Borðoynni. Jógvan Poulsen frá Svínáum tók Lamba, Glyvrar og Sølmundarfjørð. Símun Pauli Konoy tók Gøturnar. Edvard Haraldsen úr Elduvík tók Vík, Tjørnuvík og Langasand, har hann var lærari frá 1912-1919. Jóhanna Maria Petersen av Saltnesi tók Toftir, Nes, Æðuvík og Rituvík. Martin Joensen tók Skúvoynna. Theodor Dahl úr Funningi, sum tá var lærari í Sandvík, tók Hvalbiar sókn. Niels Pauli Mohr úr Hoyvík tók saman við Mariu Nattestad Bø, Gásadal og Mykines. Louis Zachariassen tók Fugloynna, haðani hann var ættaður, og Valborg Simonsen tók Vág.

            Roynt varð eisini at gera arbeiðið á so høgum stigi sum tað nú einaferð bar til. Í 1915 var dr. Jakobsen í felagnum og helt fyrilestur um føroysk staðanøvn. Dr. Jakobsen var ein tann mest skúlaði føroyingurin tá, og sjálvur hevði hann fingist rættiliga nógv við staðanavnagransking.

            Men ikki er líkt til at skipanina av arbeiðinum hevur eydnast sum ynskiligt hevði verið. Í 1921 er málið fyri á fundi í felagnum. Tá er tað Jóannes Patursson sum er orðstýrari. Hann heldur ikki, at lærararnir vóru nóg væl skikkaðir at starvst fyri hesum máli tí teir ikki vóru barnføddir á tí plássi har teir vóru lærarir. Nevnd verður tó sett at fáa gongd á.

            Í 1922 sæst, at arbeiðið við savningini nú er vorðið so umfatandi, at fitt av útreiðslum standast av tí. Sólarmagn meinar ikki, at felagið kann gjalda kostnaðin, og heldur, at tá tað letur sjálvt arbeiðið má vera nóg mikið. Tingið játtar tí felagnum 300 krónur árliga í tvey ár til arbeiðið. Tað eru serliga kortini, sum kosta.

            Í 1945 verður staðanavnasavnið hjá Sólarmagni lagt saman við tí hjá løgtinginum. Tað verður gjørt eftir áheitan, verður sagt í fundarbókini hjá felagnum. Ikki er greitt hvaðani áheitanin kemur. Savnið hjá Sólarmagni stendur tá av okkurt um 4650 staðanøvnum. Tey eru úr Norðuroyggjum – serliga Borðoynni, av Viðareiði og Trøllanesi. Úr Miðvági, Hesti, Nólsoy og Fuglafirði umframt av Velbastað og úr Kirkjubø.

            Sum nevn, varð savnið hjá Sólarmagni lagt saman við tí hjá staðanavnanevnd løgtingsins, sum fór til verka í 1945. Alt savnið er nú í varðveitslu á Føroya Fróðskaparsetri.

Sólarmagn og Føringafelag

Sambandið millum Sólarmagn og Føringafelag var frá fyrstu stund sterkt. Tað er ikki at undrast á, tí bæði feløgini virkaðu so at siga fyri somu hugsjón. Tá Føringafelag fór í tvíningar var orsøkin politisk. Oddamenninir í Sólarmagni, fyrst og fremst Jóannes og Sverre Patursson, vóru eisini í tí partinum av tjóðskaparrørsluni, ið nú var komin til ta støðu, at politiskar avleiðingar vóru næsta stigið í tjóðskaparstríðnum. Og tann vegin fór eisini Sólarmagn.

            Spurningar og kjakevni í Sólarmagni vísa aftur til tjóðskaparrørsluna og frammanundan Føringafelag. Samanumtikið eru teir mest viðgjørdu spurningarnir í Sólarmagni hesi árini støðan hjá móðurmálinum, sjálvstýri ella samband og almennir og mentanarligir spurningar. Allir vísa aftur til endamálið hjá Føringafelag: At fáa Føroya mál til æru og at fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu vera sjálvbjargnir.

Fólkafundur í Nólsoy

Eitt av teimum fyrstu tiltøkunum, Sólarmagn var við til at skipa fyri, var fólkafundur í Nólsoy. Fundurin varð hildin jóansøkudag 1895, og var fingin í lag saman við Føringafelag. Eini 500 fólk vóru komin saman á Stongini, har Jákup í Lon (eldri) beyð vælkomið. Evnið, fundurin skuldi umrøða, var minnisvarði yvir Nólsoyar Páll.

            Fyri málinum tosaði Jóannes Patursson, ið helt eina røðu um Páll. Men tað minniliga við hesum fundinum var tann ósemja við Jóannes Paturssoni og tjóðskaparrørsluni, ið har kom fram. Í Føroyingatíðindum varð greitt frá fundinum, har mótstøðan eisini varð tikin fram.

            Úr múgvuni rópaði ein ónevndur argjamaður til Jóannes: “Tú skuldi heldur hugsað um at selt seyðin bíligari!”

            Ein annar, Sámal á Kák, helt at Nólsoyar Páll hevði verið ein góður maður, tó at hann ikki fekk 1500 krónur um árið úr statskassanum. (Staturin læt 1500 árliga til royndarbrúkið í Kirkjubø).

            Jensen, jarnsmiður í Havn, spurdi um tað ikki var skeivt at styðja teir stóru góðseigararnar, og hvat skil tað hevði verið at lagt alla Streumoynna undir ein mann. Ein maður sum kirkjubøbóndin átti ikki at fingið 1500 krónur, men heldur einhvør fátækur maður átti at fingið trøð, har hann vildi, og so 100 til 200 krónur fyri ómakin at dyrka hana.

Sólarmagn og onnur feløg

Páll Patursson, sonur Jóannes bónda, veit at siga frá, at Sólarmagn heilt tíðliga royndi at samstarva við fólk úti um landið og at breiða felagsvirksemi út til bygdirnar. Hetta samsvarar væl tí, sum norsku ungmannafeløgini virkaðu fyri. Longu í 1903 síggja vit at ungmannafeløg eru sett á stovn í Kunoy, á Sandi og í Miðvági, men trupult hevur verið at finna væl greint tilfar um hetta. Greitt er tó, at hesi feløg á ein ella annan hátt hava samstarvað.

Jóansøka í Miðvági

Eftir uppskoti frá Sólarmagni varð í 1899 hildin jóansøka í Miðvági. Felagið hevði í fleiri førum umrøtt kappleikir, og tað vóru teir, ið bóru stevnuna í Miðvági.

            Byrjað varð við kapprenning á sandinum. Fyrsta málið var 1500 alin, og íslendingurin Bjørn Thorleifsson, sum um hetta mundið var í Kirkjubø, var fyrstur á mál. Hann brúkti 3 min. og 9 sek. Næsta málið var 800 alin, og har rann bert ein. á 750 alin málinum luttóku fleiri, og J.H. Pálsson úr Skopun og Gazet Patursson úr Kirkjubø vóru fyrstir. Teir brúktu báðir 1 min. og 31 sek.

            Síðan var langlop. Har leyp Niels Poulsen úr Skopun longst – 7 alin og 22 1/2 tumma.

            Tí á baki kom teigalopið. Aftur her varð Niels Poulsen bestur. Eisini varð kappkastað við steini. Har royndust Julius Guttesen og Niels Poulsen, báðir úr Skopun, bestir. Teir blakaðu báðir 51 alin.

            Aftan á leikirnar var kappróður. Her róðu tvey 10 mannafør. Koltursbáturin við manning úr Koltri og Skopun vann róðurin við 10 1/2 min.

            Sum Fuglaframi skrivar frá jóansøkuni hetta árið, so var av besta veðri. Men ikki var so nógv fólk komið saman sum ynskjandi hevði verið. Blaðið metir orsøkina til hetta vera, at jóansøkudagur flest alla staðni verður brúktur sum vanligur arbeiðsdagur. Eisini sigur blaðið, at sambandið millum Sólarmagn og vágafólk hevði verið rættiliga ólagaligt, og hetta hevði havt við sær, at stevnan ikki var nóg væl lýst frammanundan.

            Aftan á leikir og kappróður var fólkafundur. Nógv var útliðið, og langfarafólkið mátti sleppa avstað aftur, so fundurin varð hildin í knappara lagi.

            Fimm talarar høvdu orðið. Vágasýslumaður røddi um vinnulívið og hvussu bøtast kundi um tað. Eitt, sum lá honum frammarlaga í huga, var at gera íshús at goyma sild og agn í.

            Cl. Johannesen tók í síni røðu undir við hesum sjónarmiðum, og Z. Nielsen mælti til at stovna partafelag til at fáa í lag íshús.

            Jóannes Dalsgaard og Sverre Patursson røddu um mentanarlig og tjóðskaparlig evni.

            Nøkur ár seinni, í 1901, gjørdi Sólarmagn av at fara til Kunoyar. Einki er tó sagt, um nøkur ferð kom í lag.

Sóknarfelagið

9. mai 1897 var fundur í Hesti, har ætlanin var at savna Sólarmagn (Velbastaðar/Kirkjubøarfelagið, sum tað verður nevnt) og felagið í Hesti saman í eitt sóknarfelag. Bráðfeingis viðtøkur vórðu gjørdar, og felagið kom í lag við deild í hvørjari bygd.

            Tá lítið av skrivligum tilfari er um virksemið hjá hesum felag, er ikki so lætt at greina, hvønn týdning, tað hevur havt. Nakrir fundir vórðu tó hildnir (teir, ella nakrir teirra, eru førdir í bók Sólarmagns). Tað viðraði ikki altíð hjá hestfólki at fara um fjørðin, og tá vórðu fundirnir útskotnir. Onkur veitsla varð eisini hildin. Fundir hava verið hildnir í Hesti, veitslur somuleiðis, eins og í hinum bygdunum, men sjálvsagt hevur tað verið trupult at arbeiða undir slíkum viðurskiftum. Stovningarárið skipaði sóknarfelagið fyri fundi í avhaldshúsinum í Havn, har røtt varð um “Føroyskt sum landsmál”.

Samskipan av føroyskum feløgum

Tvær ferðir í hesum árinum varð roynt at skipa fyri, at føroysk feløg tóku seg saman í meginfelag ella samskipan. Fyrru ferð kom uppskotið frá Føringafelag í Keypmannahavn. Skipast skuldi eitt meginfelag við mentanarligum og upplýsandi endamáli. Við í hesum meginfelag vóru: Havnar Avhaldsfelag, Føringafelag í Keypmannahavn, Føringafelag í Føroyum, Sólarmagn, Norðoyafelagið, Bókafelagið og Fróðarfundur (felagiðí Vestmanna).

            Aðru ferð var í 1912. Hesa ferð var tað Sólarmagn, ið tók stig til royndina eftir samtykt á felagsfundi 7. januar 1912.

            Tey føroysku feløgini skuldu senda umboð til ein stovnandi fund í Havn á ólavsøku sama ár. 11 feløg sendu umboð (útsendingar):

  • Miðvágs Ungmannafelag (H.N. Niclasen og Harald Rasmussen)
  • Kvívíkar sóknar Kjakfelag (Jógvan Joensen, Skælingi)
  • Gjáar lestra-, ítróttar- og ungmannafelag (Dánjal Klein, Hans O. Hansen)
  • Vár í Oyndarfirði (Høgni Høgnesen, Jacob Eidesgaard)
  • Leirvíkar lestra- og ungmannafelag (A.S. Joensen, Hans Andrias Hansen)
  • Gøtu lestra- og kjakfelag (Símun P. úr Konoy, Líggjas niðri við Hús)
  • Tjaldurssnert í Søldarfiriði (Johan Poulsen)
  • Sólarris á Glyvrum (Johan Poulsen)
  • Havnar Ungmannafelag (H.C.W. Tórgarð, A.E. Djurhuus)
  • Varðin í Havn (Símun av Skarði)
  • Sólarmagn (Jóannes Dalsgaard, Sverre Patursson)

Á hesum fundi varð atkvøtt um hetta uppskot til endamálsgrein, ið Sólarmagn hevði gjørt:

            “At fjálga um og fremja føroyska mentan og stuðla tær rørslur og tey verk, ið kunna økja lands okkara andliga, økonomiska og politiska sjálvbjargni.”

            Uppskotið fall. Teir flestu av útsendingunum vóru ímóti at “politikkur” var nevndur. So varð eitt uppskot frá Símuni av Skarði samtykt:

            “Samfelagið hevur til endamál at arbeiða fyri móðurmáli, uppaling og føroyskari mentan í øllum lutum.”

            Felagið varð so skipað við hesi stjórn: Rasmus Rasmussen, Símun av Skarði, Símun P. úr Konoy, Sverre Patursson og Nyholm Debes.

            Í tvey ár virkaði hetta felag. So hoyrdist ikki meira frá tí. Á fundi í Sólarmagni í 1916 greiddi formaðurin frá, at Føroya Ungmannafelag var upployst á ólavsøku.

            Størsta avrikið hjá Føroya Ungmannafelag var helst at skipa fyri útgávuni av bókini Robinson Crusoe, ið er fyrsta barnabók á føroyskum, prentað í Føroyum. Sverre Patursson umsett hana. Bókin varð send til hvørt skúlabarn í Føroyum. Noregs Ungdomslag bar allan kostnaðin av bókini.

Fólkafundir

Fólkafundirnir vóru eitt eyðkenni fyri tjóðskapartíðina, og hava javnan verið hildnir síðan. Tann fyrsti varð hildin á Traðarhamri á Sandi 2. hvítusunnudag 1894. M.A. Winther og Jóhan Hendrik Poulsen høvdu fyrireikað fundin og hildu eisini røðu. Á hesum fundi talaðu eisini Rasmus Effersøe, Jóannes Patursson og táverandi formaðurin í Føringafelag Júst Jacobsen. Okkurt um 250 fólk vóru á fundinum.

            Jóansøkudag sama árið skipaðu kirkjubømenn og velbastaðmenn fyri fólkafundi í Mannafelsdali. Mett varð, at okkurt um 500 fólk vóru komin saman har.

            Sum siður var, helt prestur ofta prædiku á teimum ymsu fólkafundunum.

Í Reynsmúlalág 1905

Fólkafundurin, sum Sólarmagn skipaði fyri í Reynsmúlalág í 1905, gjørdist ein av teimum tiltiknu. Har var so at siga einmælt samtykt eitt uppskot til løgtingið viðvíkjandi føroyskum máli í skúlunum.

            Høvuðstalari á fundinum var Jóannes bóndi. Hann greiddi frá teirri støðu, mál okkara var komið í, og tók fram málið hjá øðrum tjóðum, og vísti á, hvørja støðu tey høvdu fingið. Vit áttu at ansað eftir, so at vit ikki endaðu sum hetlendingar, sum nú ikki kundu kallast annað enn onglendingar. Upprunaliga mál teirra varð gloypt av tí enska.

            Tað var ikki av illvilja til tað føroyska málið, men av gomlum vana til at brúka annað mál, at vit vóru vorðin so lin og lítið teinkjandi um okkum sjálv, helt Jóannes. Vit halda tí bara, at alt er væl sum tað er.

            Neyðugt var tí nú at seta allar góðar kreftir í verk til at evna nýggjar skúlalógir og at uppala dugnaligar lærarar í móðurmálinum. Tann gamli andin frá læraraskúlanum hevur fyst spilt lærararnar, síðani ungdómin (28).

            Eisini aðrir høvdu orðið á fundinum. Símun av Skarði, sum var orðstýrari á fundinum, talai um mentunarlívið í Føroyum. Okkum tørvar ans fyri andlitum lívi, segði han, og ikki fyri stási og búkfyllu. Vit eiga ongan kultur, so leingi vit ikki eru føroyingar í Føroyum, ikki strevast fyri okkara tjóð og máli. Símun vísti á tað syndarliga dømið við prestinum, sum á bygdunum hevði gramt seg um, at illa fjórði parturin av kirkjufólkinum fataði hansara prædiku rætt. Hann minti á tað, sum presturin Rønne hevði skrivað í bók síni um Føroyar: “Tað var mær pínufult at bírætta og troysta hesa gomlu konuna á deyðaseingini við máli, sum hon lítið hoyrdi og einki skilti av.”

            Eisini Rasmus Effersøe og Ólavur bóndi á Heygum tóku orðið. Til fundin varð Sandoyarpresturin Andrias Evensen biðin um at tala fyri háskúlamálinum, men líkindi vóru ikki hjá honum at koma um fjørðin heldur hesa ferð. Tískil var heldur einki fólk av Sandi, og fólk úr Vágum, sum høvdu ætlað sær til Velbastað til fundin, sat eisini heima fyri veður.

Seinni fundir

Helst hevur Sólarmagn skipað fyri fleiri fólkafundum enn teimum sum standa førdir í fundarbókunum. Teir bókførdu í hesum tíðarskeiðinum eru ikki fleiri enn tríggir í tali. Hesir eru allir hildnir í Reynsmúlalág. Eitt annað stað, har Sólarmagn onkuntíð helt fólkafundir, var norður undir Tvørfelli. Eisini hevur felagið hildið fleiri fundir úti, sum tó ikki kunnu nevnast fólkafundir. Longu í 1895 helt felagið ein fund á Kagansheyggi, sum liggur sunnan fyri markið millum báðar bygdirnar og stutt omanfyri vegin. Eisini á sjálvum markinum hevur onkur fundur verið hildin. Við Breiðá í Velbastaðhaganum varð ein fundur hildin í 1922.

            Í 1914 lýsir Sólarmagn saman við Gøtufelagnum og Varðanum til fólkafundar á Gøtueiði. Teir, sum høvdu játtað at tala vóru Edw. Mortensen sakførari, Símun úr Konoy kennari, M.A. Winther fulltrúi og býráðslimur, Elias Johansen býráðslimur, Sverri Patursson blaðmaður, og Jóannes Patursson kongsbóndi.

            Hetta hevur óivað verið ein av teimum størstu fólkafundunum, sum hildnir hava verið. Eini 1000 fólk vóru komin saman. Talur vórðu hildnar um móðurmálið, skúlan, barnauppalingina, trúarlív, rættarmál, mentan og stýrisskipan. Vinnulívsmál so sum fiskivinnan og landbúnaðurin vóru havd á máli. Flestir av røðarunum høvdu eina atfinningarsama støðu ímóti teirri almennu gongdini í samfelagnum, men vóru ikki allir líka bersøgnir, sum tað skiltist á skriving Dimmalættingar aftan á fundin. Um Edw. Mortensens talu hevði Dimmalætting hesa viðmerking: “Talen blev holdt i et tempo og i en tone, som selv de, der havde en anden mening om tingene end taleren, kun kunde glæde sig ved”. Ikke var so væl statt við talunum hjá Mads Winther, Sverra Paturssoni og Símun úr Konoy: “Disse tre syntes at være meget misfornøjede med tilstanden på nær sagt alle områder. Deres jammerklagen syntes at stå i et skærende misforhold til de prægtige omgivelser”.

            Eisini høvdu aðrir enn teir, sum vórðu nevndir í innbjóðingini, orðið. S.F. Hansen keypmaður fanst eisini at tí politisku og mentunarligu gongdini í landinum og fanst at skrivingini í Tingakrossi, sum hann segði vera niðurbrótandi fyri trúarlívið. Presturin A. Joensen hevði eisini orðið, og minti á ta grund, sum fedrarnir høvdu bygt á: lívið á gudi, sum hann tók til. Eisini Símun av Skarði og Louis Zachariassen høvdu orðið. Um ein røðara úr Havn – en ung bager” – skrivar Dimmalætting – “forsøgte sig med nogle tillærte ungsosialistiske brokker, men han blev paatalt og tilbagevist af ordstyreren, H.P. Weihe, dder særlig imødegik hans angreb paa kristendommen og kongen”.

            Á einum fólkafundi á Gøtueiði (30) – helst hevur tað verið hesin sami – hevði Louis Zachariassen verið so bersøgin, at hann misti lærarastarv sítt. Hann hevði orðað seg nakað soleiðis í sambandið við málspurningin, at lóg er brotin og lóg skal brótast. Louis var tá lærari á Velbastað og í Kirkjubø.

            Óivað er tað hesin fólkafundurin, sum Chr. Matras minnist aftur á, tá hann yrkir sangin “Nú ferðast fólk fyri nesini”. Aftan á at hava sagt frá tí hann hevur upplivað henda hátíðar dag, sum 14 ára gamal unglingi, yrkir hann í teimum báðum seinastu ørindunum:

”Ein hálvvaksin drongur hentar alt

í hugan á sínari leið

– fundarhátíð og lomb og gras

og dreymar við Gøtueið.

Seinni fer hann burtur í lond,

førdur av lagnu og trá

– tá livnar í onkrari løtu alt,

á Gøtueiði hann sá.”

Í juni mánaði 1921 skipaði Sólarmagn fyri fólkafundi í Reynsmúlalág. Sum siður var á fólkafundum, helt Jákup Dahl próstur prædiku. Símun av Skarði talaði um menniskjuna og náttúruna, Jóannes bóndi talaði um kvæðini, M.W. Lützen um jarðarbrúkið og framtíð tess, Mikkjal á Ryggi helt røðu, sum hann kallaði “Poesiurin í føroyska vinnulívinum”, og Rasmus á Háskúlanum helt røðu um lívið og hugsjónirnar.

            Í steðginum á hesum fundi spældu hornblásarar úr Havn. Á fundarplássinum vóru mjólk og køkur at fáa, verður skrivað í fundarbókini. Veðrið var mjørkatjúkt, alla tíðina í biva (!), annars gott veður, men sólin saknaðist. Fólkið var nógv. Úr Vágum, Sandoy, Hesti, Nólsoy, Norðuroyggjum og hópur av fólki úr Havn. “Fundurin var hildin at vera hin mætasti og hin best fyrireikaði, ið hildin hevur verið í Føroyum”, skrivaðu fyrireikararnir í fundarbókina aftan á fundin.

            Í 1924 stóð felagið aftur fyri einum fólkafundi í Reynsmúlalág. Veðrið var sera ólagaligt, men tað batti ikki at útseta fundin, tí Eskeland hevði so knappa tíð.

            Tá ið felagið árið fyri hevði gjørt av at halda fólkafund næsta summar, var viðtikið, at hann skuldi haldast við nýggjum røðarum. Álagt varð tí Sverra at fregnast eftir einum røðara, sum skuldi vera úr onkrum av hinum Norðurlondunum. Ikki verður greitt frá í fundarbókunum, hvaðani Eskeland kemur, men einki er at ivast í, at hetta er tann kendi norski háskúlamaðurin Lars Eskeland. Lars hevði verið stjóri á háskúlanum í Voss, men var seinni vorðin katolikkur. Sonur hansara Øjstein Eskeland gjørdist tá stjóri, meðan Lars helt fram sum lærari. Jóannes av Skarði, sum eitt árið var á Voss háskúla, sigur um Lars, at hann var ein frálíkur lærari. Lars Eskeland vitjaði einaferð aftur til Føroya, tað var einaferð í seinnu helvt av 30 árunum (31).

            Men aftur til fólkafundin. Hann varð sum sagt hildin í ikki besta veðri. Ikki allir talararnir vóru møttir vegna veður. Fyrstur at tala var Eskeland, og helt hann langa røðu um norska málreising. Men longu áðrenn hann var liðugur at tala, fór at regna, og tað sleit ikki í, tað sum eftir var av degnum.

            Á fundinum var nógv fólk, okkurt um 1000, skriva teir í fundarbókini.

            Aðrir røðarar vóru Símun av Skarði og Jóannes bóndi. Men fólkið tók at minka so hvørt regnið gjørdist meira. Hóast fundurin var so væl fyrireikaður sum fáur frammanundan, megnaði regnið at taka tann uppiborna dámin av honum. Fyrireikararnir ráða til, um útlendingur verið við næstu ferð, at hava fundin undir taki.

Veitslur

Felagslívið var annað enn bert fundir. Longu frá tí felagið var stovnað, hevur tað skipað fyri ársveitslu. Hon varð hildin annaðhvørt í byrjanini av dansitíðini ella beint áðrenn hon endaði. Fyrsta ársveitslan í Sólarmagni var hildin longu tað fyrsta árið í 1895 í Kirkjubø. Skift verður ímillum at halda veitslu á Velbastað og í Kirkjubø aðruhvørja ferð. Í 1897 skipaði sóknarfelagið fyri fundi úti í Hesti, og tá varð veitsla hildin aftaná. Til hesa veitslu hevði ein ið nevndi seg “Snjófuglur” yrkt hesi trý ørindini, við norska lagnum På solen jeg ser.

Ja her er várt land, ja her er várt land,

her viljum vær evnini brúka,

ja, øll mugu koma, kvinna sum mann,

at rudda og byggja og brúka.

Brátt fosturlandsalskur slær saman ring

og fevnir um oyarnar allar.

Tann verja skal standa landið í kring.

Tann kappi man ei óttast trællar.

Tit stoltsligu fjøll, tit harðhentu bjørg,

og ódnir um háveturstíðir

blonk vársól um dalir, fjarðir og vøll

og sprettandi, grønskandi líðir,

og keldan sum dansar í ástfullu luft

øll dømini vøkru og fríðu,

tit verjið, tit uggið, berið meg upp,

tit halgið mín hug fram í stríði.

Til lands langar leiðir, Harri mín Gud,

langt úti í villini havi

har setti tú Føroyar klæddar í skrúð

við falltindum høgt undan kavi.

Vær elskum tað landið, hugin tað dróg

og er tað enn tungligt at søkja,

vær elskum tað tó, vær elskum tað tó

við kærleika miklum at røkja.

            Snjófuglur

Um veitsluna, sum hildin varð í 1898, skrivaði Fuglaframi: 

“Sólarmagns 4ða veitsla varð hildin í Kirkjubø 20 novbr. Borðreitt var í tí 800 ára gomlu roykstovuni, sum var tjaldað í enda í annan og prýdd við lyngi, føroyskum og donskum fløggum, gripum og føroyskum reipskøpum, sum hóskaðu tí høga rúminum. Mitt á bróstinum móti inngongdini sást tað føroyska flaggið við einum donskum hvørju minni. Tætt hjá tí føroyska flagginum hekk øðru minni koran hjá Nólsoya Póli og øðru minni ein sjaldsamur og stórur slíri við tvíeggjaðum knívi. Fram við trimum av veggjunum vóru borðini reidd fyri teimum 80 fólkunum, sum saman vóru komin. Beinkirnir vóru allir klæddir við vøkrum svørtum og morreyðum skinnum.

            Á fundinum, sum vardi góðan tíma, var røtt um kappleikir, og høvdu limirnir góðan hug at royna at fáa tílíkar í lag í Føroyum. Varð tí nevnd vald til at útarbeiða eitt uppskot og framleggja tað á næsta fundi.

            Við døguraborðið vóru fleiri røður hildnar, og bóru tær allar prógv um tann góða felagsanda og tað álvara í arbeiði, sum altíð hevur rátt í felaginum frá fyrstu stund av.

            Sum vituligt var ikki spart at dansa, og gekk dansurin bæði lagaliga og væl.

            Tíðin rann skjótt í gaman og góðum felagsskapi, og á varð hildið til langt út á annan dagin.”

            Í fundarbókunum verður ikki nógv greitt frá veitslunum. Í 1904 hevur Óli við –A, sum tá var næstformaður í felagnum skrivað í fundarbókina: “Felagsgildi á Velbastað 26.12. Til staðar komu 35 fólk. Dansað varð langt út á dagin eftir.”

            2. jóladag í 1910 helt felagið ársveitslu í Kirkjubø. Í hesum sambandi hevði felagið fingið Jákup Dahl at halda gudstænastu á føroyskum í kirkjuni.

            Í 1918 var veitsla á Velbastað. Borðreitt var hjá Mads á Steinum og dansað var hjá Vensili. Veitslugjaldið var 2 krónur, og fyri dansistovuna læt felagið 10 krónur. Úr Havnini vóru okkurt um 20 fólk komin, og tað vóru mest fólk av háskúlanum. Annars var fitt av fólki, verður sagt í fundarbókini.

            25 ára hátíðarveitslan hjá felagnum var hildin 18. januar 1920 í Kirkjubø. Sjálvur ársdagurin er sum vituligt 10. mars, men av tí at hetta var í føstu, var veitslan framskundað. Veitslan var gjørd til 60 fólk, men harðveðrið henda dagin gjørdi at einans 40 fólk vóru. Hetta var stór veitsla, og hildið varð á til út á 3. dags morgun. Roykstovan, sum nýtt var til matarhøll, var skrýdd og tjaldað við lyngi. Fløggini á veggunum vóru norsk og føroysk veðrafløgg. Danska flaggið var ikki at síggja hesaferð. Tað komst av, at danski forsætisráðharrin hevði talað ímóti nøkrum av merkissøkum føroyinga, sum viðvíktu skúlamálinum og lóggávuvaldsmálinum hjá løgtinginum. Sólarmagn mótmælti støðu ráðharrans við ikki at lata danska flaggið vera við.

            Til veitsluna hevði Jóannes Patursson yrkt eitt borðkvæði og Jóannes Dalsgaard hevði skrivað “Tjaldrið”, serliga við felagsins 25 ára hátíð fyri eyga. Serliga dvaldu greinirnar við stovningina og virksemið hjá felagnum gjøgnum árini. Blaðið varð lisið upp fram móti morgni annan dagin, og varð tá hildin ein sokallaður fundur, har fólk bóru fram ymist.

            Til ársveitslurnar hjá Sólarmagni kou nógv avbygdafólk. Úr Skopun var Jóan Hendrik Poulsen fastur gestur. Úr Havn komu Nýholm Debess, Hans Andrias, háskúlamenninir Rasmus og Símun, Rasmus Effersøe og fleiri. Av Sandi kom Mads Andrias Winther og úr Vágum kom Mikkal av Ryggi. Úr Vestmanna kom Jóannes Guttesen, sum eina tíð var løgtingsmaður.

            Men tað vóru ikki bara Sólarmagnsveitslurnar sum fingu avbygdafólk at koma. Á nær um hvørjum ári varð kyndilsmessa hildin á Velbastað. Tá komu eisini fólk úr øllum ættum.

            Ein av teimum føstu gestunum á kyndilsmessu var Andrias Reinert í Norðradali. Sagt verður, at kyndilsmessan var ikki “sett” fyrr enn hann var komin, og altíð kom hann. Tað var Andrias, sum  yrkti tann tiltikna táttin um allar velbastaðmenninar, sum hann nevnir “Kyndilsmessa”. Tátturin varð tó ikki sungin ella kvøðin fyrr enn aftan á tann seinasta kyndilsmessan var hildin á Velbastað í 1931. Nú var vegurin komin millum Havnina og bygdirnar heimanfyri. Hann hevði við sær, at ov nógv fólk kom. Hvat viðvíkti táttinum hjá Andriasi, so minnist Petur Andreassen av Velbastað, at Andrias var inni á gólvinum hjá teimum og kvað hann fyri húsfólkunum har. Tað man so hava verið undan kyndilsmessuni, sum skuldi havt verið í 1932.

            Annars gekk sjálvt kyndilsmessuhaldið soleiðis fyri seg, at borð stóð við mati í hvørjum húsi alla náttina. Í einum húsum varð dansað. Vanliga var skift ímillum frá eini kyndilsmessu til aðra. Oftast varð dansað hjá Vensili, tí har skuldi gólvið vera so sera væl egnað. Tað gav seg passaliga. Men tá heilt nógv fólk var, varð neyðugt at styrkja tað nakað.

            Av teimum vertskapsmonnunum í sóknini, sum serliga verða mintir nú aftaná, kunnu nevnast Óli við Á, Timme, Mikkjal í Búðini, Jóannes Uppi í Stovu og Sverri og Jóannes í Kirkjubø. Um Sverra verður sagt, at tá hann var í serliga góðum lag, kundi hann fara upp á ein stól – ella heilt upp á borðið – at halda talu. Talurnar vóru ikki skrivaðar. Tær komu beint frá hjartanum, og vóru oftast stuttligar.

            Eisini varð dansað Uppi í Stovu, á Mýrini, niðri hjá Karli, við Á og úti í Búðini. Serliga var Jóannes Uppi í Stovu fúsur at lata hús til dans, tí honum dámdi ikki at fólk fóru til Havnar at dansa, sum ofta kom fyri. Ofta varð farið til Havnar føstulávints-týsdag, har dansað varð hjá Andriasi í Horni.

            Annars varð dansað eitt kvøld um vikuna í dansitíðini. Vanliga var tað sunnukvøld. 2. jólakvøld ella á trettanda varð ofta farið til Kirkjubøar at dansa. Onkuntíð komu fólk úr Hesti og Koltri inn at dansa vanlig kvøld, tá dansur var á Velbastað ella í Kirkjubø.

            Tað, sum eg her havi greitt frá um kyndilsmessuhaldið og dansin, havi eg frá Peturi Andreassen og Jóhonnu og Dion Dalsgarð.